At dansa tað er at frøast

Fólk sum dansa og spæla verða í góðum lag, og kanningar vísa, at glað fólk klára seg betur og hava eisini ein betri lívskvalitet, segði Regin Eikhólk m. a. í røðu, hann helt á Vaglinum í Havn við setanina av Landsdansistevnuni seinasta leygardag

 

?Heilir, sælir mínir menn!

Á hesi morgunstund

skulum vær nú til Havnar suður

á tann trúnarfund.?


FØROYSKUR DANSUR


Ja soleiðis tekur Kvívíksskaldið Jóan Petur uppi í Trøð til, tá hann í Tróndarkvæðnum letur Gøtu-Trónda heilsa viðhaldsmonnum sínum, sum vóru savnaðir uttan fyri hjá honum í Norðragøtu, á veg suður til Havnar at standa í trúnaðarstríði við sjálvan Sigmund Brestisson. Nú 100 ár eru liðin, síðani Jóan Petur uppi í Trøð doyði, og í fjør var 1000 ára hátíðarhald fyri, at Sigmundur kristnaði føroyingar, so er heilsanin hjá Gøtu-Tróndi til síni viðhaldsfólk ikki ólík teimum, vit hoyra í dag. Ella sum teir gomlu søgdu, at onki er nýtt undir sólini!

Í eldri tíð vóru kvæðini munnborin. Tær fyrstu uppskriftirnar av føroyskum kvæðum, sum vit vita um, eru frá tá danski fornminnisavnarin, Ole Worm, heitir á Havnarprestin Hans Rasmussen um at senda sær nøkur dømi um føroysk kvæðir. Hetta var í 1639, men tær uppskriftirnar fóru fyri skeyti í tí stóra eldsbrunanum, sum herjaði Keypmannhavn í 1728.

Tær næstu kvæðauppskriftirnar, sum vit kenna til, eru frá, tá Jens Chr. Svabo í 1770-árunum fór undir sína savning av føroyskum kvæðum. Hann hevði tó valla ímyndað sær, at tað nú gott 200 ár aftaná skuldi vera møguligt at síggja Vaglið her í Havn avtikið við aktivum eldhugaðum ábyrgdarum fyri hin føroyska dansin.

Í fyrra savninum hjá Svabo, sum helst er skrivað í 1773 og ber heitið:

»Kvêaïr eller Gamle færøske Sange udskrevne ved Jens Chr. Svabo«,

eru trý kvæðir, og hesi hevur hann allarhelst fingið sendandi úr Føroyum. Seinna og størra savnið er frá hansara føroyaferð í 1781-82, og ber heitið:


»Færøeske Kvêaïr, eller Gamle Kjæmpe-Sange samt Rujmur, samlede og optegnede i Aarene 1781 og 1782.«

Í innganginum til hetta seinna savnið - 52 kvæðir - skrivar Svabo:

»Naar en om 100 år, eller kortere tid, der søger ved Old-Sagers Grandskning i Norden at give Fædrenelandet Oplysning og ære, vilde vide, hvordan disse Sange have været, saa vil han med Rimelighed neppe finde spor dertil, ifald de nu ikke bleve optegnede, da de for nærværende Tid synes at ligge, formedelst Hukommelsens Utroeskab, i sidste Aandedræt.«

Eisini Jóhannes í Króki á Sandi, faðir at Sandoyarbókini, ið rúmar 93 kvæðum, hevði lítla tiltrúgv til, at føroyska dansinum var lív lagað. Hann skrivar í sínum endurminningum, at hann í 1819 av Hentze prósti, vegna Canceliet, táverandi stjórnarráðsskrivstovan í Keypmannahavn, var biðin um at innsamla so mong av teimum gomlu kvæðunum sum møguligt.

