Stórur áhugi hevur seinastu árini verið millum heimsins tjóðir og altjóða felagsskapir fyri tí, ið rør seg í Arktiska økinum, og tað kom enn einaferð til sjóndar á ráðharrafundinum hjá Arktiska ráðnum, sum fyrr í vikuni varð hildin í Fairbanks, Alaska, tá ikki minni enn sjey lond og felagsskapir fingu játtað eygleiðarastøðu í ráðnum.
Millum teir felagsskapir, ið hava fingið eygleiðarastøðu er Útnorðurráðið, ið er tingmannasamstarvið millum Føroyar, Grønland og Ísland, og gevur tað harvið londunum enn ein pall at gera vart við teirra sjónarmið um Arktiska økið.
- At verða góðkend sum eygleiðarar í Arktiska ráðnum hevur stóran týdning fyri útnorður og fólkið, ið har búleikast, nú ta verða fólkavald umboð í Føroyum, Grønland og Ísland, sum gjøgnum Útnorðurráðið, fáa enn betri møguleika at gera teirra ávirkan galdandi á politisku avgerðartilgongdina í Arktisk. Hetta er eitt týdningarmikið vegamót í 31 ára gomlu søguni hjá ráðnum, skrivar Útnorðurráðið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.
Umframt Útnorðurráðið, so fingu The International Council for the Exploration of the Sea, Oceana, The National Geographic Society, The Oslo-Paris Commission, Sveis og The World Meteorological Organization eisini játtað eygleiðarastøðu í ráðnum.