Kemur ikki skil á politikkin hjá samgonguni, tímir John Johannessen ikki at vera í samgongu leingi afturat.
Hann er so óður inn á samgonguna, at hann hóttir við at taka stuðulin til samgonguna aftur.
Sum skilið er nú, dugir hann ikki at síggja nakra sum helst orsøk til halda fram í samgonguni.
Tí heldur hann, at tað er líka frægt, at samgongan leggur frá sær nú og at Løgmaður útskrivar Løgtingsval beinanvegin.
Tað verður meiri og meiri skilligt, at ávísir limir í samgonguni duga illa at dansa saman og tá ið Løgtingið uppundir vikuskiftið umrøddi eitt uppskot um at lækka avgjøldini á hvítvørum til húsarhaldið og á lampum og ljósketum, kom rættiligur eldur í samgonguna.
Í hesum sambandi mælti ein meiriluti í fíggjarnevndini av sínum eintingum til eisini at lækka avgjøldini á luktilsi.
Hetta gjørdi tann eina tinglimin í samgonguni, John Johannessen í Javnaðarflokkinum, so vindandi óðan, at hann hótti við at taka stuðulin til samgonguna aftur.
Púra gak-gak
Hann helt at tað var nógv fyri, at samgongan vildi heldur lækka prísin á luktilsi, lampum og ljósketum, enn at hon vil hækka pensjónirnar og stuðulin til stakar uppihaldarar
- Tað má vera ein mark fyri útgjaring og onkur avgjøld mugu vera fyri at fíggja vælferðina, segði jokarin hjá Javnaðarflokkinum.
- Hetta er tann reini ørskapur og tá má steðgast, legði hann afturat.
Hann helt, at tað hol í høvdið at smalka skattagrundarlagið.
- Hvat skal so henda, tá ið fiskaprísirnir aftur lækka, skal so avgjaldið á luktilsi aftur hækka fyri at fíggja vælferðina.
Hann helt, at hetta var tekin um, at valstríðið var longu byrjað.
- Hetta er fullkomiliga gak, gak.
Samgongan til hús
Hann helt, at skal hetta vera politikkurin framyvir, skal samgongan heldur leggja frá sær so at løgmaður kann útskriva val beinanvegin.
- Hetta tími eg ikki leingi afturat.
John Johannessen helt, at samgongan hevði nógvar veldugar trupulleikar at taka sær av, men tað gekk ómetaliga strilti at loysa teir.
Hann vísti, hvussu illa tað gekk at hækka fyritíðarpensjónir og stuðulin til stakar forsyrgjarar.
- Og ung húski hava at kalla ongan møguleika at seta føtur undir egið borð, í hvussu so er í høvuðsstaðnum.
- Men hesar trupulleikarnar hava vit ikki stundir at taka okkum av. Vit hava allar undanførslur fyri at sleppa frá at loysa hesar álvarsamu trupulleikarnar, tí tað er meiri umráðandi at lækka prísin á luktilsi, segði ein týðiliga fortørnaður løgtingsmaður.
- Hava vit ikki annað at gera framyvir, er óneyðugt at halda fram við hesi samgonguni segði hann, samstundis sum hann staðfesti, at annars hevði samgongan fingið væl burturúr.
- Hetta sirkussið tími eg ikki at vera við til leingi afturat, endaði John Johannessen hesa salvuna til sínar starvsfelagar í samgonguni.
Hann minti eisini á, tá ið vektgjaldið á bilum hækkaði.
Tá var tað gjaldið hjá teimum minstu og bíligastu bilunum, sum brendu minst orku og sum vóru teir bilarnir, sum pensjónistar høvdu ráð til at koyra í, sum hækkaðu mest, men avgjøldini á teimum stóru dýrunum hækkaðu at kalla slett ikki.
Les eisini greinina: John Johannessen hevur onki hugflog.










