Heimskendur evangelistur í Føroyum

Komandi vikuskiftið skipar evangeliska samtakið, Karisma, fyri eini fundarrøð í høllini í Runavík. Høvuðstalarin verður tann heimskendi evangelisturin, Teresia Wairimu, úr Kenya.

 

Birita Andreasen


Komandi vikuskiftið skipar evangeliska samtakið, Karisma, fyri eini fundarrøð í høllini í Runavík. Høvuðstalarin verður tann heimskendi evangelisturin, Teresia Wairimu, úr Kenya.

Hon var ein av hundrað túsund, sum fyri trettan árum síðani vóru drigin til Uhuru lundina í Nairobi fyri at hoyra Guds tíðindi og síggja, hvat tey førdu við sær.

Guds kraft varð staðfest ígjøgnum Reinhard Bonnke við at syndarar, sjúk og bundin vóru sett í frælsi. Teresia Wairimu hevði ikki droymt um, at slíkt kundi henda, men tá ið hon sá hetta við egnum eygum, bað hon eina stilla bøn. Gud hoyrdi hana, og svaraði bønini langt út um tað, ið hon, ella nakar annar, hevði droymt um.

Vekingin í Nairobi vakti í henni eitt ósløkkjandi ynski. Men fimm ár gingu, áðrenn hon aftur hitti evangelistin Reinhard Bonnke. Hon ferðaðist alla ta langu leið frá Nairobi til Oslo í Noregi, fyri at hitta hann, men tann langi teinurin hevði onki at siga í mun til hennara longsul eftir Gudi.

Har legði evangelisturin hondina á hana, og Guds kraft rakti hana eins og snarljós.

Teresia Wairimu longdist eftir at tæna Gudi, og fór at hava møtir í heimbygdini. Eini fimm fólk komu til fyrstu møtini. Vikuna eftir komu fimmti. Fimmti blivu til hundrað og fimmti. Hópurin vaks, og trupulleikin við at finna hølir samsvarandi.

At enda fekk hon loyvi at hava møti í Uhuru lundini, sum er eitt tjóðareyðkenni, ið bert hægstu politisku myndugleikarnir sleppa at nýta. Har prædikar hon nú hvønn sunnudag.

Vakir fólk frá deyðum

Teresia Wairimu prædikar og biður fyri fólki. Undur henda í hópatali, og fleiri enn 1000 AIDS sjúk menniskju kunnu í dag vísa á, hvussu tey eru grødd. Eisini eru mong vakt til lívs aftur frá deyðum.

Tann herviliga sjúkan, AIDS, breiðir seg ómetaliga skjótt í Afrika, har trupulleikin er størri enn nakra aðrastaðni í heiminum. Teresia Wairimu kemur tí eisini í samband við fleiri av teimun sjúku undir hennara mongu møtum. Øll tey menniskjuni, ið hon hevur grøtt, hevur hon prógv uppá. Hetta er skipað soleiðis, at eina tíð, eftir at tey eru grødd, sendir hon tey aftur til lækna. Soleiðis goymir hon øll skjøl, ið prógva, at ein persónur fyrst var positivur til síðani at vera negativur.

Hon sigur eisini frá ymiskum tilburðum, har hon hevur virkað sum Guds amboð til at vakja fólk aftur frá deyðanum. Ein av teimum var, tá ið ein lítil drongur bleiv trampaður til deyðis undir einum møti. Hon sigur, at drongurin var smurdur inn í blóð, tá ið hjálparfólk hennara fingu fatur á honum. Tá visti hon, at um drongurin doyði, so fór tað at vera tað einasta, ið fjølmiðlarnir fóru at skriva um. Fólk vaktu yvir tí deyða drongininum í 7 tímar, til hann vaknaði aftur.

? Eg kann ikki altíð vakja fólk aftur til lívs, sigur Teresia Wairimu. Tað er bert í eini desperatari støðu, har eg havi brúk fyri einum unduri. Eg má fáa orðið frá Gudi, sigur hon.

Ferðast kring heimin

Evangelisturin Teresia Wairimu hevur ferðast kring allan heimin. Hon hevur verið runt í Afrika, Asia, USA og Europa. Nú er hon so komin til Føroyar, sum er eitt sera lítið land, samanborið við, hvar hon hevur ferðast. Til hetta sigur hon, at hon vildi elska at sæð tann longsulin sum afrikanarir hava til Gud, í Europa.

Hon útihýsir ikki møguleikan fyri, at vit eisini fara at síggja onkran blíva grøddan. Hon sigur, at tað er ikki neyðugt at vera trúgvandi fyri at bíva grøddur.

? Í ymsum londum ger Gud ymisk ting, sigur hon. Og so leggur hon dent á, at tað er ikki hon, ið grøðir nakran. Jesus ger tað, sigur hon.

Fyrireikararnir siga seg vænta nógv fólk til møtini í Runavík. Føroyingurin, Bergur Skovgaard, og danin, Jens Garnfeldt, fara at luttaka á møtunum.

Fundarrøðin byrjar fríggjakvøldið kl. 19.00 og heldur áfram leygardagin kl. 10.00 og kl. 19.00. Sunnudagin verður morgunmøti kl. 11.00 og kvøldmøti kl. 18.00.

Teresia talar á kvøldmøtunum, meðan Bergur Skovgaard og Jens Garnfeldt tosa á fyrraparts møtunum. Í samband við kvøldmøtini koyrir bussur av Farstøðini í Havn kl. 17.30 fríggjakvøld og leygarkvøld og sunnukvøldið kl. 16.30.

Farið verður aftur til Havnar fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 23.00 og sunnukvøld kl. 22.00.

Eftir Føroyavitjanina fer Teresia til Danmarkar at hava møtir í Svendborg og í Aalborg.