Raï ? modernaður heimstónleikur úr Algeria

Oran er ikki longur einans kendur av teimum, ið hava lisið »Pestina«, tí raïtónleikurin hjá Sahraoui, Fadela, Cheb Khaled, Cheb Mami og øðrum sangarum, sum hoyrist kring allan heim ídag, hevði sína vøggu her: í fátækrabýlingum í sálarleysa Oran

 

Oran: Millum Miðjarðarhavið og Sahara, Andalusia og Atlasfjøllini, liggur spansk-fransk-arabiskur býur, kendur úr ?Pestini? hjá Albert Camus, reistur fyri 1100 árum síðani, ið er aðalhandilsbýur við nógvum ídnaði í risalandi (1714 ferðir størri enn Føroyar), sum hevur verið undir rómverskum, sponskum, turkiskum og fronskum stýri heilt til frælsið í 1962. Umleið hálv millión fólk búgva í Oran, ið ?misháttur býur er, annað sigst ikki? (Camus). Býurin, við sínum gomlu sporvognum og støvutu strætum, doyvandi hita og yðjandi handilslívi, lívskáta ungdómi og fátøku innflytarum úr fjøllunum, skøkjuhúsum og kabarettum, spældi ein týðandi leiklut í tí blóðuga og bestialska frælsiskrígnum hjá Front de Libération National móti franskmonnum (1954-62), ið endaði á fundinum í Evian, har Charles De Gaulle noyddist at viðurkenna Algeria sum frælsa tjóð. Í Oran, við sínum gomlu sponsku og modernaðu fronsku býlingum, eru hvørki trø ella dúvur, og høvuðsáhugamál fólksins er og verður handil. Tað stendur í ?Pestini?, ið hevur gjørt hin løgna havnabýin uttan árstíðir kendan: býin uttan trø og sál (Camus). Ein dapur deyðsstaður uttan vón og lívsmegi, úr bókini, verður í 1970?unum víðagitin fyri sín kynsøsandi og kenslusama dansitónleik, ið kemur fram í teimum gomlum havnarkabarettunum, har menn og kvinnur dansa og drekka til tann ljósa morgun, áðrenn hann á bíligum kassettubondum røkkur, fyrst út til ta algerisku fjøldina, og síðan um Miðjarðarhavið til Evropa og Amerika.

Kabarettir og brúdleyp

Oran er ikki longur einans kendur av teimum, ið hava lisið ?Pestina?, tí raïtónleikurin hjá Sahraoui, Fadela, Cheb Khaled, Cheb Mami og øðrum sangarum, sum hoyrist kring allan heim ídag, hevði sína vøggu her: í fátækrabýlingum í sálarleysa Oran. Raï slapp ógvuliga skjótt úr afturlatna kabarettumhvørvinum, tí vinylplátan ?doyði?, og kassettubondini komu fram í Algeria síðst í 1970?unum - júst tá ungir menn úr arbeiðarastættini í Oran fóru at syngja um rúsdrekka, kvinnur, veitslur og kærleika, eyðkend temu í raïtekstum úr 1970?unum. Upptøkurnar vóru at byrja við bíligar og góðskan hareftir, tó var kappingin millum framleiðarnar av bondum til svarta tónleikamarknaðin sera stór.

Upprunaliga hoyrdist raï bara í kabarettum og brúdleypum, har áhoyrararnir veruliga kunnu bróta mørkini úr dagligdegnum, tí gerandislívið verður vent á høvdið, og sangararnir royna av øllum alvi at sinnisrøra og undirhalda áhoyrararnar við at senda teimum heilsur, viðmerkja teirra bros og atburð, syngja um tey, og so framvegis. Oftani er sangurin ein rein improvisiatón við nøkrum lyklasetningum, ið ganga aftur og aftur, og hetta serkenda samskiftið millum tónleikara og áhoyrara hvørvir sjálvandi á kassettubondunum. Raï endurspeglar býin hjá sær við at hava røtur í andalusiskum arabiskum tónleiki, forngomlum norðurafrikanskum sangi, trummurútmum hjá bedouinum í Marokko og Algeria, og shikhâ, ið er ?skitin? bedouintónleikur úr 1950´unum (minnir um vulgerar partar av sigoynaratónleikinum í Evropa). Men tónleikurin broyttist nógv tey fyrstu árini, tí ljóðborð og bassgittarar komu inn ístaðin fyri floytur, fiólir og trompetir, so rockur og poppur úr vesturheiminum eisini sluppu at seta teirra dám á raïtónleikin, ið so við og við varð ein blanding av øllum millum himmal og jørð, tó sermerktur av tekstunum og mátanum sangararnir brúka røddina hjá sær.

