giftist í 1938 við Onnu Katrinu Hansen, nevnd Tinna, av Toftum. Tey fingu fýra børn. Elst er dóttirin Gunnvør, síðan Øssur, Rúna og Erla. Systrarnar búgva allar tríggjar í Havn, meðan Øssur býr í Keypmannahavn [...] »Men Guð gav vøkst«, sum er um søguna hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Umframt hevur hann yrkt og umsett fleiri sálmar og sangir. Nakrir eru at finna í Sangbók Guðs fólks hjá Brøðrasamkomuni. Umframt eina rúgvu [...] til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður burtuav. Í Sjóvinnubankanum var hann eitt skeið, men tá Esmar Fuglø fór at selja olju, fór Sigurd í starv hjá honum á tí felagnum, sum seinni bleiv til Esso
royndum innan økið eru við í einum arbeiði. Kimberly hevur tí verið í Føroyum meginpartin av desember mánaði, og eftir at hon hon hevði verið heima og hildið jól, hevur nú verið við í fyrireikingunum seinastu [...] 101,0, var amerikanska Kimberly Asther. Í hálvt fjórða ár, hevur hon nú búleikast í Íslandi, har hon seinastu tíðina hevur knýtt at Íslendsku »Lindini«, og var tað í hesum sambandi, at hon nú var komin til [...] seinastu 10 dagarnar. Lítið er at ivast í, at royndir hennara eru komnar sera væl við hjá fyristøðufólkunum, og sjálv nevnir Kimberly telduskipanina, sum eitt av teimum økjum, har hon kundi geva sítt íkast
stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum og í kirkjuni í Fuglafirði hvítusunnudag. [...] á skrá. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 27. mai kl. 16.00 og tann seinna verður í Fuglafjarðar kirkju hvítusunnudag kl. 16.00. Atgongumerki til konsertina í Norðurlandahúsinum eru at [...] fólkamongdum, fevnandi kærleika og at enda endurloysn. Hetta er fyrstu ferð verkið verður framført í Føroyum. Havnarkórið framførdi hitt stóra oratoriið hjá Mendelssohn, Elias, fyri 20 árum síðani. Umframt
sum elsti aktivur spælari í eini bestu deild í heiminum nú. Géza Túri tekur við sínum 49 árum og 64 døgum eisini metið sum elsti spælari, ið hevur spælt í bestu deildini í Føroyum. Hann tekur metið frá pólska [...] hann spældi við B71 móti Skála í 2008. Felags fyri báðar er, at teir hildu málið reint í sínum metdysti. * Her er ikki talan um heimsmet í søguni, men elsti spælari sum spælir í eini bestu deild nú. [...] Tað vakti ans, tá KÍ kunngjørdi 49 ára gamla Géza Túri sum málmann til toppdystin móti HB í gjár. Vanliga fyrstaval er norski Markus Pettersen, men hann bleiv sjúkur upp til dystin. KÍ hevur eisini fingið
vatnflóð í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina. Avleiðingarnar eru eisini, at vatnstøðan uppi í Dnipro-ánni, har eitt nú stóra kjarnorkuverkið Zaporizjzja liggur, er lækkað. Størsta kjarnorkuverk í Evropa [...] er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag, men her verður einki ítøkiligt sagt um, hvat tað er, sum verður sagt í telefonsamrøðuni. Oyðileggingarnar í samband við, at byrgingin varð sprongd, eru [...] ikki ein trupulleiki í løtuni. Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr Kherson-økinum, eftir at vatn floymdi yvir stór øki. Landaøkið, sum er rakt, er til støddar sum helvtin av Føroyum. Russland hevur ikki
Føroyska U19-manslandsliðið endaði á einum áttanda plássi í HM-endaspælinum í Kroatia. Føroyar taptu í dystinum um sjeynda plássi 35-38 fyri Noreg, ið var eitt vet effektivari enn Føroyar. Føroyar skoraðu [...] 1/4. Leivur Joensen í málinum hevði eitt bjargingarprosent upp á 25 prosent. Samlað var talan um eitt gott HM-endaspæl hjá Føroyum, har teir minstu marginalarnir ikki vóru við okkum í fjórðingsfinaluni ímóti [...] økt til 35-31. Í steðginum var Noreg á odda 22-19. Málskjúttar: Óli Mittún 11/16, Ísak Vedelsbøl 9/11, Niklas Gaard 5/9, Tóki Fríðriksson 2/2, Jákup Egholm 2/2, Trúgvi Hávardsson 2/4, Sofus í Selvindi Nattestad
ið verður hildin í New Delhi í India 22. og 23. november í ár. Í hesum sambandi arbeiðir Løgmansskrivstovan saman við Vinnuhúsinum við at skipa fyri eini almennari vinnuferð til India í november, har løgmaður [...] fólkaríkasta land og vit eitt av heimsins minstu, so er nógv vit kunnu geva hvørjum øðrum. Vit í Føroyum framleiða heimsins besta mat úr sjónum, sum kann koma indum til góðar, og India hevur nógva vitan [...] kemur at standa standa á odda fyri føroysku sendinevndini. Føroyskar fyritøkur ið hava áhuga í at luttaka í vinnuferðini, eru vælkomnir at venda sær til Vinnuhúsið.
liðið hevur verið væl við í fleiri dystum, men fekk farna fríggjadag av at vita í útidystinum móti Montenegro, ið vann heili 9-0. Tí snýr tað seg um at enda kappingina væl í morgin. Føroysku kvinnurnar [...] Aserbadjan er annars risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkur til at vinna á Føroyum í dystinum í morgin. Miðaloddsini upp á aserbadjanskan heimasigur eru so lág sum 1,11. Miðaloddsini upp [...] Í morgin klokkan 15 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í Nations League deild C á hesum sinni. Dysturin verður á útivølli móti Aserbadjan, ið hevur vunnið bólk 3. Aserbadjan hevur 13 stig
Føroyar, við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í vár, vilja taka virknan lut í millumtjóða átøkum, sum fremja trygd og støðufesti. Tað eru fólkini og tjóðirnar í Norðuratlantshavi [...] Norðurlond og Kanada í felag umrøða, hvussu tær avbjóðingar, ið standa fyri framman, verða loftaðar, sigur landsstýrismaðurin. Undir vitjanini í Iqaluit var fundur við stjórnarovastan í Nunavut, PJ Akeeagok [...] Uttanríkisráðharrarnir úr Kanada, Noregi, Svøríki, Føroyum og Danmark, umframt umboð fyri íslendsku, finsku og grønlendsku uttanríkisráðini, vóru til staðar. Á fundinum var semja um, at Norðurlond og Kanada
fyrsti landsdystur í nýggju ítróttarhøllini við Tjarnir, uppi í Hoyvíkshaganum. Lukkutíð er útselt til dystin, sum er undankapping í evropameistaraskapinum hjá monnum í hondbólti. Í nógv ár havi eg havt [...] niðurlendskan popptónleik og hvussu tað mundi bera til, at so nógv popporkestur blivu kend í Føroyum síðst í sekstiárunum og fram eftir, frá Ekseption, Shocking Blue, Focus og Golden Earring. Lesið meira [...] havt sum sport, tað er tað nærmasta eg komi útinnandi ítrótt, at spyrja fólk, sum eg møti í elevatori og hoyri tosa niðurlendskt, hvat tey kalla seg sjálvi. - We are Nederlandische people, svara tey á flúgvandi