Men hví formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen, kemur til ta niðurstøðu, at um privata fyritøkan Content ikki gjørdi hesa sending, so var eingin sending nýggjársaftan, tykir okkum løgið.
Um tað er lættari hjá privatum at fáa fígging til at gera sjónvarp, er tað so kanska vegurin fram, at Kringvarpið útveitir enn fleiri uppgávur? Og fáa øll somu treytir, sum Kári Durhuus og Høgni í Jákupsstovu, sum sluppu at læna alla útgerð og fólk úr Kringvarpinum fyri 0 krónur? Hvat nú, um til dømis Rás2 ætlar at varpa hondbóltsdystir út í sjónvarpi eisini, sleppur Rás2 so at læna OB bilin hjá Kringvarpinum, sum kostar 10 milliónir krónur, fyri einki? Er tað rætt, at Kringvarpið letur privatum ræðisrætt yvir tíðindatilfari, sum er framleitt fyri hyggjaragjaldið - sum í hesum føri ein redaktørur í Kringvarpinum brúkar at selja lýsingar fyri, sum hann sjálvur fær ágóðan av?
Tað er nógv sum skurrar við hesi avgerðini hjá Dia Midjord, sum kanska er ein provokatión av kringvarpsstýrinum ella Mentamálaráðnum - ella í øllum førum Føroya fólki, sum eigur hendan stovnin, sum tey við lóg skulu gjalda fyri, um tey vilja tað ella ikki.
Vit hava so mangan víst á tað absurda í, at privatu fjølmiðlarnir skulu stríðast í kapping við ein almennan skattainnkrevjara, sum Kringvarpið, um lýsingar- og sponsorpengar. Men tá privatar fyritøkur keypa sær eitt heilt kvøld í Kringvarpinum – enntá nýggjarsaftan, og sleppa at viðgera nakað so stórt sum nýggjársrøðuna hjá løgmanni saman við øllum floksformonnunum á tingi – har ein teirra enntá var sponsorur fyri sendingina og – altso ein av floksformonnunum hevur betalt pengar fyri, at sendingin fór í luftina og betalt lønina hjá teimum báðum, sum spurdu hann – so er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Hevði tað komið fyri, at Danmark Radio læt onkrum hissini privatpersónum uppgávuna at viðgera nýggjársrøðuna hjá Margretu drotning saman við landsins fremstu politikarum? Valla...
At Kringvarp Føroya roynir nýggjar og alternativar leiðir er uttan iva tiltrongd. Men hendan royndin virkaði illa umhugsað og alt ov tilvildarlig.










