FÓLKAKIRKJAN
Meinhard Bjartalíð er ein prestur, sum brýtur upp úr nýggjum.
Í okkara grannalondum er tað vorðið alt meira vanligt at hava sokallaðar náttarguðstænastur og at lata kirkjudyrnar upp aðrar tíðir enn bert sunnumorgnar til ta vanligu guðstænastu. T.d. hevur Dómkirkjan í Keypmannahavn guðstænastu hvørt fríggja- og sunnukvøld umframt tær vanligu guðstænasturnar.
Fríggjakvøldið var náttarguðstænasta hildin í Glyvra Kirkju, og sjálvur metir Meinhard Bjartalíð, at hetta man vera fyrstu ferð har í økinum, at skipað verður fyri slíkari guðstænastu.
Tiltakið byrjaði klokkan 22 og endaði út ímóti midnátt.
Meinhard Bjartalíð greiðir frá, at tað, sum gav íblástur til hesa náttarguðstænastu og innihaldið, var sálmur eftir tað núlivandi norska sálmaskaldið, Svein Ellingsen, sum snýr seg um at vaka í heimsins nátt og trúgva í myrkrinum. Meinhard Bjartalíð hevði fingið Alexandur Kristiansen at umseta sálmin til høvið, og var sjálv týðingin saman við skránni fyri tiltakið prentað í snøggum faldara. Eisini lósu sjey leikfólk upp bønir, umframt at tekstir úr Bíbliuni eisini vórðu lisnir. Fyri hvørja bøn, ið bleiv lisin, varð eitt livandi ljós tendrað. Harumframt luttóku Kór Glyvra Kirkju og Ungdómskórið á Glyvrum.
Tilveran í fokus
Undir guðstænastuni varð dentur lagdur á kvirru. Hetta varð m.a. gjørt við at lata stillan, meditativan orgultónleik ljóma í kirkjuni í nakrar minuttir, meðan fólk kundu biðja eina bøn, gruna um bíbliutekstirnar, tey júst høvdu hoyrt, lata kirkjurúmið tala ella savna inntrykkini frá degnum ella arbeiðsvikuni, sum nú var við at leggja saman hendur, greiðir prestur frá.
- Hetta kann vera ein kvalitativ mótvekt til allan orðastreymin í okkara luthersku kirkju, sigur Meinhard Bjartalíð um hendan serliga háttin at nýta kirkjuna.
Sjálv prædikan var stutt, men hevði støði í sálminum, sum Alexander Kristiansen hevði týtt, og sum snýr seg um hendingina í Getsemane, har Jesus biður lærusveinarnar vera hjá sær ta náttina. Sostatt var súmbolikkurin við ljósum aftur við bønum, umframt teksturin um at vaka, sera greiður, og myrkrið kann tulkast sum ótti, vónloysi, hugtyngd og onnur døkk viðurskifti í lívinum.
- Í sálminum hjá Svein Ellingsen, sum varð brúktur hetta kvøldið, Onkur má vaka, verður sagt, Harri tú myrkrið tendrar, og at gera vart við henda ljósa og vónríka veruleika var eitt av endamálinum við náttarguðstænastuni, sigur Meinhard Bjartalíð.
Gamla altartalvan í Glyvra Kirkju, ið nú hongur í nýggjara partinum av kirkjuni, og sum hevur undirtekstin Vakið og biðið, varð somuleiðis tikin við upp í prædikuna. Eisini nýtti prestur Sálm 139, har reglan myrkur og ljós eru jøvn fyri tær verður nevnd. Guð ferðast á markinum millum ljós og myrkur, har vit javnan eru stødd, sum tað eisini verður tikið til í sama sálmi.
- Sostatt er talan um eitt serligt slag av gudstænastu við meditativum innihaldi, har innihaldið er eksistentielt-teologiskt, sum Meinhard Bjartalíð.
Kyndilsmessa riggar til høvið
Tað er longu langt síðani, at tað varð avgjørt, at náttarguðstænastan varð sett at vera fríggjadagin 3. februar, men sum dagurin nærkaðist, gjørdist tað greitt, at hetta var sjálvur dagurin eftir kyndilsmessu, og hetta kundi ikki hóskað betur, heldur Meinhard Bjartalíð.
Kyndilsmessa, ið annars er ein gomul mariumessa til minnis um vitjanina hjá Mariu í halgidóminum 40 dagar eftir føðingina sum eisini var vanligt hjá jødiskum kvinnum varð í katólskari tíð hildin við bæði kertum og ljósum. Kyndilsmessa eitur á latíni Missa candelarum, sum kemur av candela, ið merkir vaksljós, og tí hevur ljósið altíð havt ein serligan týdning fyri hendan dagin.
Dagurin varð annars tikin av sum frídagur í danska ríkinum í 1770, men siðurin við ljósi helt sær langt upp í tíðina. T.d. verða øll ljósini, ið skulu brúkast í kirkjuárinum í katólsku kirkjuni, vígd hendan dagin.
Náttarguðstænastan var væl vitjað. Eini hálvttriðhundrað fólk í øllum aldri nýttu høvið at brúka kirkjurúmið á hesum alternativa tíðarskeiðnum av samdøgrinum fríggjakvøldið.
Spurdur, um hetta tí er nakað, tey ætla at endurtaka, svarar Meinhard Bjartalíð játtandi, og nevnir, at kyndilsmessa kundi verið eitt hóskandi høvi.
MYNDATEKSTUR:
Náttarguðstænastan í Glyvra Kirkju var væl vitjað. Eini hálvttriðhundrað fólk í øllum aldri nýttu høvið at brúka kirkjurúmið á hesum alternativa tíðarskeiðnum av samdøgrinum fríggjakvøldið










