Í tvey áratíggju hevur hann verið har – onkrastaðni í almenna landslagnum.
Petur Pólson hevur givið yrkingasøvn út, hann hevur spælt tónleik, og sum almennur persónur hevur hann eisini kjakast og hugleitt í miðlunum.
Petur Pólson, sum er úr Gøtu, býr nú í Sandavági, har hann hevur familju og arbeiði sum fólkaskúlalærari. Tað er fittur teinur frá tilveruni, sum hann hevði fyri 15 og 20 árum síðani, og til ta meira borgarligu tilveruna, sum hann hevur í Vágum nú á døgum.
Men Petur Pólson hevur ikki slept tónleikinum og yrkingunum, og í næstum gevur hann triðju solofløguna út – hon kallast Transit. Vit hava lurtað eftir sangunum og kaga í yrkingarnar, og so settu vit Peturi stevnu heima í Sandavági.
Har tosaðu vit millum annað um yrkingina “Pissa ímóti vindinum”, um at venja seg við lortið, sum hann skrivar í einum niðurlagi, og um at angra og liva lívið.
Í einum teksti skrivar tú um at pissa ímóti vindinum. Øll, sum gera okkurt, pissa ímóti vindinum. Hvat leggur tú í hetta?
Eg havi følt, at á hinum báðum fløgunum havi eg havt persónligar demonir inni í mær sjálvum, sum eg havi útdrivið. Og tá ið tað er gjørt, so kann mann flyta seg. Tekstirnir á nýggju fløguni eru meira eygleiðandi av lívinum.
Danski filosoffurin Søren Kirkegaard skrivar í einum av sínum bókum “gift teg, tú angrar tað, gift teg ikki, tú angrar tað”. Líkamikið, hvat tú gert, so fert tú angra tað fyrr ella seinni. Í Bíbliuni skrivar Prædikarin, at alt hevur sína tíð – at verða glaður, keddur, flenna, gráta og so víðari. Ein vinkona hjá mær brúkti hetta úttrykkið at pissa ímóti vindi. Tú gert eitt ting, men fært tað slongt aftur í gronina upp á ein máta, sum tú ikki hevði ætlað. Tað er bara súrt – at pissa ímóti vindi.
Í tekstinum kemur so eisini niðurlagið “Tað snýr seg um at venja seg við lortið”. Tað er mín máti at siga, at vit mugu ígjøgnum tað. Vit fáa ikki eitt lív bara við gleði ella bara við sorg. Vit fáa bæði. Og so er tað eisini eitt sindur stuttligt at gera ein tekst, har mann kann siga pissa og lort og meina við nøkur djúpari ting.
Liggur tað í hesum, at lívið blívur ongantíð ordiliga gott ella lukkuligt. Man skal bara liva tað og venja seg við lortið?
Eru vit heppin, so hava vit løtur, har vit eru lukkulig. Tað er sum smáir rúsir. Tú ert ikki glaður allatíðina. Einki er konstant – gleði ella sorg, lív ella deyði ella tilvera, sum vit velja at liva – og tú mást venja teg við nógvan lort fyri at gera tað, sum tú tímur, og so er bara at vóna, at tað góða útjavnar tað ringa.
Ofta verður sagt, at vit skulu velja tað, sum vit brenna fyri og tíma at gera. Men roynir tú við hesum at siga, at líkamikið hvat vit velja, so endar tað við at vera nakað lort, og vit mugu bara venja okkum við tað?
Ja og nei. Um øll gera tað, sum vit brenna fyri, so vil heimurin doyggja í flammum. Tú verður noyddur at tilpassa teg. Eg valdi konu og børn, men eg veit ikki, um eg valdi at verða lønar- og lánstrælur í 30 ár. Tað hoyrir til, og tú mást taka tað við fyri at fáa hitt. Eitt er, tá ið tú ert 17 og 18 ára gamal og gongur og peppar teg upp, uttan at tað fær nakar stórar fylgjur. Men tú lærir við lívinum, at tað eru nakrar fylgjur. Politikarar elska at snakka um at svølgja kamelar, men nú mást veruliga svølgja nakrar kamelar í lívinum. Ein segði, at tað er betri at angra ting, sum tú hevur gjørt, enn at angra ting, sum tú ikki hevur gjørt.
Men er tað betur?
Eg vil í øllum førum siga, at uttan tað, sum eg angri, so veit eg ikki, um eg hevði kunnað sett prís upp á at verða har, eg eri nú. Tí eg trívist væl, har eg eri í tilveruni nú. Men eg trúgvi, at mistøk og lort, sum eg havi gjørt, hava verið við til at ført meg hertil. Setir tú teg at dvølja í tí, sum tú angrar, so kemur tú ikki víðari. Tú verður noyddur at góðtaka tað, sum tú hevur gjørt – eisini tað keðiliga.
Men verður tað soleiðis, at líkamikið hvat vit velja at gera, so koma vit at angra okkurt, tá ið vit blíva eldri?
Taka vit hesa “pissa ímóti vindinum” myndina, so er piss ein tann reinasta lívfrøðisliga veskan, sum finnist, men tað eru tankin og normar sum gera, at vit halda, at tað er nakað vemmiligt at pissa ímóti vindi. Eg hopi, at eg angri sum minst, um eg blívi 80 ára gamal, tí eg havi góðtikið tað, sum eg havi gjørt av góðum og ringum.
