Lítið og einki hevur verið at hoyra til gongdina í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Nú bendir so okkurt á, at nøggatódnin verður brotin. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nevniliga kallað til fundar hósdagin klokkan 10. Tá fara Anfinn Kallsberg, løgmaður og Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingarnevndini at greiða frá gongdini í marknamálinum.
Hvørki løgmaður ella Árni Olafsson vilja gera stórvegis viðmerking til komandi fundin í Uttanlandsnevndini. Talan er um ein kunnandi fund. Sosialurin skilur annars, at tað hevur verið samband milum føroyska samráðingarleiðaran og bretska starvsbróðurin, ein harra Brenton.
Av tí at eingin formellur samráðingarfundur hevur verið millum partarnar nú í eina rættiliga drúgva tíð stendur málið helst har, at tað eru føroyingar, sum hava útspælið. Fyri nøkrum vikum síðani var fundur í Uttanlandsnevndini, og tá vóru løgmaður og Árni Olafsson eisini við.
Nú fundur aftur er ásettur kann verða spurt, um tað antin er til at viðgera eitt møguligt bretskt svar uppá eitt óformelt føroyskt útspæl - ella tað er til at taka støðu til, um føroyingar nú skulu koma við einum veruligum útspæli, og hvussu hetta skal síggja út.
Keldur, sum blaðið hevur tosað við, siga, tað ongantíð hevur verið so tætt millum partarnar. Blaðið skilur, at nú tað er um at vera komið á mál í spurninginum um undirgrundarmark, so gerst fiskimarkið aftur háaktuelt. Tað verður helst sera torført - um ikki ómøguligt - hjá eini føroyskari samráðingarnevnd ella politiskum oddamonnum - at skula góðtaka eitt undirgrundarmark uttan samtíðis at tryggja sær, at verandi fiskimark verður avgreitt eisini.
Tað er helst greitt, at fiskimarkið, sum enn ikki er alment viðurkent av bretum, hevur stóran politiskan og symbolskan týdning í Føroyum, og sum helst gongur út um tað reint búskaparliga virðið, ið hugsast kann at vera í grásonuni.
Kleppur
Marknatrætan millum Føroyar og Bretland er nú vorðin ein sannur kleppur fyri bæði londini, tá hugsað verður um, at mong altjóða oljufeløg standa og bíða eftir, at loyvi skal verða givið til leiting í Hvítu sonuni og eisini í føroyskum designeraðum øki.
Føroyskir myndugleikar hava alla tíðina sagt, at tað hevur størri týdning fyri Føroyar at fáa eina skilagóða loysn í marknatrætuni enn at skula skunda undir eina oljuleiting. Men tað hevur samtíðis verið boðað frá, at ein fyrsta útbjóðing helst verður í 99. Er tað so, at útbjóðingin skal verða tengd og bundin at, hvat hendir í marknatrætuni, so er greitt, at tað kann koma at ganga drúgvari tíð enn ætlað at koma í gongd.
Nú er bert góður mánaður eftir av hesum árinum, so skal marknatrætan ikki enn einaferð gerast jólatrøll, má berast skjótt at.
Herfyri reisti Guttormur Djurhuus, vinnulívsmaður í grein í Sosialinum spurningin um týdningin, sum fiskimarkið hevur fyri Føroyar. Hann vísti á, at føroyingar eiga at leggja nógv størri dent á at fáa tað rætta fiskimarkið enn eitt undirgrundarmark.
Eisini Dánjal Nolsøe, sáli, sum í mong ár var juridiski ráðgevin hjá føroysku samráðingarnevndini, hevur í Sosialinum víst á, hvussu týdningarmikið tað er ikki bert at fáa eitt undirgrundarmark men eisini at fáa sett endaliga fiskimarkið.
Kunnu ikki síggja burtur frá fiskimarki
Vit hava biðið Árna Olafsson um eina viðmerking til hesi almennu úttalilsi. Árni Olafsson sigur, at formliga hava samráðingarnar við bretar snúð seg um landgrunnsmarkið. Men tað er samtíðis greitt, at man frá føroyskari síðu hevur gjørt vart við alla tíðina, at fiskimarkið hevur ein stóran týdning fyri føroyingar, og at man í eini semju um landgrunnsmarkið ikki kann síggja burtur frá, hvønn týdning ein slík semja kann fáa fyri fiskimarkið.
Vit telvja víðari
Anfinn Kallsberg, løgmaður er fáorðaður, tá vit spyrja hann um marknatrætuna. -Tíðin nærkast, har vit skulu taka eina støðu, men hon er ikki komin. Enn er eingin semja. Áðrenn tað kemur hartil, at ein skal taka eina politiska avgerð, so skal meira henda. Uppá fyrispurning um endamálið við fundinum hósdagin er at taka støðu til, um samráðingarleiðarin skal hava nýtt mandat ella annað svarar løgmaður, at hetta er ein góður spurningur. Hvat útbjóðingini viðvíkur sigur løgmaður, at tað verður telvað víðari. Hann sigur eisini, at tíðarætlanin saktans kann haldast, men hon kann eisini miseydnast. Hvat fiskimarkinum viðvíkur váttar løgmaður, at vit hava tvey stríð í umráðinum, og hóast tey ikki eru beinleiðis tengd at hvørjum øðrum, so eru tey bæði kortini eins aktuell.