Teir seks sum hittust vóru Nikolaus Gjelsvik, doktari; Einar Breidsvoll, blaðstjóri; Fredrik Scheel, ríkisskjalavørur; Ernst Sondum, ekspeditør; Edvard Os, kapteynur og Erik Presterud, loytnantur. Á stovnandi fundinum luttóku níggju onnur, millum hesi var dokatri í bókmentum Fredrik Paasche. Hann bleiv valdur til fyrsta formannin í nýggja felagnum, sum fekk navnið Norsk-Færøysk Lag.
Fáir føroyingar vóru fastbúgvandi ella gingu á skúla í norska høvuðsstaðnum hesi árini, men tveir føroyingar luttóku á stovnandi fundinum. Teir vóru Ernst Sondum og Eivind Isholm. Báðir arbeiddu á Oslo-blaðnum »Tidens Tegn« (bleiv seinni til Verdens Gang, sum í dag er størsta dagblað í Noregi). Blaðstjórin á hesum blaðnum, Rolf Thommessen, hevði stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og luttók eisini á fundinum. Ernst sondum kom inn í fyrstu nevndina, men hvørki hann ella Eivind Isholm blivu verandi í Oslo. Boð vóru aftir teimum heima í Føroyum, og nøkur ár seinni bleiv Ernst Sondum fyrsti blaðstjórin á Dagblaðnum. Eivind Isholm tók yvir sum blaðstjóri á Tingakrossi eftir faðirin.
Áhugin fyri Føroyum, Íslandi og Grønlandi hevði í nøkur ár verið stórur millum fólk í Noregi. Meðan áhugin fyri Grønlandi seinni í tríatiárunum gjørdist til eina tøku av landnyrðingspartinum av Grønlandi, so var áhugi fyri Føroyum meir á tí andaliga støðinum. Noreg royndi at gera ein part av Grønlandi til sítt hjáland við millum annað at gera Helge Ingstad til sýslumann í ísoyðinum. Sami Ingstad, sum doyði fyri fáum vikum síðani, fann saman við konu síni leivdirnar eftir víkingunum í Canada. Á tann hátt prógvaðu tey bondini millum norðurlond og norður-amerika. Í Norsk-Færøysk Lag vóru eisini fleiri av teimum, sum arbeiddu fyri at gera ein part av Grønlandi til norskt hjáland. Hetta sæst millum annað í fundarfrágreiðingunum tey fyrstu árini, har Grønlandsspurningurin javnan verður nevndur. Man vísir til sín stuðul og hevur annars javnan upplýsningar um gongdina í Grønlandsmálinum.
Áhugin fyri Føroyum var meir á tí andaliga og mentanarliga støðinum. Tjóðskaparrørslan í Føroyum hevði sínar stuðlar í Noregi. Ikki løgi, tí Noreg gjørdist sjálvstøðugt í 1905, so tey flestu tilkomnu mintust tíðina, tá norðmenn gjørdust ein fræls tjóð. Eisini vísti tað seg, at serliga innan norsku nýnorsk-málrørsluna var áhugin fyri Føroyum stórur. Heldur ikki hetta var so løgi. Stríðið millum norska bókmálið, sum liggur nær donskum, og nýnorskt, sum liggur nærri norrønum og føroyskum, hevur leingi staðið á. Í Føroyum funnu nýnorsktfólkini eitt líknandi stríð millum føroyskt og danskt. Um rættindi til at brúka sítt móðurmál í kirkju, á fundum ella í skúlanum var nakað hesar rørslur kundu stuðla stríðnum hjá hvør øðrum í tríatiárunum.
Nýnorsk-fólk kendu seg væl millum føroyingar, og leingi mintu tey hvønn annan á ferðir til Føroyar, millum annað ta stóru norrønu stevnuna í Kirkjubø í 1911. Eisini bleiv eitt Føroyskt-Norskt Felag sett á stovn stutt undan Norsk-Færøysk Lag. Har var Jóannes bóndi (Patursson) formaður ta fyrstu tíðna. Hann hevði nógv vinfólk í Noregi og dugdi at halda sambandi við hesi. Millum tey sum hittu Jóannes var Per Hovda. Hann gjørdist seinni formaður tvær ferðir í Norsk-Færøysk Lag ? seinast fyrst í áttatiárunum.
Norsk-Færøysk Lag fór í dvala, tá seinni heimsbardagi brast á. Hesi árini vóru tað einstaklingar sum royndu at upplýsa um Føroyar í Noregi og ikki minst at vísa norskum myndugleikum á, at tað liggur ein tjóð handan hav sum er nærmasti granni. Hetta arbeiðið gav javnan úrslit. Millum annað bleiv borgarstjórin í Havn bjóðaður til 900 ára føðingardegin hjá Oslo í 1950 ? á jøvnum føti við aðrar borgarstjórar í høvuðsstøðum.
Í 1954 bleiv Norsk-Færøysk Lag endurreist við kendum mentanarpersónum sum Tønnes Andenæs ið var bókmentamaður og Sverre Stove, sum skrivaði hópin av greinum um Føroyar í norskum tíðarritum.
Síðani 1954 hevur Norsk-Færøysk Lag verið virkið uttan íhald. Felagið skipar fyri millum seks og 12 tiltøkum um árið. Í sjeytiárunum kendu føroyingarnir seg settar nakað til síðis og skipaðu tí millum annað fyri eini egnari Kvøldsetu, har bert føroyingar sluppu inn, og serliga innbjóðir norðmenn.
Norsk-Færøysk Lag hevur øll árini havt sum endamál at upplýsa um Føroyar í Noregi. Hetta ger felagið ólíkt einum vanligum føroyingafelag, sum hevur sum endamál at savna føroyingar til veitslur og annan hugna. Norsk-Færøysk Lag hevur eisini veitslur og samkomur fyri limirnar, ið eru javnt býttir millum norðmenn og føroyingar. Álíkavæl hevur tað, eins og tey fyrstu árini í felagnum, hesi seinnu árini verið roynt at gera meir við upplýsingum út í norska samfelagið. Felagið roynir at hjálpa einstaklingum og bólkum við upplýsningum um Føroyar, hjálpir til við at leggja til rættis ferðir til Føroyar, luttaka í kjaksendingum í útvarpi og sjónvarpi, og so skipar felagið fyri kjakfundum og upplýsandi fundum um føroysk viðurskifti ? bæði innan mentan og politikk.