Sjálvur hevði hann eitt kopi eftir, ikki so nógv fyri sína egnu skyld, men sum hann skrivar:

»- for den efterkommende ungdom, at de kunde see hvad fortidens ungdom havde til fornøielse at qvæde i deres dansetid, i stedet for at ungdommen så lidet ved om disse, da de nesten vare gangne ud af brugen, men ungdommens fornøilse nu mest bestod i at drikke brendeviin og synge skøgeviiser.«

Jóhannes í Króki, ið var ein gudsóttandi maður, skrivar í viðmerkingunum til Sandoyarbókina hjá sær millum annað, at hann vónar at bókin verður virðiliga viðfarin,

»- at den som denne bog faar i havende hævd ikke vil lade den udjaskes blandt de gemene, men om nogen er begierede da tilsted ham at gaae ind og lære hvad ham synes. -«

Og seinni í viðmerkingunum roynir hann at koma møguligum álopum í forkeypi, tá hann sigur:

»-Alligevel at derudi findes ikke guds ord, saa haaber jeg dog at der af skeer intet forargelse, og om der af skulde noget forargelse skee, saa kan min enfoldighed det ikke forstaae, -«

Móti endanum skrivar hann:

»- saa beder jeg min gud at han ikke tilregner mig dette arbejde til synd, -«

Dagfest 6. juli 1831.


Svabo í sínum akademiska umhvørvi í Keypmannahavn hevði heilt aðrar fortreytir enn tann sjálvlærdi ella autodidakturin Jóhannes í Króki, sum búði í eini lítlari bygd við autentiskum kvæðaumhvørvi, og sum hann sjálvandi kendi út og inn. Kortini eru báðir samdir um, at føroyska dansinum er ikki lív lagað.

Hinvegin so hevur Jóhannes í Króki verið sera djúphugaður, tí hann torir og loyvir sær at ivast, um tað veruliga er nøkur andsøgn ímillum okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan. Um kvæðauppskrivingin kann forarga nakran,


» ? saa kan min enfoldighed det ikke forstaae, - «, skrivar hann.

Við sínum iva setur hann óbeinleiðis spurning við, um okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan eru mópartar ella antagonistisktar, tí eftir hansara fatan er okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan javngóðir partar av okkara siðvenju, hóast kvæðamentanin tá stóð fyri einum hóttafalli.

Tað skuldu tó ganga útvið 200 ár, áðrenn vit á Føroya Løgtingi umsíðir fingu staðfest, at okkara kvæðamentan er ikki ein antagonistur ella mótpartur til okkara gudsóttan, men at kvæðamentanin og føroyski dansurin er ein virðiligur og javngóður partur av okkara siðvenju. Hetta hendi, tá Føroya Løgting í 1997 viðtók nýggju fólkaskúlalógina at koma í gildi árið eftir. Nýggja fólkaskúlalógin gevur loksins okkara aldargomlu kvæðamentan javnbjóðis rættindi innan føroyska skúlagátt, og tøkk fáið tey fyri tað.

Til sammetingar kann sigast, at bátsbandið í Føroyum varð avtikið í 1865, samstundis sum trælahandilin í USA varð avtikin, men føroyski dansurin varð fjøtraður av sínum egnu uttan fyri skúlagátt heilt til 1998. Kanska hevur henda fjøtranin givið føroyska dansinum tað neyðuga seiggið til eisini at klára seg framyvir.

Eg ætli mær ikki at troytta tykkum meira við leksikalum upplýsingum um nær hvar og hvussu, men líka nema við í hvønn mun føroyski dansurin sampakkar við okkara nútíðar samfelag.

Er føroyski dansurin kanska bert ein leivd frá eini farnari tíð - eitt anakronistiskt fyribrygdi ? har nøkur fá reaktioner, sum ikki klára at fylgja við tíðini, hava funnið sær eina í tíðarhavinum stagneraða rók til at halda gleim og troða trampedans á? Ella meiri einfalt er føroyski dansurin moðin? Har tað sum kvøðið verður er gamalt, torskilt og óviðkomandi?

Hetta eru alt viðkomandi úttalilsi, sum í einum ella øðrum samanhangi hava staðið í onkrum av okkara bløðum, men tíbetur har stendur so mangt annað, eisini gott um føroyska dansin. At hann er berari av okkara móðurmáli og ein av okkara dyggu mentanarkjølfestum við 600 árum á baki. Síðst og ikki minst so er tann føroyski dansurin eitt virðiligt samleikaeyðkenni í mentanarligum høpi.

