verjupartinum. Fer at líkjast Umframt at teir soleiðis gjørdust teir fyrstu, sum hava tikið stig frá HB hetta kappingarárið, so mundu vágbingarnir ikki minst frøast um, at liðið nú er um at taka tað skap, [...] so mundi onkur í HB-leguni tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at gera fulla nyttu burtur úr onkrum av teimum málmøguleikum, sum liðið fekk sunnudagin, tó at vágbingar helst eisini hildu tað sama. Málleyst [...] ikki annað enn at brenna beint í krovið á málverjanum, og nakað eftir var tað so HB, sum átti tørn framman fyri málinum. Eftir at bóltur varð sendur inn í VB brotsteigin kom Jón Rói Jacobsen at standa leysur
Sparikassa, sigur, at ætlanin hevur verið at dagføra álmanakkan seinastu tvey árini, men tað er so ikki blivið til tað. - Tí hildu vit, at 10 ára haldið fyri Gull Kontoina var eitt gott høvi til at broyta hann [...] upplagt at gera eina vangamynd av teimum og á tann hátt fáa tey við í kalendaran. Silvi og so Gull Bill Jacobsen sigur, at tað eru sera nógv ung, sum nýta Gull Kontoina. Og hann væntar, at tað fer at halda [...] Sparikassa, sum hava staðið fyri arbeiðinum við at gera nýggja álmanakkan hjá Norðoya Sparikassa til tey ungu, sum hava Gull Konto. Fyri at fáa Gull Konto krevst, at tú ert millum 13 og 26 ár. Kend andlit Sera
aftur at pensjónini. Kanningin frá 2007 vísti, at fyritíðarpensjónistar ikki høvdu nøktandi lívskor. Fíggjarliga var støðan hjá teimum flestu, at tað var neyðugt við serligum tiltøkum fyri at fáa peningin [...] peningin at røkka til. Familjan var oftast avgerandi fyri, at tey kundu klára seg. - Á flest øllum øðrum økjum vóru eisini avmarkingar og trupulleikar, heilt frá bústaðarviðurskiftum og at vera útihýstur [...] støður og trupulleikar, sum politiskt ella umsitingarliga eiga at loysast. Víst verður á, at dentur er lagdur á at lýsa umstøður, ið ganga aftur hjá øllum limabólkum í Megd og sum hin einstaki limurin tí
Men tað mest ørkymlandi av øllum er, at um stuðlarnir ikki sleppa at vera við, og harvið ikki kunnu gera sær dælt av venjingunum, so er vandi fyri, at skeiðini fara at detta niður fyri. Og tá verða børnini [...] aðrari venjing er tað eisini við Petø-skeiðini av týdningi, at støðið verður lagt eitt sindur oman fyri tað, tey megna, so tey hava nakað at stremba fram ímóti. - Prinsippið er tað sama, mátin, sum vit [...] - Børnini læra at gera venjingarnar, og tað gera foreldrini eisini, og tí verður tað so nógv lættari at halda fram við venjingunum heima, sigur Marjun í Jákupsstovu. Øll eru samd um, at tað er ógvuliga
runnu uppi í haganum og funnu útav, at hagin var fullur av blákollum. Vit royndu eisini at læra okkum hesi ymisku fuglanøvnini at kenna. Men eg veit ikki! Hans pástóð, at føroyingar bert kenna til ?lørdags [...] sjálvt um vit nú fara á hvør sína perong, so vita vit, at vit hava hvønn annan at heita á. At enda fari eg at ynskja flokkinum alt tað besta. Somuleiðis ynskir flokkurin skúlanum og lærarunum góðan byrð [...] fóru at vitja okkara góða floksfelaga úti í Dímun. Við Norðlýsinum fóru vit avstað á miðari nátt. Tey flestu nýttu henda vakra náttartúrin, meðan onkur var noyddur at tøma sær búkin, helst fyri at fáa pláss
