r. Einar og Palma settu búgv Norðuri á bakka í Fuglafirði, og fingu tey sjey børn. Alexsandra og Maria búgva í Danmark, Dinna, Hjørleif, Áku og Petur búgva í Fuglafirði, og Niels býr á Skála. Abbi sigldi [...] “Nå ja, godav godav” sigur Schlüter, og so flentu teir báðir og fingu eitt gott prát saman. “Jú jú, man skal altíð biðja góðan dag, høgur sum lágur”. Soleiðis var hansara lyndi – fryntligur, bersøgin og [...] ikki hevði roykt so illa og leingi, so kundi tú átt eina flotta Villa?”. “Tað er møguligt, men tú hevur ongantíð roykt, hvar er tín Villa?”. Jú væl dugdi hann at svara aftur. Ótolin var abbi eisini. Um
umhvørvinum inni og úti, tí snøggari hús var neyvan í bygdini hesa tíðina. Mia man vera besta prógvið um, at aftan fyri ein góðan mann, stendur ein góð kona. Tá ið Gunnar var farin, og Inga, systkinini hjá Miu [...] “Hevur tú fingið nakað at eta ... døgurða ... náttura”. Hetta vóru at kalla síðstu orðini frá mammu – orð, sum vit so ofta høvðu hoyrt áður. Hon hevði eitt ómetaliga stórt umhugsni og stóra umsorgan fyri [...] húsini hjá Gunnar og Ingu stóðu klár at flyta inn í, tá ið tey fluttu suður. Mamma Ingu var Sunneva Maria fødd Kjærbo úr Sumba, sum Mia var uppkallað eftir, og Gunnar hevði mangar raskar sumbingar við sær
pápin læt byggja. Árið eftir gjørdist hann fyristøðumaður. Nú byrjaði eitt langt tíðarskeið, sum hevur fylgt hjúnunum, eisini eftir at tey løgdu frá sær. Tey komu sum fyristøðupar at starva saman 24 tímar [...] samfelag okkara. Bjarta dámdi væl at samskifta við øll menniskju, og hann kom við tí góða. ”Maður er mans gaman.” Kirkjuna var hann góður við og trúgvur ímóti, og missiónin var hansara lívskall. Heilsan fór [...] at kenna Gud”, var niðurlag hansara. 5. Mósebók, har trúarjáttanin finst, er skilnaðartalan, Móses hevur fyri Ísraelsfólki. Móses endaði talu sína við hesum orðum: ”Eg stevni í dag bæði himni og jørð til
bloytti, so tolin sum hann altíð var, segði hann bara »hetta man fara at laga seg«. Majan var røsk at binda, tað eru ikki fá eygu ið hon hevur latið av stokkum. Tá Kristina og Bergit vóru lítlar, bleiv alt [...] tykkum fyri, og øll tey góðu minnir vit eiga um tykkum. Sakinurin er stórur. Hvíl í friði. Johanna Maria
góðan starvsfelaga og vin, og Janne, sum er okkara skúlaleiðari, hevur mist sín kæra mann, lívsvin og “soulmate”, og familjan annars hevur mist ein kæran pápa, verpápa, abba, bróður, svág og son – og missurin [...] tey m.a. vóru farin til Danmarkar at halda. Kristinn tók læraraprógv á Jelling Seminarium 1971 og hevur verið lærari á Vejlefjordskolen 1971-73, Vejle Fri Børneskole 1973-78, Johannesskolen í Vejle 1978-79 [...] eisini sera høgt upp í síni egnu børn og stuðlaði teimum í øllum. Tatjana, Natasha, Julian, Teresa og Maria hava mist ein ómetaliga góðan og høgt elskaðan pápa. Stóra áhugan fyri fótbólti høvdu Janne og Kristinn
At vera føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína, lesa vit í Prædikaranum 3. kap. Harímillum er eisini eitt foldarlív, sum eisini hevur tíð sína. Henda tíð kann vera misjavnt lutað ímillum okkum [...] góður við meg, og hevði altíð umsorgan fyri mær. Síðani tá havi eg hildið, at hann hevur verið serliga góður við meg og hevur hjálpt mær við so nógvum, men kanska er tað bara gitingar, tí hann var so hjálpsamur [...] arbeiðsgevara. Góðu Lillian, Sólvá og Klæmint, Viggo og Maria og lítli Bergur, saknurin er svárur, tómrúmið er stórt eftir Kára, tín elskaða mann, tykkara kæra pápa og verðpápa, sum fylti so nógv. Orð eru
so fagurt út fyri framtíðina, men inni í honum reiðraðist lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru. Annars livdi hann sít vanliga [...] hvøll spyrjandi barnarødd hoyrdist: “Mamma, hvar fer abbi ?” Fleiri av okkum svaraðu innantannað: “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og [...] ættini og vinmaður hansara, vildi, um hetta kundi læta seg gera, geva honum sítt eina nýra. Hvat hevur verið í tonkunum hjá teimum báðum og teimum nærmastu hesa tíðina, vita vit ikki. Vit víta tó, at hetta
komin. Tú var og er ein lívsjáttandi og umsorganarfullur maður. Tú varð altíð glaður og sang altíð, man sá gleðina sum lýsti í eygu tínum, tá tú gleddist um okkurt og júst hesa gleðina hevði tú til øll [...] eg og hetta flentu vit altíð eftir, men um tú ikki var heilt væl fyri onkran dag segði tú altíð:" Maria, ogur bæði hava havt eitt gott lív saman og je eri góður við teg, minst til tað". Nú vit fara at nærkast [...] tíverri ikki, men tú hevði verið og er ótrúliga góður við hann. Takk fyri alt abbin, takk fyri at tú hevur ríkað okkara lív hvønn einasta dag. Saknurin er stórur, tú er í okkara tonkum hvønn einasta dag. Hvíl
At skriva minningarorð um ein, sum ein hevur fylgst við og hevur havt samfelag við, bæði til gamans og álvara, upp gjøgnum barna- ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa [...] ein mánaði ímillum. Sum verða man er slíkt sera hugstoytt, tá sorgin og saknurin kemur, og ein kanska hugsar, hví hendir hetta meg ella okkum. Men eg hugsi, at Skaparin hevur lagt hetta í okkum, at vit rokna [...] hann, um hann longu var keddur av at vera bóndi. Nei, segði hann, men Esmar hevur góðan hug til seyð og jarðarbrúk, og hann hevur góð evnir, kanska eitt sindur bráður og fortur, men tað skal nokk fara av
hann sat inni við. Seinnu árini hevur Anders róð út við Sjófarinum, ið hann var so sera stoltur av og góður við. Og ikki eru tað smávegis rúgvur av fiski, ið hann hevur drigið til lands; ein fiskiklógv [...] sjógarpur ikki kemur aftur á hesar leiðir. Orð eru so fátæk, ein kundi hildið á at skriva um henda megnar mann. Men eg fari at takka tær Anders, fyri alt ið tú lærdi meg frá ungum árum av í lívsins harða skúla [...] Anders Wiberg. Somuleiðis við djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava: Óluva, Oskar, Bodil og Maria og øll familjan annars. Takk fyri alt, frægi frændi. Minnini goymi eg í mínum hjarta, til tann tíð