Síðsti parturin av Burn Showdown tiltakinum, ið hevur verið hetta vikuskiftið, er í løtuni í høllini á Hálsi. Í mun til fyrr í dag, tá kappast var nógv í styrki viðvíkjandi lyfting, hevur kappingin í kvøld snúð seg meira um vakurleika.
Sermerkt við tiltakinum Burn Showdown er eisini, at Miss Faroe Islands verður funnin. Tann kappingin hevur ongantíð áður verið í Føroyum.
Átta kvinnur hava stilla upp til Miss Faroe Islands kappingina, og fyri løtu síðani vóru tær átta minkaðar niður í tríggjar, sum nú eru komnar víðari. Tær tríggjar sum eru komnar víðari eru Birgit Johannesen (Miss Klaksvík), Benita Winther Jensen (Miss Sandoy) og Monika Nolsøe, sum er Miss Suðuroy.
Sostatt verður tað ein av teimum trimum kvinnunum, ið fara at vinna kappingina sum Miss Føroyar seinni í kvøld.
Tær átta sum stillaðu upp vóru hesar:
Monika Nolsøe – Miss Suðuroy (Er víðari)
Maria Andriasardóttir – Miss Gjógv
Leyvoy í Gerðinum – Miss Vestmanna
Birgit Johannesen – Miss Klaksvík (Er víðari)
Sólja Johannesen – Miss Tórshavn
Sissal Gaard Magnussen – Miss Streymoy
Hananja Dánjalsdóttir – Miss Kollafjørð
Benita Winther Jensen – Miss Sandoy (Er víðari)