annaðkvøld klokkan 19.45. Millum teir fyrstu ellivu verður væntandi Brandur Hendriksson. - Tað er gott at verða aftur, eftir at hava verið skaddur í einar 16 til 18 mánaðir. Eg havi spælt næstan allar dystirnar
stóran mann stendur ein stór kvinna. Men so er ikki í hesum førunum. Teir eru »hot« og teir hava framgongd. Teir eru ungir, og teir eita Nik og Jay. Men hesuferð er tað ikki nøkur kvinna í bakgrundini [...] bara verið til í hálvt annað ár. Í bakgrundini Nik og Jay eru teir, sum standa á pallinum, so tað skal ikki nógv til fyri at rokna út, at teir eru parturin av Nexus Music, sum er vorðin kendur. Jon og Jules [...] enn í Danmark. - Eg vænti ikki, at munurin verður so stórur tá teir fara á pallin, men eg giti, at fólk hava ein annan hugburð, so eg havi fyrireikað meg til ein minni »kultursjokk«, sigur Jules og flennir
trimum børnum, men hann hevur eisini búleikast aðrastaðni. - Eg havi búð í millum annað Keypmannahavn, Oslo og Noregi, og í øllum býunum havi eg gingið á møti hjá ymiskum samkomum, greiðir Ragnar frá. Hann [...] koma nógv fólk. - Eg royni at stilla meg tey støðini, har nógv fólk savnast saman, og eftirhondini havi eg funnið nøkur góð mið, sigur Ragnar. Um vikuskiftini eru ávís støð í Havnini, har honum dámar best [...] mest opin, og eg haldi, at tað avgjørt er rætta tíðspunktið, tá tey hava drukkið og ikki smæðast. Eg havi havt nógvar uppbyggjandi samrøður í eitt nú Klubbagarðinum og við springvatnið í miðbýnum, fortelur
sita heima og njóta tónleik, sum eg havi goldið fyri, við ein tóli, sum eg eisini havi goldið fyri, bara tí, at summir føroyingar halda ÚF vera ein dýrgrip? Eg havi hóast alt gjørt hetta í 15 ár. Skal [...] longur lurta eftir tónleiki heima við hús? Hvat er hetta fyri nakað? Eg havi ikki bil, ei heldur hús, tí eg meti ikki, at eg havi ráð til tað. Men um løgtingið kann smíða eina lóg sum sigur at allir hinir [...] at vita! Men nú ein dagin kemur skriv frá ÚF, sum sigur at eg skal gjalda útvarpsgjald hvørt ár, tí teir siga at flest allir føroyingar eiga eitt útvarpstól. ÚF - hin heilaga kúgvin Eg veit ikki um tað er
Doris. -Eg havi ongantíð starvast uttanfyri Danmark, sigur Jan Torben Leisborch. Jú eg havi verið við Vædderen undir Føroyum og í Grønlandi og so havi eg eisini verið við Triton. Men eg havi ikki starvast [...] rúmligir, úr kongaligum postalíni og hoyra til í húsunum. Tað er Førøerner kommando, sum hevur keypt teir. "Lejrurin" tað er Mjørkadalur millum mjørkadalsmenn. Støðin niðri í dalinum fær ikki annað navn millum [...] hon letir við halanum, tá Doris uggar hana, so knurrar hon framvegis eftir mær. Eg veit ikki hví, eg havi onki gjørt henni, hugsi eg við mær sjálvum. Vit sita í tí norðastu stovuni av trimum í hesum borgarkenda
Teir settu sítt egna lív í vága fyri at bjarga øðrum mannalívum, og tí vóru teir tríggir Jacob Alfred Olsen, Rúni Nielsen og Eyðun Poulsen mánadagin bjóðaðir til Havnar at móttaka heiðursprís frá ríkisumboðnum [...] Alfred Olsen. Og nú bar til at fáa mannin inn um lúnningina. ? Í 41 ár havi eg verið á sjónum, 29 ár sum yvirmaður, men ongantíð áður havi eg verið út fyri óhappum. Hetta var fyrstu ferð at lív stóð upp á spæl [...] Múlan. Bátarnir »Eyðbjørg« og »Elsa« fiskaðu nærhendis og komu beinanvegin til hjálpar soleiðis, at teir báðir Jacob Alfred Olsen og Rúni Nielsen fingu bjarga manninum umborð á »Iris«. Men hetta var langt
helmingurin av spælarunum koma úr útlendskum feløgum. Teir hava allir sína søgu at siga, og saman við vinmonnunum, sum framvegis spæla heima á landi, hava teir nógv at tosa um og siga frá. Úr Noregi og umvegis [...] staðfestir Todi Jónsson, sum gleðir seg at spæla móti Kypros. - Eg havi í meiri enn eitt ár longst eftir aftur at spæla á landsliðnum. Eg havi eina ferð síðani saman við liðfeløgunum verið á Svangaskarði og [...] spennandi at hitta liðfelagarnar. So fáa vit at síggja, hvørjir teir fyrstu ellivu fara at vera, sigur Todi Jónsson. At Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu er eingin ivi. Spurningurin er heldur, hvør
Hvørjir hesir persónar vóru er eingin grund til at nevna, men teir eru næstan allir farnir í gloymskuna, sum taparar politiskt sæð. Men teir náddu at sáa vind, og flokkurin heystar nú storm. Edmund Joensen [...] varðveittu landsstýrismannin. Men meirilutin í tingbólkinum vildi tað øðrvísi. Teir valdu nýggjan landsstýrismann úr Norðoyggjum. Hví teir gjørdu tað, er ilt at meta um. Men tað verður áhugavert til aðalfundin [...] útspilling av einum landsstýrismanni hjá Sambandsflokkinum, kann eg sum sambandsmaður ikki góðtaka. Havi tí gjørt av at gevast sum haldari av hesum blað. Tá Dimmalætting sigur seg ikki longur at vera heft
honum. Margar veit ikki, hvar teir fara, men fyrst og fremst vilja teir hava okkurt drekkandi. Eg havi tólv krónur, og tær skulu brúkast til eina øl. Tað er tað einasta, eg havi ráð til, sigur Margar og fer [...] tættar inni í kamarinum. Ikki meira enn tríati sentimetrar eru ímillum tær. Teir fáa akkurát føturnir ímillum sengurnar, tá teir skulu reisa seg, greiðir Niels Edvard frá. Men tað fær ikki verið øðrvísi [...] greiðir Margar frá. Dreymurin er Enniberg. Tá Margar ikki siglir, fær hann arbeiðsloysisstuðul, men teir pengarnir røkka ikki langt. Fortel henni nú, hvussu langa tíð tað tekur tær at drekka pengarnar upp
tað eru kortini mong, sum illa tora at koyra ígjøgnum teir, hóast henda batan. Hesa somu forðingina vistu teir gomlu árnfirðingarnir alt um. Skuldu teir til gudstænastu ein sunnudag, var næsta kirkjan hon [...] Árnafjarðar kirkja er líkasum mín kirkja, slær hann fast. Og hann leggur avgjørdur aftrat: - Tá eg havi verið í kirkju her, so er dagurin reddaður! Fólk vitja Elmar hevur í sínum 60 ára langa lívi møtt [...] mongum í at koma norður hendavegin. - Men tað verður kortini munandi øðrvísi og betri, tá vit fáa teir nýggju og tíðarhóskandi tunlarnar í nærmastu framtíð, slær hann fast. Tað hjálpir sjálvandi nakað