Minningarorð um Kristinn Johnsson

lærara í Adventistaskúlanum

“Góða summarferiu, Kristinn” – søgdu vit øll – vaksin sum børn síðsta skúladag fyri summarferiuna. Kristinn gekk hugagóður sum altíð og riggaði av. Tað síðsta vit sóu til hansara var, at hann – sum so ofta – ruddaði og feiaði í skúlagarðinum. Lítið vardi tað okkum, at vit ikki skuldu síggjast aftur í livandi lívi. Eftir sera stutta sjúkralegu andaðist Kristinn Ólavssøkumorgun. At hetta er ein sera stórur missur fyri skúlan, starvsfelagarnar og næmingarnar kunnu øll hugsa sær til, og ikki er missurin minni fyri Janne og familjuna alla. Vit gráta, syrgja og sakna saman við teimum. Vit hava mist ein sera góðan starvsfelaga og vin, og Janne, sum er okkara skúlaleiðari, hevur mist sín kæra mann, lívsvin og “soulmate”, og familjan annars hevur mist ein kæran pápa, verpápa, abba, bróður, svág og son – og missurin er sera svárur fyri øll. 


Kristinn var sonur Hallgerð fødd Kallsoy og John Sivertsen frá Gjógv. Han var føddur 6. desember 1947 í Íslandi við tað, at Hallgerð og John búðu í Íslandi um hetta mundið. Krisinn vaks upp í Havn, men elskaði at vera við Gjógv hjá familjuni har – serliga um summarið. Bert 13 ára gamal fór Kristinn til Danmarkar at ganga í skúla. Har møtti hann tvey ár seinni Janne, og tey hava verið saman síðan. Kristinn andaðist dagin eftir teirra 40’ára brúdleypsdag, sum tey m.a. vóru farin til Danmarkar at halda. Kristinn tók læraraprógv á Jelling Seminarium 1971 og hevur verið lærari á Vejlefjordskolen 1971-73, Vejle Fri Børneskole 1973-78, Johannesskolen í Vejle 1978-79 og í Adventistaskúlanum síðan 1985. Kristinn lærdi til húsasmið 1979-85. 


Kristinn hoyrdu til tey friðarligu í landinum. Hann gjørdi einki hóvasták burtur úr sær sjálvum, men hann gjørdi so mikið størri mun, har ið hann var. Hann hvíldi í sær sjálvum – var idealistiskur og ósjálvsøkin, virkin og nærlagdur. Eingin var órørdur og óávirkaður eftir eitt møti við Kristinn. Hann var altíð jaligur, hevði tíð til tín, lurtaði eftir tær og hevði samhuga við tær. Kristinn livdi fyri onnur og var ein persónur, ið tú gjørdist góður við. Hann var spæligubbi og spældi við børnini í skúlagarðinum, hann var teirra vinur og mentor. Børnini elskaðu Kristinn. Hann var umsorgarfullur og engasjeraður, gáaði eftir teimum og hevði virðing og áhuga fyri teimum. Hann var ein sera góður starvsfelagi, var semjuskapandi, sosialur og stuttligur – altíð í góðum lag og til reiðar at hjálpa – spardi seg ikki í nøkrum. 


Eingin uppgáva var ov stór og eingin ov lítil fyri Kristinn. Um tað var at undirvísa, vera stuðul, hjálpa til við tí fyrisitingarliga, ella gera handligt húsavarðaarbeiði, vaska, røkja og bøta um – tað var líka mikið. Kristinn dugdi alt og vildi alt. Hann var ikki smáligur, men hjálpti øllum og hjálpti til við øllum. Tað var bara hálvtalað orð, so stóð hann – eisini í orðsins rætta og bókstavliga týdningi – á høvdinum fyri tær. Tá ið onnur krupu inn í ein bil undan regni og vindi, rann Kristinn yvir í Svimjihøllina at undirvísa í svimjing og heim aftur. 


Kristinn hevði sera góðar gávur og var eitt satt multitalent, og illa ber til at siga frá øllum. Hann dugdi sera væl at siga frá, kvøða og syngja og var sera musikalskur, hann dugdi at tekna og mála og málaði stóru pallmyndina til árligu skúlaframførslurnar, sum hvørt ár var eitt prýði í skúlahøllini í eitt heilt ár, hann dugdi sera væl við tølum, støddfrøði og náttúruvísund, hann hevði stóran áhuga fyri idésøgu, heimsspeki og nýggjum pedagogiskum hugsanum, hann var sera fimur og evnaríkur kropsliga, gjørdi ítrótt, fimleik og svam við børnunum, gekk fjøllini og hevði kropp og konditión sum ein unglingi, var altíð fremstur, tá ið vit vóru útferðir og gongutúrar, var ein dugnaligur smíðlærari, handverkari og byggifrøðingur og stóð fyri byggingini av Gjáargarði. 


Kristinn – eins og Janne – gekk eisini sera høgt upp í síni egnu børn og stuðlaði teimum í øllum. Tatjana, Natasha, Julian, Teresa og Maria hava mist ein ómetaliga góðan og høgt elskaðan pápa. Stóra áhugan fyri fótbólti høvdu Janne og Kristinn saman og vóru soninum Julian hollur stuðul á leiðini sum fótbóltsspælari og yrkisleikari. Ikki er ilt at gita, hvaðani Julian fekk sítt treysti og sín stríðsanda frá. Janne og Kristinn hava verið saman til at kalla allar fótbóltsdystirnar, og fótbóltsprátið og -veddingin á skúlanum hava verið hugalig ítriv. 


Vit fara at sakna Kristinn, hansara skemtingarsemi og gamanslyndi, hansara vit, fynd og hittinorð, hansara stilla kærleika til umhvørvið, hansara ótilgjørda og einfalda sinnalag, hansara treystu ond, hansara listaligu gávur og musikalitet, hansara søgur og evnini at siga frá og hansara lívsgleði og gleðina fyri lívið. Kann vera, at maður kemur í manns stað, men eingin megnar fult út at fylla leiklutin hjá Kristinni. Orð eru ov fátøk til at siga frá okkara djúpu kenslum, samkenslum og hugsanum, nú Kristinn er farin alt ov brátt og alt ov tíðliga í góðum árum. Friður veri við minninum um okkara kæra starvsfelaga og vin – Kristinn Johnsson.


Starvsfelagarnir á Adventistaskúlanum – Bergur Godtfred


Sorrig og glæde de vandre til hobe,

lykke, ulykke de gange på rad,

medgang og modgang hinanden tilråbe,

solskin og skyer de følges og ad,

jorderigs guld

er prægtigt muld,

Himlen er ene af salighed fuld. 


Th. Kingo 1681