Ótespiligur journalistikkur í Sosialinum um sosialpolitisk álvarsmál

Forsíðan í vikuskiftis Sosialinum og opnan inni í blaðnum kann ikki standa uttan nakra reaktión frá politiskari síðu.

Ætli mær tí eisini at taka hesar trupulleikar upp í løgtinginum, fyri at vita um vit kunnu rætta upp á nakrar av hesum sosialpolitisku skeivleikunum, men eisini at seta spurningar til avvarðandi landsstýrisfólk, um at greiða frá, hví hesar broytingar eru gjørdar, hvørjar avleiðingarnar eru fyri gomul og sjúk, og hvat skal til fyri at rætta óætlaðar avleiðingar, so steinur ikki verður lagdur oman á byrðu hjá veikastu bólkunum í samfelagnum.

Men samstundis haldi eg Sosialurin ber málið fram á ein sera ódámligan hátt. ”Vísið náði” - ”Vælferðarføroyar eru í fillum” boðar Sosialurin frá. Tá journalistar taka so dýran til, og tá blaðstjórin loypir aftaná og borðreiðir boðskapin upp á ein so kensluliga ágangandi máta, so mugu vit krevja, at tað liggur eitt handfast journalistiskt arbeiði aftanfyri. Tað ger tað ikki í hesum føri hjá Sosialinum. Tað tori eg at siga, tí eg kenni eitt sindur til heilsuøkið.

Lat meg vísa á sum dømi, at inni í blaðnum standa 6 kassar sum dokumentatión hjá hesum trimum journalistunum á Sosialinum. Um tit nú ómaka tykkum at lesa teir tríggjar kassarnar, um ”Dement og hjartasjúklingar”, um ”Sjúklingar annars” og um ”Diabetikarar”, so er innihaldið í øllum hesum trimum kassunum nøkulunda tað sama og byggir á somu broytingar viðvíkjandi heilivági, har egingjaldið hjá pensjonistum er hækkað og stuðulin til ávísan ikki-stuðulsgóðkendan heilivág og kostískoyti er tikið burtur. Rætt er, at hetta hevur elvt til stórar trupulleikar í fleiri førum.

Men tað er ein journalistisk villleiðing, tá tað í einum kassa verður sagt, at hjartasjúklingar ikki longur fáa stuðul frá landinum til teirra heilivág, og tí er teirra heilivágur farin úr 200 uppí 3000 kr um ársfjórðingin. Eg eri sjálvur hjartasjúklingur. Eg havi í fleiri ár fingið Coversyl, ein sera dýrur heilivágur, sum kostaði 541,53 kr fyri pakning við 90 tablettum. Nú er tað broytt soleiðis, at stuðulin til Coversyl er tikin burtur, og í staðin fyri gevur kommunulæknin mær nú resept upp á samsvarandi hjartaheilivág, sum eitur Corodil. Hann kostar 21,20 kr fyri pakning við 100 tablettum. Mín partur er altso nú 10,60 kr, meðan eg fyrr skuldi gjalda 15-20 ferðir so nógv. Hetta er tí ein gagnlig broyting, sum apoteksverkið hevur framt.

Tað er møguligt, at onkrir kommunulæknar ikki hava kunnað síni viðskiftafólk um hetta, og tað eigur man so at syrgja fyri beinanvegin. Eg veit eisini, at tað eru bæði læknar og onnur, sum seta spurnartekin við, um Coversyl í øllum førum kann umbýtast við Corodil. Men hetta umbýti verður gjørt eftir tilmæli frá yvirskipaða heilsuvágsmyndugleikanum Dansk Lægemiddelstyrelse, og hetta umbýtið er tí sett í verk í Danmark, og tað hava so føroysku heilsumyndugleikarnir eisini hildið var rætt at gera.

Her áttu journalistarnir at sett seg í samband við t.d. Landsapotekaran, og spurt hann, hví hetta umbýti við hjartaheiliváginum verður gjørt.

Hinvegin er tað rætt, sum skrivað verður, at tað er komið ógviliga skeivt fyri, at stuðulin til ávísan heilivág til demenssjúklingar er tikin burtur. Og tað má man so syrgja fyri at rætta uppaftur.

Eitt annað dømið um journalistisku ópálítiligheitina hjá hesum trimum journalistum á Sosialinum er tá tey siga, at stuðulin til fótarøkt fyri diabetikarar er skorin burtur, so sjúklingurin nú skal gjalda allan kostnaðin sjálvur. Hetta passar ikki! Mær vitandi arbeiðir Almannamálaráðið við einum uppskoti, sum nú er til hoyringar, at stuðul sum hesin, ið er stuðul við viðgerð, ikki eigur at liggja sum ein stuðul hjá almannaverkinum, men skal vera ein partur av viðgerðartilboðunum innan heilsuverkið. Men hetta er altso enn bert eitt uppskot, sum ikki eingong hevur verið til politiska viðgerð, og tíansheldur enn lagt fram – og tí sjálvsagt ikki veruleiki.

Samanumtikið eru hetta álvarsligir trupulleikar, sum ljóskastarin verður settur á í Sosialinum. Og tað taki eg eisini sum eina skyldu sum ábyrgdarhavandi politikari at taka í størsta álvara, og eisini taka neyðug stig til at rætta tey sosialpolitisku mistøk, sum hetta í fleiri førum snýr seg um.

Men tá journalistar taka so dýran til í síni skriving, so mugu vit krevja – bæði almenningur og politikkarar - at tey ikki einans bera søgur fram, sum tey hoyra frá fólki, men eisini gera sítt arbeiði við neyðugu fakligu professionalismuni. Og tað haldi ikki man kann siga um Sosialin í hesum føri.