Eitt valdømi bati fyri javnstøðuna

Hóast avleiðingin av einum valdømi helst er, at fleiri kvinnur koma inn, so setir tað eisini størri krøv til floksaparatini at fáa kvinnurnar fram. Hetta sigur Kári á Rógvu, formaður í Javnstøðunevndini

Verða Føroyar eitt valdømi, verða eisini fleiri kvinnur valdar á ting. Hetta hevur mangan verið ført fram í javnstøðuprátinum. Ein orsøk til hetta er, at fólk í útjaðaranum eisini fáa møguleika at atkvøða fyri teimum sterku kvinnuligu valevnunum, og at hesar soleiðis fáa eitt størri atkvøðugrundarlag.


Aðrar loysnir eru

Kári á Rógvu, formaður í Javnstøðunevndini sigur við Sosialin, at eitt valdømi givið er ein bati fyri javnstøðuna.

- Men, um endamálið skuldi verið meira javnstøða, so hevur Javnstøðunevndin víst á í øllum førum tvær aðrar loysnir, sum kunnu útjavna kynsbýtið í tinginum, sigur Kári á Rógvu.

Hann sigur seg vóna, at tingið tekur hesi bæði uppskotini við, um ætlanir kortini eru um at broyta vallógina. Uppskotini snúgva seg um at fáa meiri javnstøðu í sambandi við uppstillingina. Annað gongur uppá, at býta listaatkvøðurnar út á undirumboðaða kynið, fyri á tann hátt at hála tað longur upp á listan.

- Hetta eru atkvøður, sum flokkurin kortini hevði fingið, men sum umdirumboðaða kynið tá fær gagn av, sigur hann. Javnstøðunevndin heldur eisini, at tað hevði verið rætt, um javnstøða var á øllum uppstillingarlistunum, og allarbest, um teir eisini vóru raðfestir, sum vit kenna tað úr øðrum Norðurlondum.


Veik floksaparat

Formaðurin í Javnstøðunevndini leggur stóran dent á, at við einum valdømi verða krøvini til floksaparatini nógv herd.

- Sum er, eru floksaparatini heldur veik. Nú er vandi fyri, at tey sterku, sum hava miðlatekki, ráð og tíð at føra valstríð, verða tey somu, sum verða vald. Tí flokkarnir hava ikki fyrireikað seg til hetta øðrvísi valstríðið, sum millum annað krevur, at teir gera uppstillingarlistar, sum bæði taka lokal atlit, og hugsa um kyns- og aldursbýtið. Nú er vandi fyri at kvinnurnar fara at halda seg aftur, eisini í flokkunum, tí pengar og orka verður nýtt til at fáa sterku menninar fram. Tí hevði tað verið uppaftur meira upplagt at havt raðfestar listar nú, sigur Kári á Rógvu, sum eisini heldur at flokkarnir nú áttu at gjørt nógv meira við at fyrireika kvinnurnar til valstríð.


Veljaraatferðin broytist

Kári á Rógvu sigur seg annars harmast um, at hendan kollveltandi broytingin í politiska landslagnum verður framd so knappliga.

- Uppstilling eigur at fara fram í góðari tíð, og eitt valstríð eigur at vera væl fyrireikað. Hetta er ikki minst galdandi fyri kvinnurnar, sum kanska ikki hava so drúgvar royndir við at selja seg sjálvar, sigur Kári á Rógvu.

- Broytingin er somikið stór, at hon átti at verið framd fyrr í valskeiðinum. Og enn einaferð eru vit vitni til, at ongin veljari verður spurdur, sigur hann, og vísir á, at veljarin eisini broytir veljaraatferð, tá skipanin broytist.

- Nú er eisini vandi fyri, at summi verða uppaftur meira lokal, tí tey savna seg um eitt valevni, sum veljarin kanska ikki er so samdur við idéologiskt, sigur Kári á Rógvu. Kortini sigur hann, at tað góða við einum valdømi er, at vit nú sleppa undan hesum løgna við at størsti flokkur ikki fær flest umboð.