Tað var meiri at kalla av tilvild, at Petur Skeel Jacobsen gjørdist veðurmaður hjá Sosialinum fyri 10 árum síðani.
Um mánaðarskiftið juli-august í 1996 hevði hann sett sær fyri at fara á Ovastevnu í Nólsoy. Millum ferðafólkini umborð á Rituni um Nólsoyarfjørð hendan túrin var ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum. Eftir at teir høvdu prátað eina løtu, spurdi blaðstjórin, um Petur ikki kundi hugsað sær at havt veðurtíðindi í Sosialinum sum fastan tátt. Petur, sum var farin frá við pensjón árið fyri, ivaðist ikki í svarinum. Tað vildi hann fegin, og síðani tann 15. november í 1996 hevur hann havt veðrið á baksíðuni í blanum.
Hóast hann nú gongur á sínum 82. ári, møtir hann hvønn morgun í blaðhúsinum til fasta tíð, og hann hevur ongar ætlanir um at gevast.
- Hetta hevur verið stuttligt. Heilsan er góð, og eg haldi á, so leingi sum eg kann, sigur hann.
Frá ungum árum
Var tað av tilvild, at Petur Skeel Jacobsen gjørdist veðurmaður hjá Sosialinum, so lá tað líkasum í luftini, longu meðan hann var smádrongur, at hann skuldi blíva veðurfrøðingur ella veðurmaður. Sum smádrongur í Kaldbak hevði hann stóran áhuga fyri veðrinum, og sum tey vaksnu gekk hann javnan og hugdi upp á luftina at vita, um nøkur tekin vóru um broyting í veðrinum.
Beint eftir kríggið kom Veðurstovan á Skansanum í Havn, og í 1948 søkti Petur arbeiði á Veðursrtovuni og fekk tað. Har arbeiddi hann tey næstu sjey - átta árini, men so fekk hann tuberklar og noyddist at gevast.
Í 1962 fór hann til Danmarkar, og tað eydnaðist honum at fáa arbeiði hjá donsku veðurstovuni, Danmarks Meteorologiske Institut. Har var hann so heppin at sleppa at læra til veðurmann. Á DMI gingu veðurmenninir vakt, soleiðis at ein vakt hevði tað danska økið, ein hevði tað grønlendska og ein hevði havleiðirnar, sum millum annað umfataðu Føroyar.
Saknur í veðurskipunum
Landslagið hevur nógv at siga fyri veðrið í einum landi, og tí var tað stórur munur at fáast við veðurtíðindi fyri tað flata Danmark og fjallalandið Føroyar, sigur Petur Skeel Jacobsen. Í Danmark er tað so, at veðrið kemur inn yvir landið úr einari ætt og fer tvørturum, og so er tað lliðugt. Í Føroyum kann veðrið vera sera ymiskit frá einum staði til annað, alt eftir hvør ættin er.
Tá tað ráddi um at gera veðurtíðindi fyri Danmark, fingu veðurmenninir góða hjálp frá teimum nógvu støðunum, sum vóru á landi og í Norðsjónum, og tær gjørdu, at tað var lættari at fylgja við veðrinum og møguligum broytingum.
Við Føroyum var eitt sindur øðrvísi, men heilt hjálparleysir vóru veðurmenninir kortini ikki. Tá í tíðindi lógu fleiri veðurskip tvørtur um alt Norðuratlantshavið frá Noregi vestur til Flemish Cap, og tey, sum eru komin eitt sindur upp í árini, munnu minnast, tá Útvarpið bar veðurtíðindini frá eitt nú veðurskipinum I og J. Veðurskipið J var tað, sum lá næst Føroyum, og saman við hinum sendi tað veðurstovunum á landi veðurtíðindini ígjøgnum telegrafin. Men tá fylgisveinarnir komu, vórðu veðurskipini løgd.
