lærarinna, men hon gavst í starvinum í 1930. Eftir at hon var vorðin einkja, flutti hon til Havnar, har hon búði hjá dóttrini, Bergtóru, úti í Grønlandi. Karolina Matras doyði í 1969. Hans David Matras [...] og ein son. Hans Dávid tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1954 og var lærari í Haldórsvík 1954-62, einalærari í Funningi 1962-66 og lærari í Klaksvík 1966-88. Hann legði frá sær sum lærari 31. august [...] gransking í søgu, og hann dugdi væl at siga frá, hann visti nógv um ætt og ættargransking, og hann hevði so avbera gott minni. Pápi Hans David, Gullak Matras, var handilsmaður á Kirkju. Hann doyði í 1947,
fundarrøð í høllini í Runavík. Høvuðstalarin verður tann heimskendi evangelisturin, Teresia Wairimu, úr Kenya. Hon var ein av hundrað túsund, sum fyri trettan árum síðani vóru drigin til Uhuru lundina í Nairobi [...] um. Vekingin í Nairobi vakti í henni eitt ósløkkjandi ynski. Men fimm ár gingu, áðrenn hon aftur hitti evangelistin Reinhard Bonnke. Hon ferðaðist alla ta langu leið frá Nairobi til Oslo í Noregi, fyri [...] herviliga sjúkan, AIDS, breiðir seg ómetaliga skjótt í Afrika, har trupulleikin er størri enn nakra aðrastaðni í heiminum. Teresia Wairimu kemur tí eisini í samband við fleiri av teimun sjúku undir hennara
gongdina í Grønlandsmálinum. Áhugin fyri Føroyum var meir á tí andaliga og mentanarliga støðinum. Tjóðskaparrørslan í Føroyum hevði sínar stuðlar í Noregi. Ikki løgi, tí Noreg gjørdist sjálvstøðugt í 1905 [...] javnan úrslit. Millum annað bleiv borgarstjórin í Havn bjóðaður til 900 ára føðingardegin hjá Oslo í 1950 ? á jøvnum føti við aðrar borgarstjórar í høvuðsstøðum. Í 1954 bleiv Norsk-Færøysk Lag endurreist við [...] var dokatri í bókmentum Fredrik Paasche. Hann bleiv valdur til fyrsta formannin í nýggja felagnum, sum fekk navnið Norsk-Færøysk Lag. Fáir føroyingar vóru fastbúgvandi ella gingu á skúla í norska høvuðsstaðnum
mai í ár 25 ár. Tað var í 1976, at hotellið lat upp í Gothersgade í Keypmannahavn. Nakað er sagt og skrivað í vikuni, í samband við føðingardagin, so ikki er neyðugt at tríva í aftur alt. Men í heyst [...] á gólvinum í nýggju hølunum hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, ið nú húsast í Tåsingegade 29 á Eysturbrúgv. Tað hava tey gjørt, síðani 22. januar í fjør. Og umstøðurnar eru munandi batnaðar, í mun til hølini [...] hølini í Gothersgade við sjógvarnar. Jonny Joensen var leiðari á hotellinum í mong ár. Nakað undan flytingini í nýggju hølini, tók Ina Frisdahl, sjúkrasystir, við sum leiðari. Húsini í Tåsingegade eru stór
Jústinus, sum býr í Saltangará, Elisabeth, ið doyði sum smágenta og liggur grivin í Svínoy, Karsten, Katrinu, sum býr í Rituvík, og Hassa, sum bara var 40 ára gamal, tá hann í 1966 doyði í langfarasigling [...] veggum, í onkrum húsum og inni í handlunum ? ímillum kríggini vóru tríggir og onkuntíð fýra handlar í Svínoy ? vóru bara heima heilt stutt tíðarskeið, inntil teir í september aftur komu til bygdar. Í september [...] vundin í hálva stong. Tá frættist tað, at bóndin í Kirkjubø var deyður. Tað var 2. august í 1946. Eftir hetta var tað, at Karsten, sum hevði sæð lýsing í bløðunum, gjørdi av at fara á hvalaveiðu í Suðuríshavinum
