Beate L. Samuelsen, býráðslimur í Havn
At meirilutin í Tórshavnar Býráð er mannaður við umboðum fyri Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, sleppa vit sum borgarar í kommununi nú at merkja, so tað forslær.
Á býráðsfundinum hóskvøldið vildi meirlutin ikki taka undir við uppskotinum hjá minnilutanum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, at varðveita verandi skattaprosentið uppá 18,75.
Uppskot okkara um at varðveita verandi skattaprosent fall við atkvøðugreiðsluni, at hóast vit væl og virðiliga grundgóvu fyri okkara sjónarmiði at ikki var neyðugt við eini hækking.
Tað er nevniliga so, at okkara kommuna 1. desember, altso nú hósdagin, fær afturborið 22 milliónir krónur úr Kommunala Kreppulánsgrunninum, sum settur var á stovn í kreppuárunum, tá allar kommunur landsins tóku seg saman at gjalda til, tá illa stóð til fíggjarliga.
Hesar 22 milliónir krónur passa sum fótur í hosu til tað, sum barnaverndarøkið, ið Tórshavnar kommuna skal til gjalda komandi ár.
Ein av umberingunum hóskvøldið hjá meirilutanum fyri skattahækkingin var, at tað ikki mátti ganga útyvir aðrar kommunur, at okkara kommuna hevði ein kassa, sum fleyt yvir av peningum, fyri at brúka teirra egnu orð!
Vit í minnilutanum vita fullvæl, at henda útreiðsla ikki er ein eingangs upphædd, og at hon verður verandi við ymsum upphæddum í framtíðni.
Men vit duga ikki at síggja, at okkara borgarar ikki skulu sleppa at merkja ágóðan av hesi afturbering úr Kreppulánsgrunninum, eftirsum hetta er peningur, sum borgarar okkara hava goldið í kreppuárunum.
Oyðsl meirilutans
Meirilutin var annars av tí áskoðan, at aðrar kommunur so sum Klaksvíkar, Runavíkar og Vestmanna kommuna fóru at seta síni skattaprosent upp, ikki bara við einum prosenti, nei, nei, við hálvum øðrum og kanska enntá tveimum prosentum.
So var ikki meiri enn natúrligt, at vit í Havnar kommunu máttu vera kollegial og standa saman við restini av landsins kommunum yvirfyri landsstýrinum, varð sagt.
Tað fyrsta, sum frættist fríggjamorgunin, dagin eftir okkara býráðsfund, var, at Klaksvíkar kommuna setti ikki sítt skattaprosent upp.
Hvar var tað kollegiala í kommunuhøpi, sum meirilutin í Tórshavnar býráð tosaði um kvøldið fyri, henni?
Hví skulu vit í Tórshavnar kommunu gera tað sama sum aðrar kommunurnar er noyddar at gera? Hava vit ikki nokk í okkara egnu stóru kommunu?
Í vár skuldu vit hækka parkeringsbøturnar, bara tí at Runavíkar kommuna vildi hava sínar parkeingsbøtur 100 kr. upp?
Tað átti at verði okkara kommuna, sum førdi an í so máta.
Tá vit hava ráð at varðveita verandi skattaprosent, eiga vit at gera tað, líka mikið hvat aðrar kommunur gera.
Tað er ikki meiri enn rímiligt og okkara skylda - yvirfyri okkara borgarum, sum tátta upp móti teimum 20.000.
Tað kann ikki vera meiningin, at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu skal setast upp undir páskotinum, at vit mugu standa saman við øðrum kommunum, og tá tað í veruleikunum snýr seg um at fjala yvir oyðslinum hjá samgonguni.
Tað eru so nógv onnur felags kommunal mál, vit í KSF kunnu standa saman um, um tað ikki júst er í hesum eina málinum.
Sparsemi hjá undanfarnu samgongu er broytt til oyðsl hjá núverandi samgongu.