Venda vit aftur til Tróndarkvæði, sum eg byrjaði við, so er ósemjan ímillum Trónda og Sigmund eins aktuel í dag sum fyri 1000 árum síðani. Tróndasa ráð eru at:

»Vápnaðir vit allir gyrða

Sigmund í ein ring,

treingja hann við vápnum hart

og sjálvir halda ting.«

Í dag eru so mong, sum sjálvi vilja halda ting, men Tróndarkvæði lærir okkum, at eingin kann trúða ella hótta seg til varandi frið, tað hevnir seg. Bert í sátt og semju finnur ein varandi frið.

At føroyingar í øldir hava yrkt og kvøðið alt frá fornum kappakvæðum, halgikvæðum til tað meiri romantiska og ikki at gloyma tættirnar, hevur sjálvsagt sett sín dám á okkara hugburð og málisku, tí flestu teirra eru yrkt við eina pointu. Tað veri seg moralskt ella etiskt, upplýsandi ella meiri hugsjónarligt. Í hvønn mun okkara hugburður beinleiðis er ávirkaður av okkara kvæðamentan er trupult at siga, men eitt ávíst seiggi og lívskæti tykist altíð at vera í kjalarvørrinum, har føroyski dansurin er vælkomin.

Jóan Petur upp í Trøð sigur í føroysku brúðarvísuni:

»- at dansur og spøl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so staðið. Slík evni í allari skepnu er løgd, alt bendir á sama lagi -«.

Tú merkir tað lívsjáttandi undirspælið, og eginleikarnar at gleðast tilskrivar hann øllum skepnum. Tað var eisini Jóan Petur upp í Trøð, sum fyri yvir 100 árum síðani yrkti tað altíð aktuella ?Gentukæti? ella ?Til Havar vit fara?, sum tað eisini verður rópt.

At dansa føroyskan dans er at fara inn í ein felagskap, har pláss er fyri øllum. Ung og gomul, kvinna sum maður, høgum sum lágum, sangfuglum sum kálvum. Hesin fjølbroytti skarin setur stór krøv til okkara siðmenning og toleransu yvirhøvir, og tað at fleiri ættarlið kunnu sampakka í føroyska dansinum, gevur okkum ein samanhang ella kontinuitet í okkara samleika, sum nútímans døgnflugumentanin hevur trupult við at geva okkum.

Tað var tí sera gleðiligt, tá Føroya Løgting viðtók, at føroyskur dansur skuldi fáa fast innivist í nýggju fólkaskúlalógini frá 1997, sum sostatt gevur øllum børnum møguleika fyri at nema føroyska dansin á grundstigi frá ungum árum av. Ein so fáment tjóð sum tann føroyska má kunna geva sínum borgarum ein tilvitandi samleika, ið bæði er eitt mentanarkjølfesti og ein felagsnevnari, sum tey stolt kunnu bera innan í sær sjálvum og kunnu savnast um, uttan mun til, hvør ein er, og hvar ein er.

Ungdómurin, sum í dag hevur heilt aðrar fortreytir enn fyrr, er munin meiri frígjørdur og sjálvstøðugt hugsandi. Tann gamla sosialiseringsfunktiónin, har tey ungu tóku upp eftir teimum eldru, krevur eina hugburðsbroyting, tí vitan og medferð nú skulu doserast, har áður varð tikið eftir fyridømi frá eldri.

Henda hugburðsbroytingin tykist longu í ávísan mun at hava hepnast. Føroyar eiga í dag ein hóp av ungdómi, sum í føroyskum dansi vísir bæði hegni og áræði. Eisini verður nógv gjørt burturúr at útgeva kvæðabøkur og annað hóskandi tilfar, sum stuðlar undir áhugan fyri føroyska dansinum.

Tað tykist at vera ein alheims fatan, at dansur og gleði hoyra saman.

Norðadalsskaldið, Andrias M. Reinert, yrkti um hin føroyska dansin og sigur í einum ørindi:

»Menn sum leingi hava verið reiðir,

og ikki hava talað um teir møttust um leiðir,

- koma teir saman eina dansinátt,

teir blíva aftur vinir og alt verður gott.«

Fólk sum dansa og spæla verða í góðum lag ,og kanningar vísa, at glað fólk klára seg betur og hava eisini ein betri lívskvalitet.

Eg fari at enda við fyrsta ørindinum úr einum sangi, sum fyri nøkrum árum síðan bleiv yrktur til eitt kvæðahøvi, og sum eg meti, at øll sum standa her kunnu taka undir við: