Kanónirnar eru rættaðar móti Kypros

Ongantíð áður hevur framrættaði parturin av landsliðnum sæð so tungur út, sum hann ger tað undan uppgerðini, har møguleikarnir at vinna eiga at vera størri, enn teir higartil hava verið í hesi undankappingini

Í gjár hittuast landsliðsspælararnir at fyrireika seg til landsdystin mikukvøldið. Meiri enn helmingurin av spælarunum koma úr útlendskum feløgum. Teir hava allir sína søgu at siga, og saman við vinmonnunum, sum framvegis spæla heima á landi, hava teir nógv at tosa um og siga frá.
Úr Noregi og umvegis Keypmannahavn komu Todi Jónsson og Atli Danielsen. Úr Danmark komu Gunnar Nielsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Johan Byrial Hansen og Súni Olsen, Claus Bech Jørgensen kom úr Onglandi, og úr Íslandi komu Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen. Tað vil við øðrum orðum siga, at tíggju av teimum nítjan, sum í gjár hittust á Hotel Føroyum, og sum eru farnir undir fyrireikingarnar til avbjóðingina móti Kypros mikukvøldið, eru útisetar.
Tað fór sum eldur um norska og danska fótbóltsheimin og sjálvandi eisini kring Føroyar, tá ið Todi Jónsson leygarkvøldið við tíggju tumma seymi staðfesti, at tað skal roknast við honum, og at fótbóltsáhugaðir føroyingar kunnu rokna við størri tyngd í álopspartinum móti Kypros, enn broddurin hevur verið á landsliðnum í fleiri ár.
Todi Jónsson varð tikin av vøllinum, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Tom Nordlie, venjarin hjá Start, heldur ikki, at Todi enn er førur fyri at spæla allar 90 minuttirnar, men hann var framúr væl nøgdur við tað, sum føroyski álopsspælarin hevði avrikað, og tað er væl skiljandi.
Start vann 5-2 á trettan faldu meistarunum úr Rosenborg. Todi skoraði eftir lítlum hálvum tíma trý mál, og harafturat var hann orsøk til, at norski landsliðsmálverjin, Espen Johnsen, varð rikin av vøllinum fyri hevnisøku.
Todi skoraði til 2-0, 3-0 og 4-0. Øll málini skoraði hann eftir returbóltar frá málverjanum og verjuni, og í øllum førunum vóru málini í eyðkendum stíli fyri sannar miðframherjar, sum í røttu løtuni eru á rætta staðnum, og sum í knappari vend reagera upp á møguleikan.
- Eg eri sjálvandi fegin um, at vit vunnu týdningarmiklu uppgerðina móti Rosenborg, og tá ið tú ert keyptur til eitt felag fyri at vera álopsspælari og harvið at skjóta mál, so er tað sjálvandi sera kærkomið at skora trý mál. Tað er langt síðani seinast, at eg gjørdi trý mál í landskappingini á hesum støðinum, staðfestir Todi Jónsson, sum gleðir seg at spæla móti Kypros.
- Eg havi í meiri enn eitt ár longst eftir aftur at spæla á landsliðnum. Eg havi eina ferð síðani saman við liðfeløgunum verið á Svangaskarði og fyrireikað meg til landsdyst. Ta ferðina gekk ikki so væl. Nú vóni eg, at tað fer at ganga betri. Eg kenni meg vera sera væl fyri, og nú verður tað spennandi at hitta liðfelagarnar. So fáa vit at síggja, hvørjir teir fyrstu ellivu fara at vera, sigur Todi Jónsson.
At Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu er eingin ivi. Spurningurin er heldur, hvør skal spæla saman við honum í álopinum. Í tí útgávuni, sum hann var at síggja leygarkvøldið kann tað væl hugsast, at hann eisini hevði verið boð til pláss á norska og danska landsliðnum. Men nú eru tað Føroyar, sum eiga sovornar álopstrumf. Norska pressan fleyt yvir í positivum lýsingarorðum sunnudagin, og tað vóru eisini fleiri dømi um, at Todi ikki er gloymdur í Danmark, hóast hann tey bæði seinastu árini í FCK ikki fekk møguleika at vísa, at tað framvegis er dugur í honum.
Donsku bløðini skrivaðu sunnudagin, at tað var Todi, som sænkede kriseramte Rosenborg.
Fleiri boð eru upp á álopsfelagar til Toda Jónsson.
Andrew av Fløtum hevur verið rættuliga sannførandi í teimum fyrstu umførunum í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í landsliðsálopinum tær seinastu ferðirnar. Í hvussu so er tveir og kanska tríggir ella fýra aðrir møguleikar eru til hetta plássið. Ein teirra er Christian Høgni Jacobsen, sum leygarkvøldið var rættuliga væl upplagdur og skoraði bæði NSÍ málini móti HB. Og so er møguleiki fyri, at teir báðir, sum í gjár komu úr Íslandi, kunnu spæla í álopinum.
Rógvi Jacobsen hevur spælt í KR álopinum. Sunnukvøldið, tá ið KR á heimavølli vann 1-0 á ÍBV, var Rógvi tó á beikinum. Hann varð settur á miðvøllin, tá ið tað restaði eitt korter.
Símun Samuelsen hevur síðstu tvær vikurnar rættuliga gjørt um seg í Keflavík. Hann hevur ikki spælt í vikuskiftinum. Keflavík skuldi í gjárkvøldið spæla á heimavølli móti Váli.