fiskimark verður avgreitt eisini. Tað er helst greitt, at fiskimarkið, sum enn ikki er alment viðurkent av bretum, hevur stóran politiskan og symbolskan týdning í Føroyum, og sum helst gongur út um tað reint [...] týdningin, sum fiskimarkið hevur fyri Føroyar. Hann vísti á, at føroyingar eiga at leggja nógv størri dent á at fáa tað rætta fiskimarkið enn eitt undirgrundarmark. Eisini Dánjal Nolsøe, sáli, sum í mong ár [...] ein slík semja kann fáa fyri fiskimarkið. Vit telvja víðari Anfinn Kallsberg, løgmaður er fáorðaður, tá vit spyrja hann um marknatrætuna. -Tíðin nærkast, har vit skulu taka eina støðu, men hon er ikki komin
eina oljukeldu. Um hetta eisini verður so í Føroyum fáa vit at síggja, men tað er greitt, at Dong var her ikki, um vit ikki mettu møguleikarnar at finna olju og gass verða stórar. Vit hava góðar vónir um, [...] at kunna prenta kortið, men frá Dong fáa vit at vita, at her er talan um loynidómar, sum helst ikki skulu kunna almannakunngerast fyri hinum oljufeløgunum, sum jú eru kappingarneytar. Seismikkur við tveimum [...] til tær kanningar, sum í tveimum umførum eru gjørdar við tveimum seismikkskipum. -Eg haldi ikki tað er ov nógv sagt, at vit við hesum nýggja teknikkinum eru komnir væl longur, enn um vit bert brúktu vanliga
ungdómsyrkingin "Hvar er rás?" Spurningurin, sum hann setur fram í hesi yrking snýr seg um hvussu vit skulu finna leið gjøgnum lívið, ímyndað sum eitt reyn. Vit hava her fingið umhvarvið av einum svari, ikki [...] Báðir brúka fuglar sum mynd. Fuglurin, sum Janus brúkar í hesi yrkingini og í fleiri øðrum er ravnurin, men í hesi yrkingini er tað nakað so sjáldsamt sum ein ravnur í "brúðarlín", sum skal vera teknið um [...] útlegdin er serliga sjónarhornið, sum yrkingarnar eru skapaðar úr. Janus Djurhuus yrkti eisini um útlegdina. Í yrkingini "Útlegd" er heimferðin í livandi lívi ímyndað sum ein utopisk heimferð, tí hon kann
vinnumøguleikar og effektivt samskifti vóru eisini samtaluevni hjá okkum, ið dagliga ferðaðust aftur og fram millum Skálafjørðin og Havnina. Skuldu vit eisini tora at hugsa um batnandi tíðir fyri okkara [...] koma undan kavi fyri okkum eisini. Kanska fór sambandið at gerast meira regluligt. Buss- og ferjutíðir fóru kanska at verða betri samskipað. Kanska var tíðarskeiðið við ?Pride? sum avloysari fyri ?Ternuna [...] taka ferjuna burtur millum Skálafjørýin og Havnina og noyða fólk í bussarnar! (Rætt skal vera rætt. Sum plástur á sárið hava teir sett ein sonevndan snarbuss at koyra eina ferð dagliga aftur og fram millum
fyri, at tær granskingarætlanir, sum farið verður undir framyvir, verða í tráð við bæði fólksins og politiska viljan. Ein stórur trupulleiki hjá okkum politikarum er, at vit ikki vita hvat fyrigongur innan [...] í løgtinginum fríggjadagin. Endamálið Í lógaruppskotinum, sum nú hevur verið til 1. viðgerð í tinginum, stendur, at endamálið við lógini, sum er heintað í Danmark, er at áseta nærri karmar um vísindaetisku [...] hjá nevndini verður at gera eina etiska meting av teimum granskingarverkætlanum, sum ætlanin er at seta í verk og eisini at meta um møgulig hjáárin á royndarpersónar. Nevndin hevur sostatt heimild at geva
