arbeitt sum verkfrøðingur hjá A/S Dansk Shell í Keypmannhavn í nøkur ár. Tey keyptu eitt stórt grundstykki í Dalakróki í Havn, og í 1972 kundu tey flyta inn í eini nýggj hús har. Hjarnari dámar væl at arbeiða [...] t.d. nevndarlimur í Fossbankanum, Atlantsflog og verkfrøðingafelagnum. Eisini var hann í mong ár umboðsmaður fyri Loyd`s Register Shipping. Í dag er hann í norðurlendsku komitéini í hesum felag. Malenu [...] Mamman, Hjørdis, er í dag 95 ár gomul og býr í Havn. Í 1954 fóru Malena og Hjarnar til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hon lærdi til læknaskrivara og hann til maskinverkfrøðing. Í 1968 fluttu tey heim
málið í, tí longri fór býráðið ikki at bíða. Tann freistin er farin í dag, men tað hevur ikki borið til at fáa fatur á Heðin Mortensen í gjár, ella í morgun. Hinvegin sigur landsstýriskvinnan í Sosialinum [...] býráðnum fáa tey ikki gjørt annað enn at geva tol. - At viðgerin tekur tíð, mugu vit bara taka við, tí vit hava ikki annað í at velja, tí tað ber ikki til at fara undir útbyggingina, fyrrenn øll loyvi eru fingin [...] tann grøna knappin. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð. Tað, hann sipar til, er, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum skal nú taka støðu til, um Tórshavnar
Hetta er í nógvum førum hýsa 3, sum liggur millum hálvt og eitt kilo. Nakrar royndir eru gjørdar á Føroyabanka í summar og tíðliga í heyst, har útróðrarbátar hava roynt við línu, og her hava teir fingið [...] bara útróðrarbátar, sum hava gjørt royndir á Føroyabanka í ár. Her hava eisini verið tveir garnabátar. - Felags fyri hesar royndir er, at bæði skip og bátar - við línu og gørnum - hava gjørt góðar túrar á [...] fyri vinnuligari veiði í so mong ár. Men, er fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum vánaligur, eru fiskaprísirnir í staðin rættiliga góðir í løtuni. - At kalla øll fiskasløg hava lutfalsliga góðan prís
ikki vunnið landskappingardyst í Vági í tíggju ár, tá teir um vikuskiftið fóru til Vágs, og hetta var longt til ellivu ár, tá teir sunnukvøldið sigldu norður aftur til Havnar. Í so máta var javnleikurin hjá [...] hálvleiki. VB trýsti HB hevur higartil í ár havt eitt løgið fyribrigdi við í spæli teirra. Sum dysturin líður fella teir alt meira aftur á vøllin, og soleiðis var eisini í Vági sunnudagin. Hesa ferð komst tað [...] sum áttu fyrsta møguleikan í dystinum, tá Robert Cieslewicz varð leiktur púrasta blankur. Einsamallur við Bárði Johannesen megnaði hann tó ikki annað enn at brenna beint í krovið á málverjanum, og nakað
gjørt. Petur bleiv settur í starvið sum veðurmaður hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, fyrst hálvt annað ár í Vágum og síðani í Havn, til hann fór frá sum 70 ára gamal tann 1. juli í 1995. Seyðabrævið Petur [...] serliga tann eina dagin, hann var til arbeiðis á flogvøllinum í Vágum. Tað var í august í 1990. Seyðabrævið, sum hevði ligið á savni í Danmark í 23øldir, skuldi koma aftur til Føroya, og fleiri almenn umboð [...] sær at havt veðurtíðindi í Sosialinum sum fastan tátt. Petur, sum var farin frá við pensjón árið fyri, ivaðist ikki í svarinum. Tað vildi hann fegin, og síðani tann 15. november í 1996 hevur hann havt veðrið
Teir hava verið við línuskipi, teir hava verið við Brimli og teir hava gjørt tann langa túrin niður til Spania, at tosa við spanskan fiskakeypara, sum hevur keypt fisk úr Føroyum í fleiri enn 20 ár. Tað [...] filmin. Nakað ítøkiligt - Talan hevur verið um eina spennandi uppgávu, sum vit hava arbeitt við í eitt hálvt ár. Tilsamans hava eini 20 fólk verið inn um filmin, so tað hevur verið ein rímiliga stór uppgáva [...] minuttir langa fimlin, sum í morgun var vístur fyri miðlunum. Filmurin verður tikin við til stóru fiskivinnumessuna, European Seafood Exposition, ið verður hildin í Brússel í Belgia í døgunum frá 23. til 25
leiklutum í sjónleikum, útvarpsleikum og í "Barbaru" var hann statistur. Tað byrjaði í barnagarðinum, har børnini spældu leikin "Kópakonan", - leikurin varð vístur í Sjónvarpi Føroya. Eg var fimm ár, tá eg [...] verður hildin annað hvørt ár og hetta er níggjunda ferðin. Føroyski luttakarin á stevnuni er partur av danska liðnum og ferðin er stuðlað av Dansk Amatør Teater Samvirke og mentamálaráðnum. Í ár er evnið á [...] stuttligastu leikirnir, sum eg havi verið við í, sigur Sigmundur. Spælimaður Í stóra leikinum "Glataðu spælimenninir", sum Eyðun Johannesen setti upp í 1993 í Norðurlandahúsinum, hevði Sigmundur leiklut
tey flestu mettu, at B36 ikki veruliga fór at gera um seg í oddinum í ár, so er “nýggja” liðið enn millum tey ovaru á stigatalvuni. Gaman í hava teir framvegis ikki verið uttan fyri Gundadal, og tað skulu [...] tí millum áskoðararnar í Gundadali. Og hann ivast ikki í, at hann er spentur undan dystinum. - Bæði liðini hava í løtuni sjey stig, og tann, sum fer av vøllinum sum vinnari, er í eini sera góðari støðu [...] báðir hava drigist við skaðar. Einasta fráveran er Ingi Højsted, sum enn má bíða nakrar vikur, áðrenn hann aftur kann spæla. - Ta er ein sera góður stemningur í hópinum, og eg haldi, at vit hava nakrar
staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag. Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini [...] Telvingarfelag, sum í næstum fyllir 100, hevur saman við Talvsambandi Føroya skipað fyri árligu FM-kappingini, sum endaði í dag. FM-bólkurin hevur ongantíð verið so væl mannaður sum í ár. Undantøkini eru [...] fegnast um, at vit í Føroyum hava ein stórmeistara, sum telist millum teir fremstu í norðurlondum, og nú eisini aðrar góðar føroyskar telvarar, sum eru mentir at geva honum dygga mótstøðu í FM-kappingum. 7
kortini er í spakuligari menning. ? Tað er so heilt vist, at lundastovnurin er nógv betur fyri í ár. Heilt nógv hevur verið av lunda í Heygadrangi og eisini hevur nógv lív verið í lundalandinum í Grønskriðudranga [...] Hann sigur, at tey sum hava verið undir Trøllkonufingri hava latið væl at, men at fráfallið kortini altíð verður stórt, tí fleiri, serliga føroyingar, tíma ikki tann túrin, og bíða heldur eftir betri líkindum [...] Sp/f fekk í fjør ein nýggjan bát til túrarnar undir Vestmannabjørgini. Tað er Barbara, sum tekur 28 fólk og sum er bygd hjá AWI-boats í Runavík. Báturin hevur riggað stak væl, og fólk, sum hava verið við