Tónleikur
Forum hevur eftir hondini húsað mongum stórum og ymiskum tiltøkum, og fleiri av hesum eru tónleikatiltøk við teimum heilt kendu nøvnunum. Í februar hevði Robbie Williams konsert, og á skránni seinni í ár eru m. a. Mark Knopfler, Westlife og U2.
Meðan ein meir ella minni ókendur blues-rokk bólkur royndi at gera sítt til at fylla og hita upp hesa alstóru høll sótu umleið 10.000 ótolnir áhoyrarar og bíðaðu eftir Eric Clapton og hansara tónleikaligu elitu.
Klokkan nakað yvir 21 legði Eric Clapton fyri við instrumentala lagnum ?Reptile?. Eitt slag av intro til eina fína tveir tíma tónleikauppliving; eitt deiligt, noktúrnt sambalag.
?It is gonna be a mix of some new stuff and some old stuff for you tonight?? segði maðurin við guitarinum og mikrofonini. Konsertin byrjaði spakuliga, og so líðandi kom meiri lív í.
Ein rúgva av blues
Tey fyrstu løgini vóru meiri akkustisk og rólig; ?Reptile?, sum sagt eitt deiliga hugnaligt og innleiðandi lag, teir kendu ?Tears in Heaven?, ?Fathers Eyes?, ?Change the World?og eisini blues-løg av nýggju fløguni; t.d. eitt lag hjá James Taylor ?Don´t let me be lonely Tonight? og ?Find Myself?. Hesin parturin av konsertini var frálíkur, ein rúgva av blues, sál og frálíka góðum spælið. Men her skal ikki gloymast, at sangurin var heilt einastandandi; ofta verður sagt um Eric Clapton, at hann syngur og spælir blues sum ein svartur.
Við trummurnar sat Steve Gadd og Nathan East við bassinum. Hesir báðir eru annars heilt kendir innan tann meiri seriøsa tónleikaheimin. Afturat teimum báðum var ein guitaristur, ein við ljómborðið, ein percussionistur og so Eric Clapton, sum allatíðina hevði guitar í hond.
Tá so ?Traveling Light?, eisini av nýggju fløguni, varð spældur, bleiv tónleikurin meiri rokkutur og elektriskur. Í hesum seinna partinum vóru ?Cocaine?, ?Sunshine of Your Love? og ?Layla?, eldra útgávan. Við full drøn á kassan varð rokkið til endan. Síðsta lagið var eins og tað fyrsta lagið av nýggju fløguni; instrumentalt og friðsælt, ?Sally & Son?. Sjálvandi kravdu áhoyrarnir ?et extra-nummer?; og tann idyliski ?Somewhere over the Rainbow ? varð spældur.
Eitt deiligt kvøld við góðum og væl spældum tónleiki. Tó so vórðu løtur, har ein ikki var so heilt við hugtikin.
?Reptile?
Tá hetta bleiv heitið til nýggju fløguna hjá Eric Clapton, varð ikki sipað til nakran dinusaur ella eitt ræðuligt skriðdjór.
Tá tað verður sagt um onkran ?a Reptile? so merkir hetta, í Surrey Onglandi, at ein er partur av ?the gang? ella góðkendur av klikuni. Hetta skrivar Eric Clapton í fløgubóklinginum í sambandi við sín heldur buldrasliga uppvøkstur. Fløgan er tilognað mammubeiggjanum, ?Uncle Adrian?, sum doyði í fjør og hevur samstundis ein týðuligan nostalgiskan dám yvir sær.
Fløgan byrjar og endar við instrumentalum lagi. ?Reptile? er intro og ?Sally & Son? er endin. Tað síðsta lagið hevur, fyri uttan at vera deiliga friðsælt, nakað syrgiligt yvir sær.
Við teimum 14 skeringunum eru nógvar tónleikagreinar umboðaðar á fløguni: Soul, blues, gospel, og eisini lættari djassur og sjálvandi guitar soloir. Helvtin av løgunum eru av øðrum tónleikarum, sum t.d. Stevie Wonder, Ray Charles og James Taylor. Løgini hava ein ávísa góðsku, men summi fella í deyðligar endurtøkur. T.d. ?I ain?t gonna stand for it? hevur groove og alt sum tí tilhoyrir, men til endan, minnir hann alt ov nógv um tey keðiligu løgini, við óendaligum uppafturtøkum úr 80?unum ¨? kanska skuldi man heldur verið til staðar ? luttakandi í djamminum við Eric, Steve Gadd, Joe Sample, Nathan East.
Men við dygdar tónleikarum ber fløgan allatíðina eina góðsku, ið er týðulig; men sum tó neyvan fer at loypa hvøkk á tónleikaheimin.