Zacharias Bech
Porkeri
????????????????
Eftir løgtingsvalið kom sambandsflokkurin í Samgongu, og vit í Suðuroynni fingu ein landstýrismann, nakað, vit ikki høvdu havt í 34 ár.
Sjálvandi vóru vit fegin, tá valið fall á Johan Dahl, tí vit sum kenna hann og hansara ágrýtni og hansara arbeiðsevni, vóru ikki í iva um, at hann fór at vera til gagns, fyrst fyri føroyska fiskivinnu og harvið fyri alt Føroya land og síðan fyri menning av Sambandsflokkinum í Suðuroynni. Samstundis vóru vit eisini fegin um at fáa Jaspur Vang inn sum tingmann. Hóast hann ongantíð hevði roynt tað fyrr, so eri eg onga løtu í iva um, at hann hevði roynst Sambandsflokkinum fyrst og síðan Suðuroynni góður stuðul.
Men gleðin var stokkut, tí bert tjúgu dagar seinni bleiv Johan Dahl av Jóannes Eidesgaard, løgmanni, loystur úr starvi, orsakað av skriving í bløðunum um hansara fortíð sum stjóri á Vágs Skipasmiðju og eftirfylgjandi greinar, fyltar av pástandum og illgitingum, sum allar høvdu til endamáls at seta Johan Dahl í ringt ljós.
Bløðini drivu, tá ið hann sat sum landsstýrismaður, eina heksajakt móti Johan Dahl.
At Oyggjatíðindi og Fregnir gjørdu tað, er at liva við, men at Dimmalætting skuldi ganga á odda í útspilling av einum landsstýrismanni hjá Sambandsflokkinum, kann eg sum sambandsmaður ikki góðtaka. Havi tí gjørt av at gevast sum haldari av hesum blað.
Tá Dimmalætting sigur seg ikki longur at vera heft at Sambandsflokkinum, átti blaðstjórin, sum nú er limur í landsnevnd Sambandsfloksins, sjálvboðin at farið úr nevndini.
Eisini er tað at fara út um alt mark, tá bæði fyrrverandi og núverandi formaður á forsíðuni í Dimmalætting, krossfesta sín egna landsstýrismann eftir eini grein, sum ein fríggjamorgun stóð í Fregnum, beint áðrenn tingmanning Sambandsfloksins er samankallað til at fáa eina frágreiðing frá Johan Dahl um tað, sum fregnir hevur skrivað, fyri síðan eftir fundin sama kvøld at koma í sjónvarpið og siga, at øll tingmanningin stóð aftan fyri Johan Dahl sum landsstýrismann.
Sambandsflokkurin hevur tað ikki gott í løtuni. Hann hevur ongan leiðara, og tað hevur hann ikki havt trý tey seinastu árini.
Skaðin hendi, tá nakrir ávísir persónar í Sambandsflokkinum tóku seg saman at fáa Edmund Joensen frá sum formann. Teir royndu fyrst í 1998. Tá miseydnaðist tað, men trý ár seinni var eydnan við teimum, til stóra ólukku fyri Sambandsflokkin, tí var hann áðrenn í øskuni, so bleiv hann eftir hetta førdur inn í eldin.
Hvørjir hesir persónar vóru er eingin grund til at nevna, men teir eru næstan allir farnir í gloymskuna, sum taparar politiskt sæð. Men teir náddu at sáa vind, og flokkurin heystar nú storm.
Edmund Joensen, harafturímóti, sum av sambandsfólki bleiv vrakaður sum formaður fyri flokkin, fekk uppreisn. Ikki av sínum egnu, men av sínum politisku mótstøðumonnum, sum lyftu hann uppá hægsta politiska tindin við at velja hann til løgtingsformann. Øll kenna vit frásøgnina um »steinin, sum smiðirnir vrakaðu«.
Eg havi fyrr ásannað tað, men ongantíð so nógv sum nú, tá framstandandi tjóðveldismaður, umborð á »Smyril« segði við meg kvøldið eftir at Edmund Joensen var farin frá sum formaður fyri Sambandsflokkin, at hetta var ringasta gerð, ið nakar flokkur hevði gjørt ímóti sær sjálvum. Og hann meinti tað.
Tá nýggjur landsstýrismaður skuldi veljast fyri Johan Dahl høvdu vit her suðuri ein kvalifiseraðan mann. Vit hildu eisini, at tað var heilt natúrligt, at vit varðveittu landsstýrismannin.
Men meirilutin í tingbólkinum vildi tað øðrvísi. Teir valdu nýggjan landsstýrismann úr Norðoyggjum. Hví teir gjørdu tað, er ilt at meta um. Men tað verður áhugavert til aðalfundin hjá Sambandsflokkinum at síggja, hvønn atkvøðurnar frá norðoyggjum fara til, tá atkvøtt verður um nýggjan formann fyri flokkin. Fara tær møguliga til Suðurstreym?
Mítt hægsta ynski er, at Sambandsflokkurin til aðalfundin komandi fær ein góðan og sterkan formann, sum kann føra flokkin fram til tað, hann var. Álitið í føroyskum politikki.
PS. Nú eru útvið 2 vikur gingnar, síðan Johan Dahl var settur frá sum landsstýrismaður. Í hesum tíðarskeiði hevur einki verið at sæð í Dimmalætting um nevnda persón.
So er tað altso veruleiki, at skrivingin hevði til endamáls at fáa Johan Dahl frá sum landsstýrismann.
Spurningurin, um hetta var bílagt arbeiði, og av hvørjum tað bleiv bílagt, stendur framvegis eftir.