Tit giftust í Sands kirkju 26. mars 1947, stórkavi lá um alt landið, so brúðurin vassaði í kavanum í gummistyvlum og brúðarstási út í kirkjuna.
Tit búsettust í Mykinesi, tey fyrstu árini fingu tit tvær gentur, Kristinu í 1947 og Bergit í 1948. Tá tær komu til skúlaaldur, fluttu tit til Havnar, Hans var sjómaður, men hann arbeiddi eisini á landi, á heilsøluni hjá Poul Hansen og á Baccalao meðan hann bygdi húsini í Mortanstovubrekku.
Men sjógvurin dróg, fór at sigla við Tjaldrinum, tann fyrsta túrin var samanstoytur í Oyrasundi millum Tjaldur og Colorado, tá kom hann ikki til skaða, men nøkur ár seinni misti hann tveir fingrar, tá teir skuldu loysa av Havnini, tað var ringt hjá honum, eg minnist hann sat við hesum stubbunum í sápuvatni og bloytti, so tolin sum hann altíð var, segði hann bara »hetta man fara at laga seg«.
Majan var røsk at binda, tað eru ikki fá eygu ið hon hevur latið av stokkum. Tá Kristina og Bergit vóru lítlar, bleiv alt bundið, frá innast til uttast, ja um tað so vóru kavadraktirnar so blivu tær eisini bundnar, ja flottir vóru kjólarnir, ið hon bant teimum, og tað var ikki bara uppá tey hon bant, men eisini uppá tey nærmastu.
Tað var saknur hjá Maju tá eyguni fóru at bila og hon ikki sá at binda meir.
Í 1967 fingu tit Jóhannes, tá var frøði, vit fingu øll ein lítlabeiggja, annars høvdu tit forkela mínar dreingir, sum um tit áttu teir sjálvi, teir vóru jú eisini góðir við tykkum, bæði mostur og gubba.
Vit hava so nógv at takka tykkum fyri, og øll tey góðu minnir vit eiga um tykkum. Sakinurin er stórur.
Hvíl í friði.
Johanna Maria









