Eyðun á Borg, lærari
Atlantsflog: Í Føroyum eiga vit at brúka føroyska heitið, Atlantsflog! Uttanlands kunnu vit so brúka enska heitið, Atlantic Airways!
Annars fari eg at ynskja Atlantsflog(i) blíðan byr! Tit (vit) vunnu á útlendskum stórkapitali. Til lukku við tí!
Flogterna: Ikki stjúardessa, men flogterna! Gevið gætur! Tað úttalast terna, ikki tedna! Í kvæðamáli er ein terna ein tænastugenta.
Flogsveinur: Havi hoyrt onkustaðni, at maðurin, stjúardurin, eitur flogsveinur á føroyskum!?! Snøgt orð!
Einskiljing: Gott orð, tá tú hevur vant teg við tað! Privat (latín) merkir nakað sum: at skilja frá tí almenna og lata tí einstaka!
Góðu myndugleikar! Einskiljið ikki okkara høvuðsfarleið til umheimin á útlendskar hendur! Verið varnir! Ups, politisk málrøkt!
Faroe Jet: Nýggja føroyska flogfelagnum fari eg eisini at ynskja blíðan byr; men gott í tykkum: Fáið tykkum eisini eitt føroyskt navn til nýtslu í Føroyum!
Við háfloygdari málkvøðu
eydun.a.borg@skulin.fo