Gjørt film um burðardygga veiði

- Vit hava mangla nakað at vísa á, tá vit verða spurdir um burðardygga veiði, og tað hava vit fingið við hesum filminum, sigur Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya

Tað er eftirspurningurin eftir tilfari um føroyska fiskiveiði, ið hevur fingið Jens Christian Olsen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya, at tikið stig til góða 20 minuttir langa fimlin, sum í morgun var vístur fyri miðlunum.
Filmurin verður tikin við til stóru fiskivinnumessuna, European Seafood Exposition, ið verður hildin í Brússel í Belgia í døgunum frá 23. til 25. apríl.
- Eg haldi, at vit í stóran mun hava manglað nakað ítøkiligt at víst á, tá talan er um føroyska fiskivinnu. Hesin filmurin lýsir væl, hvussu føroyingar ansa eftir tí tilfeingi, vit hava, sigur Jens Christian Olsen.
Filmurin, sum er góðar 20 minuttir langur, vísir føroyska mentan og hugburð, tá tað snýr seg um at røkja teir stovnar, ið vit troyta.
Filmsmanningin hevur eisini verið víða um. Teir hava verið við línuskipi, teir hava verið við Brimli og teir hava gjørt tann langa túrin niður til Spania, at tosa við spanskan fiskakeypara, sum hevur keypt fisk úr Føroyum í fleiri enn 20 ár.
Tað er ikki bert hesin spaniólin, ið rósar serliga føroyska fiskinum. Eisini er eitt innslag við føroyska kokkinum, Leif Sørensen, sum greiðir frá konsistensinum í føroyska fiskinum.

Á fleiri málum
Innslag er eisini við Eilif Gaard, stjóra á Havstovuni, sum greiðir frá um stovnsrøkt, eins og víst verður á øki kring Føroyar, sum eru stongd partar av árinum, ella økir, ið verða stongd í styttri tíðarskeið, um ovn ógvur ungfiskur er í veiðini.
Eisini verður greitt frá um føroysku fiskidagaskipanina, sum verður regulerað á hvørjum ári og sum ger, at eingin útblaking kemur fyri.
Fyri líkasum at undirstrika tað ansni, sum føroyingar hava mótvegis teimum stovnum, teir troyta, verður víst á haruskjóting og ikki minst seyðahaldið.
Upptøkur eru gjørdar umborð á føroyskum línubáti, har brot eru frá draging og reingerð, og upptøkur eru gjørdar umborð á Brimli, eisini tá teir eru umborð á trolara og kanna eitt nú meskavíddina.
Filmurin, sum varð vístur í morgun, hevði enska talu, men hann finst eisini á fleiri øðrum tungumálum, eitt nú fronskum, sponskum, hollendskum, belgiskum, italienskum og kinesiskum, fyri at nevna nøkur.
Í stuttum kann sigast, at hann finst á øllum teimum málum, har føroyingar útflyta fisk av týdningi.
Tað er Kovboy film, við Thomas Koba, ið hevur framleitt filmin.

Nakað ítøkiligt
- Talan hevur verið um eina spennandi uppgávu, sum vit hava arbeitt við í eitt hálvt ár. Tilsamans hava eini 20 fólk verið inn um filmin, so tað hevur verið ein rímiliga stór uppgáva, sigur Thomas Koba.
Filmurin ber heitið »Faroe Islands Responsible Fisheries«, og framleiðararnir hava sum nevnt verið rættiliga víða. Eitt nú í Spania, har fiskakeypari sigur soleiðis um føroyingar: »Eitt fólk, sum hevur tað íborið at vita, at náttúran er livandi. At hon hevnir seg og verður lívssør, um hon verður eyðrænd. Eitt fólk, sum veit, at tað missir alt, um tað ikki hvønn dag ansar eftir og verjir sítt havtilfeingi«.
Filmurin er vorðin til í tøttum samstarvi við Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag, og filmurin verður frumsýndur á ESE messuni í Brússel undir tiltakinum, »Fresh from the Faroes«, sum verður á føroyska básinum mikudagin 24. apríl.
- Tað er jú sera avmarkað við formligum altjóða góðkenningum sum til dømis MSC, tá tað snýr seg um føroyska fiskivinnu, og á undanfarnum ESE messum eri eg ofta spurdur um, hvat vit so hava at vísa á í staðin. Men eg havi ikki havt nakað ítøkiligt at víst teimum. Tað hava vit nú við hesum filminum, staðfestir Jens Christian OIsen.