Onki nýtt hevur verið at hoyrt frá stóra danska rockbólkinum Nephew - sum ofta hevur spælt í Føroyum - í seks ár, men fríggjadagin gav bólkurin út trý nýggj løg. Eisini hevur bólkurin nú fingið ein nýggjan lim. Hetta er fyrsti kvinnuligi limurin í bólkinum Nephew, har fimm menn annars manna bólkin. Talan er um sangarin og tónleikarin Marie Højlund.
DR skrivar, at forsangarin í bólkinum, Simon Kwamm, møtti Marie Højlund, tá tey arbeiddu saman í eini leiksýning í Aarhus, og at tey funnu væl útav tí saman bæði tónleikaliga og sum menniskju.
Hóast Nephew enn hevur eyðkenda "Nephew ljóðið", so eru evnini í sangunum broytt nakað, nú ein nýggjur limur er komin í bólkin. Dr.dk skrivar, at Simon Kwamm greiðir frá, at sangirnir, ið fyrr snúðu seg um kærleika nú snúgva seg um sambandi millum menniskju á einum hægri stigi.
Tá Nephew í summar spæla á millum annað Roskilde og Smukfest, verður Marie Højlund við í bólkinum á guitar, ljómborði og sangi. Tað merkir, at onkrir av teimum gomlu løgunum verða broytt nakað, men Simon Kwamm lovar, at sangirnir verða til at kenna aftur.