ikki vita av, at tað ber til at fáa pengar fyri silini. Teir hava sagt útróðrarmonnunum í Leirvík frá, umframt at teir hava fingið avtalu við Fiskamarknaðin á Toftum og í Klaksvík um at taka í móti silum [...] Joensen, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sigur, at tey hava ikki roynt hetta fyrr. Men áheitan er komin til teirra, og tey hildu tað vera spennandi at fara undir royndina. Tað tykist kanska onkrum eitt [...] óhugsandi er ikki, at silini eisini einaferð, um ikki so langa tíð, fara at fáa góðan prís. Tittakið, sum Tavan nú er farin undir, er púra nýtt og ókent á okkara leiðum. So nýtt, at nógvir útróðramenn
sigast at vera fólksins ogn. Tá ein hugsar um, at allir føroyskir pensionistar ikki kunnu fáa nakrar fáar krónur at hugna sær við, og tá ein hugsar sær til, at vit longu nú ikki hava ráð til at »vaksinera« [...] bert tveir mánaðir síðan, at landsbankastjórin helt, at fíggjarkreppan ikki kom at ávirka okkum. Vónandi hevur hann grein í sínum máli. Eg havi hug at siga sum norðmaðurin plagar at taka til. »Den lurer jeg [...] ikki júst vit, sum nú eru pensionistar, sum hava ábyrgdina av, at tað er so torført at fáa fíggjarlógina at hanga saman? Eiga vit ikki at taka í egnan barm? Hava ikki meira enn tveir triðingar av føroysku
Undir vanligum umstøðum er tað stór skomm at tapa 5-0. Tað gjørdu Føroyar í gjár, men leikararnir hava einki at skammast yvir. Áskoðararnir hava onga grund til at spæla flovir. Frálíkir 40 minuttir Fyrstu [...] Ukraina standa aðrir fimm føroyingar, klárir at taka ímóti. Einki spurdist burtur úr hesum. Tað tóktist tó sum um, at føroyingar høvdu fingið tað burtur úr, at Ukraina hesa løtuna ikki koyrdi við heilt somu [...] Neyvan tað, ið føroyska liðið ætlaði at byggja seinna hálvleik á. Kalinichenko sleppur at standa púra leysur eftir frísparksinnlegg úr høgru, og so er lætt hjá honum at skora. Upp á níggju minuttir hevur
Ætli mær tí eisini at taka hesar trupulleikar upp í løgtinginum, fyri at vita um vit kunnu rætta upp á nakrar av hesum sosialpolitisku skeivleikunum, men eisini at seta spurningar til avvarðandi lands [...] ólk, um at greiða frá, hví hesar broytingar eru gjørdar, hvørjar avleiðingarnar eru fyri gomul og sjúk, og hvat skal til fyri at rætta óætlaðar avleiðingar, so steinur ikki verður lagdur oman á byrðu hjá [...] ð hevur framt. Tað er møguligt, at onkrir kommunulæknar ikki hava kunnað síni viðskiftafólk um hetta, og tað eigur man so at syrgja fyri beinanvegin. Eg veit eisini, at tað eru bæði læknar og onnur, sum
umframt at hann eisini ætlaði at fáa sær eina útbúgving í Danmark. Hetta sær tó út til at blíva trupult, um hann skal av landinum. Men í truplu støðuni er tað tó ein lítil uggi hjá Gunnari, at tað eru [...] Tað vóru mong, ið undraðust, tá ÍF í 2004 boðaði frá, at felagið hevur knýtt Gunnar G. Nielsen úr Argentina at hópi sínum. Eftir for- og eftirnavni at døma, kundi maðurin eins væl verið føroyingur, men tað [...] kom svarið. Gunnar fekk 30 dagar til at sleppa sær úr Danmark. Nú eru 20 dagar farnir, og um 10 dagar skal hann vera á veg til Argentina. Men Gunnar ynskir ikki at fara aftur til Argentina, sum nú er.