framum 0-4. Liðini fygljast síðani til 7-11, tá Holte tekur dik á seg og javnar til 11-11. Gentofte tekur seg síðani uppá 11-14 og hevur tríggjar bóltar at avgera dystin til egnan fyrimun. Holte vinnur tó [...] Hesin dysturin var sera avgerandi fyri báðar partar í stríðnum um at koma víðari til hálvfinalurnar. Hvørki av liðunum hevði ráð at tapa. Holte hevur havt gott tak á Gentofte í ár og hevur vunnið allar dystirnar [...] tó fýra bóltar á rað og hevur síðani ein matchbólt. Gentofte tekur seg tó aftur framum til 15-16 og hevur sín fjórða møguleika at avgera dystin. Holte svarar tó aftur og vinnur seinasta settið 18-16. Við
landsins tóku seg saman at gjalda til, tá illa stóð til fíggjarliga. Hesar 22 milliónir krónur passa sum fótur í hosu til tað, sum barnaverndarøkið, ið Tórshavnar kommuna skal til gjalda komandi ár. Ein av u [...] vita fullvæl, at henda útreiðsla ikki er ein eingangs upphædd, og at hon verður verandi við ymsum upphæddum í framtíðni. Men vit duga ikki at síggja, at okkara borgarar ikki skulu sleppa at merkja ágóðan [...] Vestmanna kommuna fóru at seta síni skattaprosent upp, ikki bara við einum prosenti, nei, nei, við hálvum øðrum og kanska enntá tveimum prosentum. So var ikki meiri enn natúrligt, at vit í Havnar kommunu máttu
vísindanevndina aftur at mæla til fiskiskap. Komandi ár verður samlaða toskakvotan 5.500 tons og okkara partur 22%, svarandi til 1229 tons. Ídni á fjarleiðum gevur kvotu Orsøkin til okkara lut í kvotuni er einans [...] druknaði gleðin um toskin snøgt sagt við tankanum um umsitingarligan yvirkapasitet, sum vit ikki hava ráð til, nú tað sansar at búskaparliga og brúk er fyri hvørjari krónu. [...] Vísan um húkin og skiparabúkin hjá Annfinni & Co. sigur, um enn skemtandi og speirekandi, kortini ikki so lítið um støðuna hjá fiskimanninum tá. Kortini kunnu vit fegnast um, at tað vóru fiskimenn, sum
Hví kemur málið um fíggjarheimild til Bústaðir ikki úr landsstýrinum? Torir Fólkaflokkurin ikki at leggja málið fyri løgtingið undan kommunuvalinum? Hetta eru viðkomandi spurningar, nú vit dagliga síggja [...] leiguíbúðir, sum støk, stakir uppihaldarar, eldri fólk, ung og vanligar familjur hava ráð til at búgva í. Tí vóru vit eisini við til at broyta lógina um Húsalánsgrunnin, so hann bæði kundi byggja, eiga og reka [...] a, er málið ikki loyst enn. Í meira enn eitt ár hevur Fólkaflokkurin seinkað ætlanini, so Bústaðir kunnu fáa eina fíggingarheimild at byggja fleiri íbúðir fyri til vanliga føroyingin – til eldru landsmenn
Kemur ikki skil á politikkin hjá samgonguni, tímir John Johannessen ikki at vera í samgongu leingi afturat. Hann er so óður inn á samgonguna, at hann hóttir við at taka stuðulin til samgonguna aftur. Sum [...] hevði samgongan fingið væl burturúr. - Hetta sirkussið tími eg ikki at vera við til leingi afturat, endaði John Johannessen hesa salvuna til sínar starvsfelagar í samgonguni. Hann minti eisini á, tá ið [...] og sum vóru teir bilarnir, sum pensjónistar høvdu ráð til at koyra í, sum hækkaðu mest, men avgjøldini á teimum stóru dýrunum hækkaðu at kalla slett ikki. Les eisini greinina: John Johannessen hevur onki
útreiðslur til mat og so framvegis. Tey hava familjur. Tey hava eina vón um ikki bara at yvirliva, men at hava eitt gott lív, hóast at tey hava avbjóðingar við heilsuni. Hesum vildi samgongan ikki stuðla. [...] samgonga hevur funnið tíggjutals milliónir til ein skattalætta til tey, ið frammanundan fáa mest, er upplagt, at ein komandi reyð samgonga brúkar hesar pengarnar til at rætta tann skeivleikan, sum undanfarna [...] voldi brekøkinum. Verður hugt at teimum upphæddum, sum skattalætti skuldi veitast eftir, er ikki bert ráð til at rulla broytingarnar aftur, men eisini at fara inn at hyggja at skipanini, fyri at betra hana
kemur til ta niðurstøðu, at um privata fyritøkan Content ikki gjørdi hesa sending, so var eingin sending nýggjársaftan, tykir okkum løgið. Um tað er lættari hjá privatum at fáa fígging til at gera [...] kringvarpsstýrinum ella Mentamálaráðnum - ella í øllum førum Føroya fólki, sum eigur hendan stovnin, sum tey við lóg skulu gjalda fyri, um tey vilja tað ella ikki. Vit hava so mangan víst á tað absurda [...] Kringvarp Føroya roynir nýggjar og alternativar leiðir er uttan iva tiltrongd. Men hendan royndin virkaði illa umhugsað og alt ov tilvildarlig.
seta sera stór krøv til politiska leiðslu. So er bert at vóna, at politisku leiðslurnar megna uppgávuna og at politisku baklondini, tinglimir, skilja álvaran, tí her verða hvørki ráð ella rúm fyri solospæli [...] verið víst á gomlu ABC samgonguna sum tað trygga, tað, sum tryggjaði politiskan stabilitet. Tað kann ikki noktast, at heilt fram móti endanum var valskeiðið eyðkent av góðum stabiliteti og róligari politiskari [...] Henda mynd verður líkasum styrkt við tí turbulentu fullveldissamgonguni í baksýni. Hinvegin kemst ikki uttanum, at hesir sjey mánaðirnir við CHE samgonguni hava verið órógvaðir av nógvum og djúpum
havi eg ikki áður upplivað ein so einoygdan hugburð til almenna smálutastýring av fiskivinnuni sum vit hava upplivað frá sitandi samgongu. Her eru veruliga orsøkir til at rópa varskó. Tað kann ikki passa [...] hugburðin, er sjálvandi ikki pláss fyri, at nakar privatur í fiskivinnuni klárar seg “ónormalt” væl og blívur stórur. Øll skulu vera passaliga “javnir” aktørar, sum eftir umsókn til almenn ráð og nevndir kunnu [...] sum kempa og stríðast fyri at fáa virðini til lands, og serliga ímóti teimum plássum, sum í nógv ár veruliga hava satsað uppá fiskivinnu. Hann mælti harðliga til at mótmæla og ávara um tær stóru avleiðingar
at við einum valdømi verða krøvini til floksaparatini nógv herd. - Sum er, eru floksaparatini heldur veik. Nú er vandi fyri, at tey sterku, sum hava miðlatekki, ráð og tíð at føra valstríð, verða tey somu [...] somu, sum verða vald. Tí flokkarnir hava ikki fyrireikað seg til hetta øðrvísi valstríðið, sum millum annað krevur, at teir gera uppstillingarlistar, sum bæði taka lokal atlit, og hugsa um kyns- og aldursbýtið [...] fram í góðari tíð, og eitt valstríð eigur at vera væl fyrireikað. Hetta er ikki minst galdandi fyri kvinnurnar, sum kanska ikki hava so drúgvar royndir við at selja seg sjálvar, sigur Kári á Rógvu. - Broytingin