Khaled

Zinadine Zidane og Khaled Hadj Brahim, alias Khaled, hava nakað rættiliga sjáldsamt í felag: teir eru sera vælumtóktir í Fraklandi, hóast teir eru algerar; annar fótbóltsleikari og hin raï-kongur, annar avgjørdi finaluna í fótbólti (HM 1998, í Fraklandi) og hin hevur verið á hitlistunum við ?Didi?, ?Wahrane?, ?Aïcha?, ?Oran Marseille? og øðrum sangum. Zidane, av kabylskum uppruna, er uppvaksin í stórbýnum Marseille, meðan Khaled - sjálvandi - er úr Oran, føddur í 1960 í familju uttan tónleikarar á ættartalvuni. Blaðungur verður hin smílandi lítli maðurin, ið ikki tímdi at ganga í skúla, kendur fyri sína rødd, ið hoyrist úr kabarettum og bandavspælarum í bilum og kjallarum í býnum, og seytjan-ára gamal hevur lívsnjótarin Khaled longu fimm bandútgávur aftan fyri seg, allar við tekstum, ið seta seg ímóti traditionella moralinum og algersk arabisku mentanini, ið var fyri ógvusligum álopi frá ungdóminum, sum í 1968 í Evropa. 1978: Tónleikurin hjá Khaled streymar út á marknaðin uttan at hann sjálvur fær nakað burturúr peningaliga; hávarnir ríka seg upp av piratbondunum, ið selja sum heitt breyð og ferðast úr Oran til Alger til París og restina av Fraklandi, har meira enn ein millión norðurafrikanarar búgva. Hóast hin ungi Khaled droymir um at flyta um Miðjarðarhavið, ganga nógv ár áðrenn dreymur hansara verður veruleiki: í 1986 kemur hann til Fraklands, har hann hevur stóra konsert í Bobigny, París, og síðani byrjar fyrsta heimskonsertferð hansara. Í 1985 var stór raïfestival í Oran, stuðlað av hinum harðrenda stjórnarflokkinum FLN, fyri fyrstu ferð í søguni. Síðst í 1980?unum, tá ið borgarastríðið í heimlandinum herðist, fekk Khaled sær fastan bústað í París, har hann við fløguni ?Khaled? (1992) gjørdist ómetaliga umtóktur raï-kongur og slapp sum fyrsti arabi nakrantíð upp á topp 10 listan við ?Didi?. Hann umboðaði eisini Frakland á risastórari uttandura tónleikastevnu í New York (1991) - ikki líka væl dámt av øllum arabum - sama árið sum honum ognaðist fína heiðursmerkið ?Chevalier de l?ordre des Arts et des Lettres? og hann skrivaði distributiónssáttmála við PolyGram.

Ungdómsuppreistur

Khaled hevur seinni útgivið fløgurnar ?N?ssi N?ssi?, ?Sahra?, ?Hafla? og ?Kenza?, tvær uppkallaðar eftir døtrum hansara, ið allar fýra verða mettar sum tónleikaperlur í tí vaksandi World Music-umhvørvinum. ?Sahra?, komin á marknaðin stutt eftir at Khaled og marokkanska Samina vórðu hjún og lítla Sarah varð fødd, upptikin í fleiri londum saman við fleiri kendum bólkum, seldi umleið hálva millión eintøk, ikki minst vegna vakra lagið ?Aïcha?. Khaled og Cheb Mami, teir kendastu raïsangararnir ídag, spæla við í tí fransk-algeriska filminum ?100% Arabica?, 1997, ið er skemtilig og speisk lýsing av stríðnum í gerandisdegnum í einum norðurafrikanskum býarparti í París, sjálvandi við nógvum góðum og eksotiskum tónleiki. Tann lítli maðurin úr Oran við síni gyltu songrødd var partur av ungdómsuppreistri í heimlandi sínum, ið upplivdi stórar samfelagsbroytingar síðst í 1970?unum, umleið tjúgu ár eftir frælsið, millum annað av tí vaksandi samskiftinum við vesturheimin og av at kvinnurnar komu inn á arbeiðsmarknaðin.

Raï var hetjan í fortíðarkúgan og samtíðar-uppreistri í Algeria, og snúði seg ikki bara um rúsdrekka og kvinnur, hóast fjølmiðlarnir í Evropa hava lyndi til at siga so, men líka nógv um sosialar trupulleikar og politiska kúgan. Eftir at herurin knústi tað politiska valdið hjá fundamentalistunum í landinum fyri umleið 10 árum síðani, fór tónleikalívið at blóma aftur, eftir myrka periodu uttan nevnivert virksemi í tónleikinum.

Khaled vendi aftur til høvuðsstaðin í heimlandinum í november í fjør og helt fyri fyrstu ferð í nógv ár konsert fyri 10.000 áhoyrarum, ið fyri tað mesta vóru ung úr borgarligum heimum við góðum inntøkum, ikki júst fólkið úr kabarettunum í Oran, har hann lærdi raï, og har Camus skrivaði:

?Her verður hin sjúki eitt einsligt menniskja. Hugsið tykkum eitt fólk liggja og doyggja her, umgyrt av veggjum, sum braka av varmanum, meðan alt hitt býarfólkið, í telefon og í kaffihúsum, um somu tíð, tosar um vekslar, kannossement og diskonto?.

Camus skrivaði um arbeiði, kærleika og deyða í tí pestrakta býnum, ið verður avbyrgdur frá umheiminum, meðan Khaled, sum ein yvirlivandi úr deyðans býi, fagnast um hvønn dag, tilbiður hvørja kvinnu, sum um talan var um síðsta dag í lívinum.

Endurgevingar úr ?Pestini? hjá Camus, Christian Matras týddi til føroyskt.