Regin Dahl lærumeistari og undangonguyrkjari

- Regin er ein yrkjari, sum rithøvundar noyðast at gera okkurt við, um teir vilja fáa nakað burtur úr arvinum, vinna á undangonguyrkjaranum so at siga fyri sjálv at gerast sterk listafólk, segði Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, á hátíðarløtuni Regini Dahls til heiðurs í Læraraskúlahøllini næst seinasta sunnudag.

Tað ber til at síggja bókmentasøguna sum eina tilgongd, har teir sterku yrkjararnir leggja fyri við at fylgjast við undangonguyrkjarunum, herma eftir teimum og royna at gera sum

lærumeistararnir. Síðani slítur yrkjarin seg leysan frá

undangonguyrkjarunum, ger upp við teir fyri sjálvur at gerast ein

sterkur yrkjari, lærumeistari og undangonguyrkjari hjá teimum, ið

síðani koma. Drivmegin í bókmentasøguligu gongdini er eftir hesi

hugsan andstøðan millum ættarliðini, millum tíðarinnar sterku

rithøvundar.

Regin Dahl er ein sovorðin sterkur yrkjari. Tíggju

yrkingasøvn hevur hann givið okkum, tað fyrsta kom út í 1937 og tað higartil seinast í 1993. Fyrsta savnið hevur heitið Í útlegd, og útlegdin er serliga sjónarhornið, sum yrkingarnar eru

skapaðar úr.

Janus Djurhuus yrkti eisini um útlegdina. Í yrkingini

"Útlegd" er heimferðin í livandi lívi ímyndað sum ein utopisk

heimferð, tí hon kann ikki verða fyrr enn "reynið rodnar av rósum og vín". Annars er deyðin tann heimferðin skaldið hevur í boði.

Ein kend yrking hjá Regini er ungdómsyrkingin "Hvar er rás?"

Spurningurin, sum hann setur fram í hesi yrking snýr seg um hvussu vit skulu finna leið gjøgnum lívið, ímyndað sum eitt reyn. Vit hava her fingið umhvarvið av einum svari, ikki endaliga svarið, men eitt leiðbeinandi uppskot til, hvussu vit kunnu handfara henda

lívsspurningin. Yrkingin "Hvar er rás?" kann lesast sum eina uppgerð við hugburðin um útlegdina hjá Janusi.

Báðar yrkingarnar leggja fyri við einum spurningi, Janus spyr um tíð, tá ið hann sigur: "Nær verður heimferð mín", Regin spyr um pláss, tá ið hann sigur: "Hvar er rás um reynið". Báðir brúka fuglar sum mynd. Fuglurin, sum Janus brúkar í hesi yrkingini og í fleiri øðrum er ravnurin, men í hesi yrkingini er tað nakað so sjáldsamt sum ein ravnur í "brúðarlín", sum skal vera teknið um, at skaldið sleppur heim. Regin harafturímóti hevur í hesi yrking eina "sterka ørn", sum ímyndar ein realistiskan, men einsligan møguleika at vinna upp um reynið. Og mótsett hugtøkiliga reyninum og fjalladalinum hjá Janusi, har tað vaksa rósur og vín og Pan "skemtar sær við floytuspæl", líkist reynið hjá Regini tí veruliga, ítøkiliga reyninum við homrum, knøttum og blánandi skarði. Í hesum fyrsta savninum ger Regin útlegdina til ein eksistentiellan spurning, har hon er lagna í yrkingini hjá Janusi. Hjá Regini ber til at sættast við útlegdina, men hjá Janusi Djurhuus umrindast hon ikki.

Hetta bæði at fylgjast við Janusi Djurhuus nakað fram á leið og

síðani at víkja frá honum og vísa á aðrar loysnir enn hann, eru nøkur av fyrstu stigunum í gongdini í yrkingum Regins fram móti at gerast ein sjálvstøðugur yrkjari.


Regin sum tónasmiður

Regin er eisini komponistur, tónaskald, tónasmiður. Løgini

eru bæði løgin og genial. Løgini eru samansett, tey fara høgt upp og

lágt niður, viðhvørt er stutt millum tónarnar og viðhvørt gera teir

rættilig lop, viðhvørt er ein eyðkendur fólkatónleikadámur í

teimum - sjómansrímurnar eru dømi um hetta seinasta. Løgini eru

stundum krevjandi sum "Ein gomul kista av kamfertræ", men hvør dugir tað ikki kortini. Taktirnar eru ikki altíð líka langar, rútman er

ikki altíð tann sama gjøgnum ein heilan sang og mong løg hjá Regini

hava gamalt skalasnið frá áðrenn moll og dur gjørdust

høvuðsskalasløgini, men sum vit kenna væl frá kvæðaløgunum og gomlum norðurlendskum fólkatónleiki. Samstundis er evropeiskur romantikkur í løgunum, og har er kirkjutónadámur. Heldur ikki sum komponistur vil Regin geva seg fult og heilt inn undir eina traditión, men brýtur tær og setur tær saman aftur soleiðis sum tað hóvar honum. Eins og hjá øðrum kendum tónaskøldum sum Schubert eru summir sangir hjá Regini ein gjøgnumkomponerað heild, eitt nú "Blíðan, blíðan brótið ikki aldur", sum Regin sjálvur eisini hevur yrkt. Harafturat er Regin sjálvur ein sjáldsama hugtakandi sangari, høga tenorrøddin gevur løgunum serligt lív.


Reginskari reginskt

Tóroddur Poulsen samanfatar einastaðni viðurskiftini millum

yrkjaraættarliðini, samstundis skrivar hann seg sjálvan inn í

bókmentasøguligu tilgongdina, tá ið hann tránýtir eitt av

hittinorðum Regins í bókini Leysasøkk. Har metir Regin sjálvur sínar undangonguyrkjarar á henda hátt "Janus skrivar kanska fínari

føroyskt - men Hans Andrias skrivar í hvussu er fínari føroyskt enn

hann". Hjá Tóroddi Poulsen er hetta á postmodernistiskan hátt

umskapað til henda tvætlisetningen: "Regin skrivar kanska reginskari reginskt - men Regin skrivar í hvussu so er reginskari reginskt enn hann". Síðani brúkar Tóroddur Poulsen hetta sniðið, sum hann hevur frá Regini, til hesa staðfestingina: "Hans Andrias hevur kanska fínari hatt enn Carl Jóhan - men Carl Jóhan hevur fínari hatt enn hann." Og spyr so: "Hvør skal binda beistið?"

Hetta speisemið og respektloysið eigur eingin at taka illa upp - tað vísir tvørurímóti at Regin er ein yrkjari, sum rithøvundar

noyðast at gera okkurt við, um teir vilja fáa nakað burtur úr

arvinum, vinna á undangonguyrkjaranum so at siga fyri sjálv at gerast sterk listafólk. Í hesum ljósinum er Regin Dahl ein hornasteinur í føroyskum bókmentum og í føroyskari tónlist.