Landslæknin metir ikki, at vit eiga at hava eina sjálvstøðuga økisvísindasiðsemisnevnd í Føroyum, men ístaðin áttu vit at verið ein partur av einari av teimum 7 økisnevndunum í Danmark. Hann sammetir føroysku [...] Hon heldur at vandi er fyri, at okkara áhugamál fella burturímillum, um vit eru partur av eini størri nevnd. Hon sigur eisini, at um føroyska nevndin er í iva um eitthvørt, er møguligt at fáa ráð og [...] føroysku støðuna við Bornholm, sum ikki hevur eina sjálvstøðuga nevnd, men hevur 2 umboð í økisnevndini hjá Frederiksborg-, Roskilde-, Storstrøms- og Vestsjællands amt. Henda nevnd umboðar uml. 1 mill
sigur Finn Jensen, sum eisini heldur, at dømingin hevur verið sera góð í ár. ? Ongastaðni hava fólk gjørt vart við, at tað var skeivur vinnari, sum vann. Finn Jensen sigur eisini, at fólk hava verið sera [...] Jonhard Hammer Aftur í ár var tað FC Music, sum skipaði tiltakinum. Finn Jensen, sum er stjóri í FC Music, er sera væl nøgdur við kappingina í ár. ? Alt hevur gingið væl, og tað eru nógv ár síðani, at [...] songrøddin ikki so víða, sum hon var í ár. Tá var eingin kapping í Klaksvík, og heldur eingin kapping í Sandoynni. Men í ár hevur songrøddin verið runt á øllum plássum, og onkrastaðni hava vit havt tvey kvøld,
tað passar við tíðini. Vit hava spurt John Petersen um hvussu vónirnar eru nú teir fara avstað: ? Eg veit ikki. Vit fara avstað við tí fyri eyga at gera okkara besta og tað fara vit sjálvandi at gera, báðir [...] báðir tveir, men vit kenna púrt einki til felagið, uttan at tað liggur mitt í norska høvuðsstaðnum, sigur hann. ? Sum vit hava skilt, so hevur venjingin í norska felagnum ikki verið so øgiliga hørð. Eg [...] seinnu vera ikki so leingi burtur sum teir báðir fyrru, men hvør veit um ikki okkurt spyrst burturúr kortini. Um vikuskiftið fingu John Petersen og Allan Mørkøre, sum báðir hava sáttmála við Nordplayer
gongur ikki altíð, sum prestur prædikar. Eitt gamalt orðatak, sum neyvan verður lagt til viks í okkara tíð. Og fríggjakvøldið fingu kyndlamenn at føla, at tað gongur ikki altíð, sum ein roknar við sjálvur [...] ikki fatur í nøkrum, sum strandingar tveittu eftir honum og so var liðugt. Tað gongst ikki altíð? Sum skilst vóru kyndlamenn illa nøgdir við dystin móti strandingum. Tað sigur eisini seg sjálvt, at eitt [...] tað so nógv sagt, at tað var annað lið hjá StÍF, sum spældi dystin móti Kyndli, tí meginparturin av leikarunum á 2. liði henda dagin vóru leikarar, sum vanliga leika fast á fyrsta liði. Johan Danielsen
dystir, m. a. eisini á USA, sum mátti lúta 3-1. Hollendarar flúgvandi Við seinastu olympisku leikirnar gjørdu hálendingar ikki mætari enn at stinga av við gullinum. Lítla landið í Europa, sum á fótbóltsvøllinum [...] kvinnuligu búnarnar. Tað, sum øsingin snúði seg um var, at FIVB hevði sett kvinnuliðunum krøv til búnar, men hevði ikki sett monnum somu krøv. Tað løgdu kubanar líka í og tær vunnu, sum nevnt í leygardagsblaðnum [...] styrki í hesum bólkinum, sum teir vunnu, hóast tveir av dystunum eru endaðir 3-2 til spaniumenn Úr bólki B komu Italia, USA og Kanada víðari. Kanadiumenn vóru í somu støðu sum japanarar og skuldu fyri