- Tað var saknur í teimum, tá tey fóru, tí tað var nógv lættari at rokna veðrið út, tá tey vóru, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Aftur til Føroya
Hóast Petur treivst væl í Danmark, hevði hann altíð hugsað sær at venda aftur til Føroya, so hann kundi fáa pensjónsárini her. Men heimferðin kom eitt sindur fyrr, enn hann hevði ætlað.
Ein morgunin ringdi stjórin á DMI heim til Petur og spurdi, um hann hevði hug at fara til Føroya at arbeiða sum veðurmaður á flogvøllinum í Vágum. Stjórin greiddi frá, at veðurmaðurin, sum hevði verið á flogvøllinum, var farin frá fyri aldur, og at eingin hevði víst áhuga fyri at loysa hann av.
- Eg svaraði beinanvegin, eg kundi gott fara, sigur Petur.
Sum sagt so gjørt. Petur bleiv settur í starvið sum veðurmaður hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, fyrst hálvt annað ár í Vágum og síðani í Havn, til hann fór frá sum 70 ára gamal tann 1. juli í 1995.
Seyðabrævið
Petur minnist serliga tann eina dagin, hann var til arbeiðis á flogvøllinum í Vágum.
Tað var í august í 1990. Seyðabrævið, sum hevði ligið á savni í Danmark í 23øldir, skuldi koma aftur til Føroya, og fleiri almenn umboð við løgmanni á odda vóru komin á flogvøllin at taka ímóti tí týdningarmikla brævinum.
Men tað vildi so illa til, at tað var mjørki í Vágum, so flogfarið við Seyðabrævinum fekk ikki sett seg, men noyddist at venda aftur til Keypmannahavnar.
- Eg minnist, at eg fór at fáa mær ein bita. Tá kom sýslumaðurin í Vágum, Marni av Kák, yvir til mín og vildi hava at vita, nær mjørkin fór at lætta so mikið, at flogfarið kundi koma aftur. Eg svaraði, at tað bleiv ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir, greiðir Petur frá.
Øll hava helst ikki lurtað eftir ráðunum, tí flogfarið kom aftur sama seinnapart, men mátti aftur til Danmarkar. Morgunin eftir kom tað aftur, men úrslitið var tað sama. Men tá tað royndi aftur seinnapartin, bar til. Nú var klárt í Vágum, júst so sum Petur hevði sagt.
- Ta ferðina rakti eg plett, sigur hann.
Spyrja um veðrið
Hóast Petur arbeiddi hjá donsku veðurstovuni í 29 ár, eru tað ikki veðurtíðindini haðani, hann brúkar, tá hann skrivar veðrið í Sosialinum. Tað hevði sjálvandi verið lættari at týtt veðurtíðindini frá DMI, men sum føroyingur veit hann, at veðrið í Føroyum kann vera sera ymiskt í teimum ymsu pørtunum av landinum, alt eftir hvussu ættin er.
Tí skrivar hann síni egnu veðurtíðini við hjálp frá bretsku veðurstovunum Brocknew og Esmum, meðan hitalagið verður funnið við hjálp frá einari týskari veðurstovu. Úrslitið stendur so á baksíðuni í Sosialinum.
Tað eru kortini tey, sum vilja hava uppaftur neyvari veðurtíðindi, og tí hendir tað ikki so sjáldan, at fólk ringja heim til Petur at spyrja, hvussu veðrið verður.
- Onkur, sum skal til Suðuroyar, vil hava at vita, hvussu tað verður at sigla suður og norðuraftur, og tað sama gera summi, sum skulu eitt nú í Kalsoynna. Tað hendir eisini meiri enn so, at menn ringja til mín at vita, um tað verður fjallveður í morgin.
Frítíðina brúkar Petur á dansigólvinum. Síðani 1993 hevur hann dansað við Dansifrøði, og hann er eisini í dansifelagnum Tøkum Lætt. Áhuga fyri kvæðum og vísum hevur hann altíð havt, og tað er ikki so sjáldan, at hann skipar onkra vísuna.
- Nei, eg skal ikki klaga, sigur hann.
?










