Fótbóltur
HB hevði ikki vunnið landskappingardyst í Vági í tíggju ár, tá teir um vikuskiftið fóru til Vágs, og hetta var longt til ellivu ár, tá teir sunnukvøldið sigldu norður aftur til Havnar.
Í so máta var javnleikurin hjá HB kanska ikki av leið, men hóast hetta, so mundi onkur í HB-leguni tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at gera fulla nyttu burtur úr onkrum av teimum málmøguleikum, sum liðið fekk sunnudagin, tó at vágbingar helst eisini hildu tað sama.
Málleyst og undirhaldandi
Tað vóru nevnliga ikki málmøguleikarnir, sum trutu, tá liðini bæði hittust sunnudagin.
Serstakliga í fyrra hálvleiki var vandi á ferð framman fyri bæði málini.
Sum skilst, so hevði HB kanska eina lítkla yvirvág í spæli fyrstu trý korterini, men tó ikki meira enn so, at VB alla tíðina var væl við.
Tað vóru eisini vágbingarnir, sum áttu fyrsta møguleikan í dystinum, tá Robert Cieslewicz varð leiktur púrasta blankur. Einsamallur við Bárði Johannesen megnaði hann tó ikki annað enn at brenna beint í krovið á málverjanum, og nakað eftir var tað so HB, sum átti tørn framman fyri málinum. Eftir at bóltur varð sendur inn í VB brotsteigin kom Jón Rói Jacobsen at standa leysur inni í málteiginum. Hann meddaði til, men bólturin støkk á tvørtræið, og træverkið var eisini fyri HB-álopum einar tvær aðrar ferðir í fyrra hálvleiki.
VB trýsti
HB hevur higartil í ár havt eitt løgið fyribrigdi við í spæli teirra. Sum dysturin líður fella teir alt meira aftur á vøllin, og soleiðis var eisini í Vági sunnudagin.
Hesa ferð komst tað helst eisini av, at heimaliðið longu frá byrjan av seinna hálvleiki royndi at leggja eitt ógvusligt trýst oman móti HB-málinum.
Heilt tíðliga í dystinum kundi hetta givið mál, tá Robert brádliga stóð leysur við brotsteigarmarkið, meðan Bárður stóð langt úti úr málinum. Heldur enn at lobba, valdi hann tó at bíða, og so kundi HB verjan koma upp á pláss.
Verður sæð burtur frá hesum heldur tilviljdarliga møguleika, so var tað so sum so við teimum opnu møguleikunum seinna umfarið. HB verjan hevði nú eisini meira djúpd í, soleiðis at illa bar til at stingu bóltarnar inn um verjuketuna, og hóast nakrar royndir vórðu gjørdar, so var eydnan heldur ikki við vágbingum, tá roynt varð at skjóta útifrá.
Sostatt var javnleikurin kanska eitt rættvíst úrslit. HB hevði kanska fleiri møguleikar fyrra umfarið, men trýstið hjá VB í seinna kundi meira enn so viðført onkran møguleikan, um teir hjá HB ikki vóru somikið nærlagdir í verjupartinum.
Fer at líkjast
Umframt at teir soleiðis gjørdust teir fyrstu, sum hava tikið stig frá HB hetta kappingarárið, so mundu vágbingarnir ikki minst frøast um, at liðið nú er um at taka tað skap, sum roknað varð við undan kappingini.
Skaðar í rúgvuvís hava fram til nú forðað fyri, at venjarin hevur kunna sett sterkasta liðið, men sunudagin var tað sjónligt, at tá VB hevur allar mans tøkar, so teljast teir avgjørt millum sterkastu liðini í landinum.
Í verjuni vóru báðir Jacobsen-tvíburðarnir nú aftur tøkir, og framman fyri teir átók Marek sær sjálvsagda leiklutin sum spælstýrari á miðvøllinum. Onkrar smávegis justeringar eru kanska eftir at fremja, men við spælinum og hugburðinum, sum teir hesaferð sýndu, er als ikki óhugsandi, at eitt líkinda úrslit fer at spyrjast burturúr, tá teir um eina viku leggja leiðina til Gøtu.
Sum nevnt omanfyri, so munu teir í HB hóast alt vera fegnir um at fáa stig í útidystinum, sum søguliga er hin torførasti hjá felagnum. Liðið er framvegis ósigrað í oddinum á stigatalvuni, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at eitt FM á ongan hátt verður mist vegna ein javnleik í Vági.
Komandi vikuskifti stendur aftur ein torførur útidystur á skránni, tá HB vitjar á Toftum, og fæst eisini eitt gott úrslit í hesum, fer av álvara at líkjast hjá havnarliðnum, tó at tað enn helst er dekan ov tíðliga at hugsa um, hvussu endastøðan verður.
Dysturin í tølum
VB-HB 0-0
Dómari: Niklas á Líðarenda
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Slobodan Madzar, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Mortan úr Hørg, Gilsi Sveinbjørnsson ? Robert Cieslewicz, Nena Zivanovic
HB: Bárður Johannesen ? Tór-Ingar Akslelsen, Jan C. Dam, Jóhannis Joensen, Hans á Lag ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum