Í morgin fara Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum og danski ráðharrin í barna- og almannamálum, Mai Mercado, undir eina avtalu um at føroyingar skulu yvirtaka familjurættarliga øki frá dønum.
Tað boðar Heilsu- og Innlendismálaráðið frá nú á miðdegi. Og í sambandi við undirskrivingina kemur Mai Mercado til Føroya í dag, og hon fer av landinum aftur týsdagin.
Sambært avtaluni verður familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku 2018 og í hesum sambandi verður uppskot um at yvirtaka av málsøkið, lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku.
Í morgin verður eisini ein samstarvsavtala undirskrivað, ið hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á persóns-, húsfólka- og arvarættarliga økinum.
Familjurættarliga økið fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, verjumálslógina og fleiri afturat hesum.
Annars hevur Løgtingið samtykt at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, men bara borgarliga, ikki í kirkju. Men málið er strandað, tí talan er um danskt málsøkið, og ósemja er ímillum danskar og føroyskar myndugleikar um, hvussu farast skal fram.
Men verður málsøkið yvirtikið á ólavsøku um hálvtannað ár, stendur føroyingum frítt fyri at skipa økið, sum vit vilja.