reiðarum sær at keypa Fiskavirking fyri 115 milliónir og eitt annað samtak bjóðaði sær at keypa Fiskasøluna fyri góðar 47 milliónir. Sostatt kundu Fiskavirking og Fiskasølan tá verðið seld fyri tilsamans 162 milliónir [...] upp á at leggja Fiskasøluna undir Fiskavirking- og nú er einasta, boð vit kenna, bara 80 milliónir. Talan er um almennar pengar hjá skattaborgarunum og tí eigur onkur at standa til svars fyri tað. Stendur [...] Men endar tað við, at Fiskavirking fer á útlendskar hendur, er stórur vandi fyri, at føroyingar bara enda sum rávøru-leverandørar til útlendsk sølufólk og sostatt koma at missa tað mesta av hesum serkunnleika
fer Mentamálaráðið ikki at sita hendur í favn og bíða. - Tað er ongin ivi um, at vit mugu verða meir uppsøkjandi enn higartil, til dømis við at bjóða týðarum til Føroyar og í heila tikið við at pleyga tey [...] ektaða og eina sterka bókmentaliga siðvenju. Tað er okkara skylda at bera hesar bókmentir víðari til onnur lond, segði mentamálaráðharrin. Hetta krevur, legði hann afturat, at vit eru virkin og seta okkum [...] i, og at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu vit náa hesum málum. Kann hækka støðið Fá mundu vera ósamd við í hesum. Men í løtuni tykist tað vera í so langt millum orðini hjá mentamálaráðharranum og veruleikan
seinni fór hon á flakavirkið, og tá tað lat aftur, fór hon í heimahjálpina, sum tað æt tá, og var hon har til hon bleiv pensionerað. Johild eigur 12 ommubørn og 2 langommubørn, og er hon okkum til stóra hjálp [...] Pensionistafelag, og eru tey úti og ferðast á nærum hvørjum ári. Vit børnini við familju vilja ynskja henni hjartaliga tillukku við degnum, og takka henni fyri alt, hon er fyri okkum og ynskja vit henni [...] hon at kenna Esbern, son Elspu og Matias á Morskranesi. Elspa var ættað úr Velinum í Vík. Johild giftist við Esbern á sínum 20 ára føðingardegi og fingu tey 5 børn, 1 drong og 4 gentur. Esbern doyði av ringari
tað loysir seg, og tá myndugleikarnir ikki tykjast hava hugflog til at fara eftir øðrum enn lægstu lønunum, ja, so kann alt bara enda í ruðuleika. Hetta verður okkum av sonnum ein dýr og vanlukkulig 0-loysn [...] Javnaðarflokkinum, at løgmaður sigur stættarstríðið at vera fiktivt og endaliga avgreitt. Neyvan eru øll samd við løgmanni í hesum, og undirritaði veit í hvussu er, at stættarmunurin er ikki horvin, nei [...] kommunurnar, lutvís dýrari fyri arbeiðaralønina enn stjóralønina. Annars dýrka allar vørur og ikki bara oljan. Og hava lægru lønirnar tí meira enn ilt við at gjalda dagligar rokningar. Tá vit so umframt
nevnd og stjórn, hava verið við í tilgongdini, sum hevur ført til fyriliggjandi lógaruppskot, og leiðslan tekur undir við uppskotinum. Leiðslan hevur havt møguleika at gera sínar viðmekingar, og veruleikin [...] Airways allatíðina hevur verið hoyrd í einskiljingarmálinum og hevur roynt at ávirka málið soleiðis, at tryggja verður, at keyparin fyrst og fremst skal røkja føroysk áhugamál í loftferðsluni. -Lógaruppskotið [...] fleiri ár, at felagið fyrr ella seinni skal út á privatar hendur, í hvussu so er partvíst. Skiftandi nevndir hava umrøtt spurningin við landsstýrið, og leiðslan fyri felagið hevur ígjøgnum fleiri ár mælt til
hevur onkur brotið ein rút og er síðani farin á rundferð til vaskini í skúlanum. Her hava viðkomandi fyrst fylt frárenslini við wc-pappíri og hava síðani skrúvað bæði teir køldu og heitu kranarnar frá. Tann [...] rættiliga umfatandi herverk á skúlan. Teir hava brotið sær veg inn í skúlan gjøgnum ein rút, og hava síðani tipt vaskini og koyrt kranarnar á fult. Úrslitið gjørdist so tað, at eingin skúlagongd var í dag. Men [...] verður aftur farið í skúla sum vanligt. Løgreglan er í dag á staðnum og kannar um herverksfólkið hevur latið onkur spor eftir seg. Heitt og kalt vatn Tað hevur regnað illa um vikuskiftið, men tað vóru kortini
Tórfríði og Karini og gjørdi tíbetur tað ongan skaða. - Men, sum sagt; vóru teir steinar, sum vóru uppi í skriðulopinum, komnir oman einsamallir og ikki uppi í rúgvuni, kundi ivaleyst skaði verið hendur, sigur [...] Omanlop Tað var nógvur høgættarvindur og ógvuliga váttligt veður fyrrapartin av vikuskiftinum. Frætt er um størri og smærri omanlop ella skriðulop ymsastaðni kring landið, og í Lamba leyp eisini undan hamrinum [...] Tórfríður Magnussen og nærmasti granni, Karin Rosenblad, búgva. Steðgaði beint við húsini Tórfríður sigur, at skriðulopið er lopið undan hamrinum og er steðgað beint omanfyri húsini hjá honum og Karini. - Tað
móti teimum kristnu og móti einum kristnum landi eigur ikki at kunna bera til. Tað næsta sum hendur aftan á hetta er tað, at man sigur, at bíblian diskrimenerar tey samkyntu, og harvið verður bíblian [...] gott sum vit, sum ikki kalla okkum samkynd! Tað sum oftani hendur er tað, at fjølmiðlanir skapa sympati fyri teimum sum »minnilutabólk«, og tí fær man ta fatan, at tað er so synd í teimum. Tað vil so [...] á leiðini til eitt moralskt forfall, og eitt slíkt fall kemur altíð aftur um brekku. Næstakærleiki merkir ikki, at man skal loyva øllum, men at man skal elska og hava virðing fyri øllum, uttan mun til
á sjógvi og landi og onnur við altíð vælkomin við hugskotum um nýggjar vørur og nýggjar møguleikar, sigur Árni. Felagið arbeiðir støðugt við nýggjum hugskotum og vørum, bæði úr skúmplasti og harðplasti [...] hevur kravt tíð, hugflog og íløgur til umleggingar at laga framleiðsluna til nýggja marknaðin, tá ið alifiskurin sveik og at enda bleiv burtur. Hinvegin hevur virkið í Klaksvík royndir og góða tøkni á økinum [...] fá fólk kunnu framleiða eitt breitt úrval og eina stóra nøgd av vørum til føroysku vinnuna, bæði á sjógvi og landi. Felagið hyggur eisini út um landoddarnar og bjóðar sínar vørur fram í kapping við útlendskar
skaðastovuni. Málið verður nú reist sum harðskapsmál. Umframt hetta vóru nøkur full fólk koyrd til hús, og nøkur smámál vóru, har fólk vórðu tosaði til rættis