um onkran ?a Reptile? so merkir hetta, í Surrey Onglandi, at ein er partur av ?the gang? ella góðkendur av klikuni. Hetta skrivar Eric Clapton í fløgubóklinginum í sambandi við sín heldur buldrasliga uppvøkstur [...] og fleiri av hesum eru tónleikatiltøk við teimum heilt kendu nøvnunum. Í februar hevði Robbie Williams konsert, og á skránni seinni í ár eru m. a. Mark Knopfler, Westlife og U2. Meðan ein meir ella minni [...] Eric Clapton, sum allatíðina hevði guitar í hond. Tá so ?Traveling Light?, eisini av nýggju fløguni, varð spældur, bleiv tónleikurin meiri rokkutur og elektriskur. Í hesum seinna partinum vóru ?Cocaine?,
sína vøggu her: í fátækrabýlingum í sálarleysa Oran. Raï slapp ógvuliga skjótt úr afturlatna kabarettumhvørvinum, tí vinylplátan ?doyði?, og kassettubondini komu fram í Algeria síðst í 1970?unum - júst [...] rættiliga sjáldsamt í felag: teir eru sera vælumtóktir í Fraklandi, hóast teir eru algerar; annar fótbóltsleikari og hin raï-kongur, annar avgjørdi finaluna í fótbólti (HM 1998, í Fraklandi) og hin hevur [...] uppvaksin í stórbýnum Marseille, meðan Khaled - sjálvandi - er úr Oran, føddur í 1960 í familju uttan tónleikarar á ættartalvuni. Blaðungur verður hin smílandi lítli maðurin, ið ikki tímdi at ganga í skúla
Jóan Petur uppi í Trøð til, tá hann í Tróndarkvæðnum letur Gøtu-Trónda heilsa viðhaldsmonnum sínum, sum vóru savnaðir uttan fyri hjá honum í Norðragøtu, á veg suður til Havnar at standa í trúnaðarstríði [...] Jóan Petur uppi í Trøð doyði, og í fjør var 1000 ára hátíðarhald fyri, at Sigmundur kristnaði føroyingar, so er heilsanin hjá Gøtu-Tróndi til síni viðhaldsfólk ikki ólík teimum, vit hoyra í dag. Ella sum [...] Hetta var í 1639, men tær uppskriftirnar fóru fyri skeyti í tí stóra eldsbrunanum, sum herjaði Keypmannhavn í 1728. Tær næstu kvæðauppskriftirnar, sum vit kenna til, eru frá, tá Jens Chr. Svabo í 1770-árunum
ella tí tey verða dømd í fongsul. Í fimmtiárunum legði ein landsstýrismaður frá sær, tí hann varð valdur í Fólkatingið. Í sekstiárunum doyði ein løgmaður, í sjeytiárunum doyði ein landsstýrismaður, ein [...] valdur í Fólkatingið. Í áttatiárunum fóru føroyskir politikarar at undir at slíta samgongur í úrtíð ? og vórðu sostatt fleiri landsstýrismenn útskiftir av teirri orsøk, og hetta »óskilið« helt fram í nítiárunum [...] Í gjár mistu vit enn ein landsstýrismann. Fyri aðru ferð í hesum valskeiðinum legði ein mentamálaráðharri frá sær, tí ivi var um hansara trúvirði. Tað er sjálvandi hent fyrr, at landsstýrismenn hava lagt
Jacobsen í formæli í bókini við yrkingum eftir Jóan Petur uppi í Trøð. Nógvi lesnaðurin og góða sambandið við V. U. Hammershaimb, ið var prestur í Kvívík og vinmaður pápa Jóan Peturs, tendraði í sál hansara [...] biðji eg øll skriva. Føroyamál!? Jóan Petur uppi í Trøð giftist í 1873 við Jóhonnu, ættað úr Kvívík. Hon doyði í 1895, tey áttu eingi børn. Jóan Petur andaðist í 1901, bert 56 ára gamal. [...] ernir av honum í dag, og børnini í Kvívík vita, hvør hann var, sigur Heini Holm. Heilsuveikur skrivaði Jóan Petur uppi í Trøð hetta ørindið, sum hann sendi Fuglaframa stutt áðrenn hann doyði: ?Jóan heilsar