Andlitssmyrsl til gallaveitslu?

Tá vit skulu sminka okkum til eina gallaveitslu, kunnu vit næstan gera alt, okkum lystir. Vit kunnu nýta máttmiklar litir, gera ymisk serdrøg, ið eru øðrvísi enn tað vanliga, ja, rætt og slætt snýr tað seg bert um at vága nakað. Tað siga make-up artistarnir Laila Carlsen og Eva Gregersen.

Í vakurleikastovuni, Cosméto, hava tey serliga fittar hendur til andlitssmyrsl. Har arbeiða dagliga tveir make-up artistar  Laila Carlsen og Eva Gregersen  og vóru tær beinanvegin fúsar at koma við góðum ráðum, tá Planet.fo eitt kvøldið kom á gátt í hugnaliga handlinum í Niels Finsensgøtu 38 í miðbýnum í Havn.
 
Einki er yt
Í sminku er einki tíðar- ella staðbundið á sama hátt sum við mótarákum/klæðum o.ø. Í smyrsli er tað  meira, hvør tú ert sum persónur, og hvat hóskar best til tann einstaka. Tessvegna kunnu vit seta júst tað saman, vit ynskja.
 
Gallasmyrsl
Til gallaveitslur kunnu vit væl sminka okkum meira, enn vit eru von við dagliga. Smyrsl við vøkrum og kraftamiklum litum verður ofta nýtt saman við gliturdusti, eftirgjørdum vippum o.ø. veitslukendum: Tað ræður um at tora at koyra nóg mikið á av øllum, men tó skal tað samtíðis hóska til klæðini og sjálvandi til andlitsbrøgdini hjá einstaklinginum, mæla tær báðar, Eva og Laila, til.
 
Laila á galla
Laila Carlsen sjálv hevði sminkað sær sjálvari við fullari ferð, um hon hevði farið á Planet Galla 2006: Eg hevði farið út í æsir við smálutum á andlitinum. Hevði gjørt eitthvørt, ið veruliga dróg fram, at eg eins og onnur havi eitt andlit, ið man kann spæla við. Til dømis hevði eg kanska lagt dent á eyguni við nógvum veitslukendum litum og glitri. Men tá eg sigi nógvar litir, meini eg tó ikki við reytt, gult, lilla og blátt alt í einum, men harafturímóti okkurt, ið hóskar til tað, ið eg hevði latið meg í. Um eg kanska hevði farið í grønt og svart, ja so hevði eg sjálvandi eisini farið eftir litum á hesari leiðini  t.d. hevði eg nýtt svart sum grund og víðkað hetta við onkrum brúnligum ella grønum litum, og síðani ikki at gloyma, hevði eg nýtt gliturdust at enda.
 
Make-up artistarnir í Cosméto eru vanar við at leggja andlitssmyrsl á til sermerktar veitslur. Og fingu vit á Planetini eisini høvi til at síggja hetta saman við góðum ráðum á modellunum báðum, Barbaru og Sólgerð, sí mynd. So um tú hevur fingið íblástur, men tó ikki rættiliga heldur teg vera føra fyri at leggja slíka sminku á teg sjálva, er tað ikki ov seint at bíleggja tíð hjá Cosméto til nú leygarkvøldið.
 
 
Sminkan hjá Barbaru:
 
Legg fyrst ein lættan consealara, har tørvur er til tess.
Smyr síðan brúnt krem javnt á.
Tekna við svartari kolstift ¾ undir eyganum og allan vegin uppi yvir eyganum  kanska eitt sindur tjykkri við endan.
Legg síðan eygnaskuggar á. Her hava vit nýtt tríggjar ymiskar lilla-litir: ein dimman, ein miðal og ein ljósan. Nýt fyrst tann dimma úti við eygað í at kalla ein hálvmána, ið stendur upp eftir kanti. Legg síðan miðal litin frá hálvmánanum og út ímóti eygnakrókinum. At enda verður tann ljósi lagdur við eygnakrókin og heilt uppi við eydnabrúnna.
Síðan verður vátur eyelinari teknaður allan vegin á eynalokið fram við eygnavippunum  breiðari útivið.
Marka eygnabrýrnar við einum brúnum blýanti til brýr.
Legg kámt kinnareytt á kinnbeinið.
Glitur í eygnakrókin og undir eygnabrýrnar og út.
Legg maskara á vippurnar  koyr ríkiligt á (minst tvey løg).
Legg gyltan eygnaskugga á tey bein, tú ynskir at draga fram, t.d. nasabeinið, mitt á høkuna, mitt á pannuna o.s.fr.
Varrarnar: Legg fyrst tann miðal lillalitta eygnaskuggan mitt á varrarnar, legg síðan natúrligt gylt lipgloss við glitri í frá miðkringinum og út báðumegin. Eftir hetta verður gjøgnumskygt lipgloss lagt yvir báðar varrarnar.
 
Sminkan hjá Sólgerð:
 
Legg fyrst consealara
Síðani brúnt krem
Legg síðan eygnaskuggar á. Her vórðu nýttir tríggir brúnir litir: ein myrkabrúnur, ein miðal bronsu (effekt putur) og ein ráhvítur. Nýt somu grundreglurnar sum hjá Barbaru. Men koyr tó hesa ferð eisini tann gylta bronsulitta eygnaskuggan undir eygað. Hetta hóskar sera væl til blá eygu, tí tey verða drigin fram og ger tey nógv bláari.
Svarta kolstift allan vegin runt eygað.
Vátan eyelinara allan vegin á lokið.
Bæði matt og reytt kinnareytt á kinnbeinið.
Varrarnar: Rosa varralineara runt um, lipgloss við glitri omanyvir.
Maskara við nógvari fyllu  ríkiligt.
Legg glitur undir brýrnar, og lat stroya niður eftir andlitinum.
 
 
 
 
Must-haves frá make-up artistunum í Cosmetu:
 
Gliturdust  t.e. bæði til eygu, varrar, kinnbein, bringu, ja alt...
Vælrættaðar eygnabrýr
Consealara, so tú kanst káva út yvir alt, tú ynskir at fjala.
Kinnareytt
Eygnablýant
Maskara við nógvari fyllu ella eftirgjørdar eygnavippur
Lipgloss + góðan lineara.