Eg havi onkuntíð hugsað, at eg burdi gjørt meira við fótbóltin, tá ið eg var 16, men eg valdi tað frá. Men tað er púra natúrligt fyri okkum menniskju, at tá vit hava valt okkurt, so hugsa vit, hvat um eg hevði valt hitt. Men vit mugu taka nakrar kjansir, tá ið vit gera eitt val – og eitt av tingunum, sum vit mugu taka við, er at pissa ímóti vindi. Men í hesum liggur eisini tað mótsatta. Við hvørt pissa vit ikki ímóti vindi.
Tú hugleiðir um lívið í tínum tekstum, men lærir mann seg við lívinum at liva?
Eg hopi, at eg dugi betur at liva nú, enn eg gjørdi fyri 20 árum síðani. Men eg veit ikki. Eg veit í øllum førum, at tú venur teg við ting, og tú lærir teg at liva við tingum. Vit svølgja kamelar. Um tað so ger meg betri at liva, veit eg ikki, men tað ger meg føran fyri at liva eina hampuliga brúkiliga tilveru, sum eg kann temja so nøkunlunda. Nú veit eg betur, hvat eg ikki tími. Eg brúkti nógv ár upp á at dvølja í tí myrka, sum koyrdi meg fullkomiliga í senk, bara fyri at finna út av, at tað einasta, eg fekk burtur úr tí, var at verða í senk. Eg eri ikki ein persónur, sum fer út á gøturnar at dansa og smílast og klemma fólk, men eg finni vónandi eitt stað, sum er mítt stað, og sum eg eri góður til hava. Wayne Rooney er ein góður fótbóltsspælari, men eg haldi ikki, at hann dugir at fáa øllum onnur ting at hanga saman altíð. Eg hopi eisini, at eg eri góður onkrastaðni.
Sum yngri vart tú kanska meira rebelskur og dyrkaði tað myrka, og í dag hevur tú eina næstan borgarliga tilveru við familju og arbeiði. Hvussu hevur hendan ferðin hjá tær verið?
Tað hevur verið knorlut, men eg havi eina borgarliga tilveru við einum twisti. Eg sleppi framvegis at bróta rutinuna eitt sindur og fara út at gera yrkingar og fløgur. Tað hevur ongantíð verið eitt mál hjá mær at fáa eina borgarliga tilveru, men eg flutti meg frá at hava eitt fanatiskt prinsipp um, at eg ikki skuldi liva eitt sovorðið lív, til at hálsfevna tað eitt sindur. Eg trívist væl – bæði undir tufluni og heimagangandi. Tað eru nakrir kamelar at slúka.
Tú hevur vant teg við lortið?
Ja, eg havi vant meg við lortið. Onkur sigur við meg, at “nú ert tú blivin borgarligur, hann sjálvur”. Og so kann eg bara svara ja, og hvat so? Eg havi ikki stungið nakran í ryggin, eg havi keypt mær hús og fingið familju. Tað er nakað tvætl at verða noyddur rættvísa gera ta hillina, sum tú hevur sett teg á. Eg geri hetta, tí mær dámar tað og trívist við tað.
Í einum av tekstunum á nýggju útgávuni spyrt tú spurningin “Gud var tað tú sum gjørdi fanan ella var hann altíð har? Innaní, uttaná, ímillum himmal og jørð” Hvat er tú úti upp á við tí?
Spurningurin er einfaldur, men svarið kann verða farligt. Um svarið er ja, Gud gjørdi fanan, so havi eg altíð ta umberingina at siga, at hallo, tú gjørdi fanan, tú skalt ikki koma eftir mær. Um svarið er nei, so má eg kanska taka ábyrgdina av at hava gjørt fanan. Er hann so innaní mær, uttaná mær ella onkra staðni millum himmal og jørð. Hetta er eitt sindur ein provokatión við tankan, um eg havi ein umskyldning, eitt skálkaskjól - ja ella nei.
Liggur nøkur ákæra í hesum spurninginum?
Eg havi ikki spurt spurningin sum nakra ákæru, sjálvt um tað kann ljóða soleiðis. Eg haldi, spurningurin spyr seg sjálvan, og fyri meg er tað befríandi bara at sleppa at spyrja hann, tí eg hevði ikki torað at spurt hann sum yngri, tá ið eg var meira bangin fyri at gera skeiv ting. Fólk kunnu ivaleyst fáa ilt í afturpartin av hesum spurninginum, men tað er ikki tí, at eg havi spurt hann.
Einaferð hevði tú í eini yrking hug at pástanda, at eingin sól er til. Er tað broytt hjá tær?
Sólin er aftanfyri skýggini, men býrt tú í Føroyum, so er skjótt at halda, at eingin sól er til. Eg skrivaði vist, at “tað er, sum um eingin sól er til”, men eg trúði tí tá. Men tað veldst um, hvussu tú sært uppá tingini.
Fakta
Navn: Petur Pólson
Aldur: 38 ár
Bústaður: Sandavágur
Starv: Lærari
Tónleikur: Hevur givið tvær solofløgur út. Tann triðja fløgan kemur út í næstum
Sitat:
Eg havi ikki stungið nakran í ryggin, eg havi keypt mær hús og fingið familju.
Um øll gera tað, sum vit brenna fyri, so vil heimurin doyggja í flammum.
Eg trívist væl – bæði undir tufluni og heimagangandi.