Tað nærkast alsamt til oyggjaleikirnar á Gotlandi í Eystrasalti. Hetta er aðru ferð í søguni, at Gotland hevur vertsskapin. Fyrru ferð var í 1999. Tey hava sostatt bara bíða í 18 ár eftir at fáa leikirnar aftur. Um Føroyar fáa leikirnar í 2023 eru gingin 34 ár síðani leikirnir seinast vóru í Føroyum.
2.380 ítróttarfólk frá teimum 24 oyggjaleikalondunum hava meldað seg til kappingarnar á Gotlandi sambært gotlendskum útvarpi.
Per Wallstedt, sum er formaður í oyggjaleikafyrireikingarnevndini sigur, at samlaða talið av luttakarum, ítróttarfólk, venjarar, leiðarar o.o. er komið uppá 3.627 fólk. Per Wallstedt væntar, at endaliga talið kemur uppá umleið 3.800 fólk. Hann væntar ikki, at tað verða so nógv fleiri ítróttarfólk, sum koma at melda seg til kappingarnar, so talið verður um tey 2.400.
Oyggjaleikirnir á Gotlandi verða millum teir størstu oyggjaleikirnar nakrantíð. Oyggjaleikahópurin hjá Gotlandi verður tann størsti nakrantíð í gotlendskari ítróttarsøgu. Vertsoyggin hevur meldað 251 ítróttarfólk til kappingarnar í teimum 14 ítróttargreinunum, sum kappast verður í.
Oyggjaleikirnir verða dagarnar, 24. juni til 30. juni. Føroysku ítróttarfólkini, venjarar, leiðarar og miðlafólk fara úr Vágum til Gotlands, fríggjadagin 23. juni.