venja uppi á gomlu fabrikkini. Í hølunum, har dagstovnur dagliga verður rikin, er pallur og ljóðanlegg, so møguleiki er fyri at spæla tónleik. Har er hugnaligt, við dekorativum málningum á vegginum og [...] fyrstir á pallin. Havi hoyrt hendan bólkin nakrar ferðir nú eftirhondini, og havi sum oftast dámað væl tað, teir gera. Fríggjakvøldið skuffaðu teir ikki. Teir eru enn líka frískir og stuttligir á pallinum [...] bassleikara og einum væluppløgdum Filip Mortensen á odda, syrgdu teir fyri, at fólkini í Margarinfabrikkini komu til sín rætt. Haldi, at bólkurin veruliga hevur fatur á onkrum við sínum lætta, ómakaleysa úttrykki
Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti avspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi og útflutningsvirðið á veg upp aftan á tey trongu 50-árini [...] Men tað var so trongligt á borðinum, at tú fekst neyvan flutt fyri talvfólki. Fyrsta talvið okkara millum vann eg, hóast ikki stórt meir bitin av talvi enn av ludo. Men nøkur kvøld seinni vann Jákup ruddiliga [...] Telvingarfelagnum heldur enn lundi á jólanátt. Men at telva dugdu teir. Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tíma at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma, við Síðu og á Sjóvarbrúgv, tá ein hugtakandi bryggja
ketildrakt og keppi. Onkur munur má vera á okkum. Á instrumentbrettinum hoppar eitt glas av neglalakki runt saman við einari diddufarvaðari Nokia telefon. Og, jú. Hendurnar á róðrinum eru ílætnar hvítt glitrandi [...] ljóst inni í tunnlinum, og reyðu lyktirnar á lastbilinum tveir metrar framman fyri okkum koma aftur til sjóndar. Stutt eftir eru vit heilt inni í botninum á tunnlinum, her teir júst hava sprongt seg nakrar [...] skund Fremsti lastbilurin hevur longu koyrt fullfermdur framvið okkum aftur, á veg út í ljósið aftur. Heilt frammi í botninum á holinum stendur eitt djór av einari gravkúgv, sum við øgiligari ferð fyllir
og legði hondina á kistuna í nøkur sekund fyri at siga farvæl og senda eina persónliga heilsan innantanna til mammubeiggja mín. So vendu tey sær á og heilsaðu uppá tey avvararðandi á fremsta bonki. Tey [...] Tey funnu sín sess, og øll sungu sálmar og sangir, so takið næstan fór á flog. Tá ið fylgið gekk aftan á líkbilinum út á kirkjugarðin, steðgaðu fólk, ið vóru til gongu, og fólk fóru úr bilunum, sum komu [...] aftanfyri tubbakshillina í handlinum og í frystaranum við ísi. Reikandi millum gravsteinarnar á kirkjugarðinum. Og sitandi á songarstokkinum, tá eg svav – altíð við einum av mínum sigarettum millum fingrarnar.
