Send bara rokningina til mín!

Ingi Kirke
????????

Eg fekk einki at vita
Fyri umleið 10-15 árum síðani fór eg og keypti mær ein fløguspælara, við dupultum bandupptakara, í einum handli i havn. Fekk eg at vita har, at eg skuldi rinda eitt útvarpsgjald, tí at hesin avspælarin tíverri hevði møguleika, fyri at móttaka ÚF? Nei, eg fekk einki at vita!
Men nú ein dagin kemur skriv frá ÚF, sum sigur at eg skal gjalda útvarpsgjald hvørt ár, tí teir siga at flest allir føroyingar eiga eitt útvarpstól.

ÚF - hin heilaga kúgvin
Eg veit ikki um tað er eitt krav til allar føroyingar at lurta eftir ÚF, men eg geri tað so ikki. Eg hvørki tími ella vil hoyra tað. ÚF er mær hinvegin ein plága nógvastaðni har eg komi. Eitt nú í kantinuni á arbeiðsplássinum, og í ym-iskum matstovum, har hendan heilaga kúgvin (ÚF) absolutt skal vera so hart frá, at ein ikki kann tosa við onnur, og roynir ein tað fær ein at vita, at ein skal tiga.
Skal eg missa mín rætt til at sita heima og njóta tónleik, sum eg havi goldið fyri, við ein tóli, sum eg eisini havi goldið fyri, bara tí, at summir føroyingar halda ÚF vera ein dýrgrip? Eg havi hóast alt gjørt hetta í 15 ár. Skal hesin rættur nú knappliga verða tikin frá mær???

Brúkaragjald
Eg sigi bara fyri meg viðkomandi, so fari eg ongantíð í lívinum, at gjalda fyri nakað eg ikki lurti eftir! Hetta kann ikki vera rætt. Er tað nakar sum er samdur við mær?
Og eg fari ei heldur ongantíð, um so er, at eg eigi eitt sjónvarpstól, at gjalda eina krónu til SVF, bara tí, at hetta sjónvarp hevur møguleika fyri at móttaka SVF!
Um hesir báðir almennu stovnar absolutt skulu hava eitt lurtara- og hyggjara-gjald, so lat tey í brúka hesa tænastu gjalda fyri hana - sjálvandi!
Hetta kann gerast á sama hátt sum við televarpinum. Ella má løgtingi geva hesum stovnum eina játtan á fíggjarlógini. Tað kann ikki vera meiningin, at ósek menniskju, sum ongantíð lurta og hyggja, skulu gjalda fyri hini. Og hvat við teimum, sum ikki hava so góð ráð til at gjalda hesar kr. 1500, og kr. 2000, hvørt ár? Hjá teimum sum hava eina lága inntøku, kann hetta sanniliga merkjast. Hjá løgtingslimum er hetta gjaldið sjálvandi ikki so tyngjandi!

Hvat verður tað næsta?
Men eg spyrji bara hvat tað næsta verður? Altso tann næsta lógin?
Skal løgtingið bara smíða lógir, sum siga, at allir føroyingar skulu gjalda limagjald til eitt nú Sumbiar Bóltfelag, so at hetta felag kann kappast á jøvnum støði við tey stóru feløgini í landinum?
Ella skulu allir føroyingar gjalda limagjald til Tórshøll, so hesin náttklubbur kann hava eina inntøku á sama støði sum hinir? Tað finnast hóast alt menniskju sum fara í Tórshøll, sjálvt um ikki øll fara har.
Hvussu langt kann løg-tingið loyva sær at fara?

Hvat við Rás 2 og hinum?
Tað eru onnur sum klára seg fínt uttan at løgtingi skal blanda seg uppí.
Eg má siga, at mítt útvarpstól spælir ongantíð ÚF, men harafturímóti so lurti eg mangan eftir hinum rásunum. Hví skal ÚF fáa eina inntøku av teirri grund? Hetta er dundrandi órættvíst!
Skulu allir føroyingar eisini til at gjalda fyri televarpið um so er, at hetta kemur í eina peningaliga kreppu?
Enn einaferð, eg spyrji bara, hvussu langt kann løgtingið loyva sær at fara í sínum lógarsmíði?

Hvat við mær?
Eg haldi, at mítt persónliga frælsið er sera avmarkað, um eg ikki kann njóta tónleik heima við hús, bara tí at ÚF er til. Og somuleiðis kann eg heldur ikki njóta ein góðan film, bara tí at SVF er til.
Og hví skal eg gjalda fyri alt tað sum onnur brúka?
Kanska kann eg sleppa at gjalda vegskatt og biltrygg-ing og húsalán fyri onkran?
Ja, kanska kann løgtingið smíða eina lóg sum gevur bileigarum og húsaeigarum loyvið til at senda rokningarnar til mín!

Kr. 3500
Mín fløguspælari kostaði umleið kr. 3500, og eg helt tað vera nógvar pengar tá. Minnist ikki um MVG var komið tá, men tað er ikki nóg mikið fyri løgtingið. Sambart løgtinginum so átti eg nú at havt goldið umleið kr. 23000, fyri hendan fløguspælaran! Men á prísskeltinum stóð altso kr. 3500.
Mær vitandi so fekk/fær ein ikki ein fløguspælara her á landi, uttan so at hesin eisini hevur møguleika fyri at móttaka útvarpsrásir.

Umráðandi við nýggjari lóg
Eg haldi, at ein lóg eigur at vera smíða, sum ikki gevur løgtinginum heimmild til, at leggja tyngjandi rokningar á fólk sum hava nokk at gjalda frammanundan. Hví skal løgtingið einsa-malt gera av um ein før-oyingur kann eiga ein fløguspælara ella ei? Kann ein ikki longur lurta eftir tónleiki heima við hús? Hvat er hetta fyri nakað?
Eg havi ikki bil, ei heldur hús, tí eg meti ikki, at eg havi ráð til tað. Men um løgtingið kann smíða eina lóg sum sigur at allir hinir føroyingarnir skulu gjalda fyri mítt forbrúk, so kann eg bara gera sum eg vil.
Nei, tað er tíð uppá, at brúkarin sleppur at gjalda fyri tað hann brúkar, og ikki fyri tað sum hini brúka.

Skal løgtingið stjala frá mær?
Og hvat við teimum tólum sum eg longu eigi? Skal løgtingið til at stjala frá sínum borgarum? Eg sigi bara, at um nakar kemur inn til mín og stjelur mín fløguspælara, so vil eg hava eina váttan og eitt endurgjald, tí eg fekk einki at vita um hetta útvarpsgjald tá eg keypti hendan avspælaran.
Tað má vera mín rættur, at hesin fløguspælarin, sum eg havi havt í 15 ár, skal vera mín framyvir. Tað kann ikki vera møguligt at koma nú, so langa tíð eftir, og stjala hann frá mær! Um tað hendir so skrivi eg aftur.