nógv ár upp á at dvølja í tí myrka, sum koyrdi meg fullkomiliga í senk, bara fyri at finna út av, at tað einasta, eg fekk burtur úr tí, var at verða í senk. Eg eri ikki ein persónur, sum fer út á gøturnar [...] hetta? Eg havi følt, at á hinum báðum fløgunum havi eg havt persónligar demonir inni í mær sjálvum, sum eg havi útdrivið. Og tá ið tað er gjørt, so kann mann flyta seg. Tekstirnir á nýggju fløguni eru meira [...] verða noyddur rættvísa gera ta hillina, sum tú hevur sett teg á. Eg geri hetta, tí mær dámar tað og trívist við tað. Í einum av tekstunum á nýggju útgávuni spyrt tú spurningin “Gud var tað tú sum gjørdi
betur, at eg ikki sigldi úti, so eg gjørdi av at fara á læraraskúla í 1983, sigur Óli Olsen. Hann tók prógv sum lærari í 1987 og søkti og fekk starv á Føroya Sjómansskúla sama árið. - Har var eg í nógv ár [...] sjómansskúlan í Klaksvík á stovn. Hann virkaði fyrstu árini sum ein privatskúli, men gjørdist almennur í 1970-unum, sigur Óli Olsen. Mest kontroversiella bókin, ið klaksvíkingurin á Argjum hevur skrivað, [...] tankanum um at skriva eina bók um hann og hansara upplivingar á eysturfrontinum. Og tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so var Sverri við upp á tað, sigur Óli Olsen. Hann gjørdi so tríggjar drúgvar samrøður
hevði brúkt doping. Hetta kundi hon fortelja, tí hon var sjálv við Armstrong á einum sjúkrahúsi, tá hann krabbameinssjúkur á heysti í 1996 viðgekk fyri tveimum læknum, ið sjálvandi høvdu tagnarskyldu, at [...] langt síðani hevur roynt at víst á, at hann als ikki var so reinur og ósekur, sum hann ferð eftir ferð royndi at billa øllum inn. Hennara illgruni vaknaði, tá Armstrong á sumri í 1998 bað hana beina fyri [...] . Hetta glæstribílætið fór í knús, nú hann sum gestur hjá Oprah Winfrey valdi at leggja nøkur av sínum kortum á borðið. Har var nógv, ið hann einki valdi at siga um, men sum rætt er, heldur hann óivað
freistast til at siga: ”Tú ert argur, tí hann koyrdi tykkum á húsagang.” Til tað vil eg siga: Ja, eitt sindur argur, men sera harmur um øll okkara dugnaligu starvsfólk á Faroe Seafood, sum upp undir jól 2010 blivu [...] Tá ið eg, nú ein dagin, kom aftur til Føroya og stóð á rampuni á flogvøllinum, kendist luftin so óvanliga frísk og klár. Komin til hús, fór eg at lesa bløðini. Sá beinanvegin eina grein, um at Astrup var [...] skuldi staðfestast, fór Eik á húsagang. Astrup kom heim, til at verða stjóri í Eik. Kann verða, at hann hugsaði, at nú var ”gengældelsens time” komin – eftir at Faroe Seafood nøkur ár frammanundan hevði skift
alt lívið – sum blaðungur koyrdi hann rutubil sínum Rambler, hann róði út við seksmannafari og seinni var hann førari á gravimaskinum í eina tíð eisini og onkran túr var hann á sild. Men arbeiðið fram um [...] lættur á fótum til arbeiðis. Allar fyrst á morgni eina tíð av árinum eru tað tó seyðirnir, sum fáa vitjan og eitt strá til dagin. Hendurnar eru skrúvaðar rætt uppá hjá pápa, sum serliga hevur hegni á mekaniska [...] um øll arbeiði hevur verið á Havsbrún, har hann fekk arbeiði í 1966 – har arbeiðir hann enn. Tey flestu árini var hann formaður á aðrari vaktini, 12 tímar um dagin, 7 dagar um vikuna stóran part av árinum
tíðindamaður ---- Ikki tí at tað hevði verið nøkur vanlukka fyri mannaættina, men herfyri mundi eg latið lív í ferðsluni. Tað var, tá ið ein VW Transporter koyrdi oman eftir Torfinsgøtu, samstundis sum eg [...] um tosaði í fartelefon. Hann mundi rakt meg. Men hann rendi á eitt skelti ístaðin. Skeltið bognaði, bilurin steðgaði, og eg fór víðari á lívsleiðini. Tað rakar láglønt Ráð er eftir øllum at døma fyri [...] afturvendandi hamarshøggunum, sum stovnar og myndugleikar lata dynja í heysin á sínum neyðars tegnum. Theodor: Tað havi eg ikki formerkt Á asosialu miðlunum sigur onkur seg bera ótta fyri, at Føroyar ganga sama