rokna út. Hvørja ferð vit hildu at hon var tveitt á dyr, so vendi hon aftur. Ofta í nýggjum hami, sigur løgmaður. Tí leggur hann dent á, at tí er tað ikki uttan himpr, at hann nú veittrar koronu farvæl [...] ni kannaðu vit fyri korona meira enn nakað annað land. – Tveir dagar fyri nýggjársaftan 2020 kom fyrsti kassin av koppingarevni til landið og síðani hava vit koppseta næstan øll í Føroyum. Tilbúgvingin [...] í føroyskari søgu. Hetta bragdið er høvuðsorsøkin til, at vit eru komin so væl gjøgnum kreppuna, sigur løgmaður. Men tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tað hevur gingið lutfalsliga væl í Føroyum samanborið
at taka upp samráðingar við tunnilsfelagið um treytirnar fyri at gera tunnilin. Men í gjár var so fyrsti fundurin ímillum tunnilsfelagið og Vinnumálaráðið. Og tað var avgjørt ein fundur, sum gevur tunn [...] fundirnir verða ikki fyrrenn í næsta mánaði. Dávid Reinert Hansen í stjórnini fyri Skálafjarðartunnilin, sigur, at av tí, at talan var um eitt slag av fyrireikandi fundi, er partarnir ikki komnir til nakað serligt [...] sum gevur felagnum tað neyðugu trygdina fyri íløguni so at tað ber til at fara undir verkætlanina, sigur hann. Og í hesum sambandi hava loyvistreytirnar sjálvsagt avgerðandi týdning og sostatt hevur tað
handaliga at leggja aftrat tí bókliga í dagligu skúlagongdini," sigur Una Joensen. ##med2## Hesum er Hans Mikkelsen, sum er lestrarvegleiðari hjá skapandi fyrireikingarbreytini, samdur í. "Á breytini hava vit [...] sleppa at úttrykkja seg skapandi, smittar jaligt á hini fakini," sigur Hans Mikkelsen. Sarah Sighvatsson Hansen gongur í 22r, sum er fyrsti flokkurin á skapandi fyrireikingarbreytini. "Tað serstaka við skapandi [...] teimum góðu umstøðunum vit hava á Glasi, eru møguleikarnir at bjóða slíkar útbúgvingar sera góðir," sigur Una Joensen, rektari á Glasi. Tí er eisini ætlanin at byggja víðari á tær royndir, sum skapandi f
desember 2012. Hon skuldi servera til eitt jólaborðhald í Havn, hann skuldi suður í eitt annað jólaborðhald. Tey búðu hjá foreldrum hennara í Kollafirði. - Meðan Hjørdis gjørdi seg klára, neyt eg tvey [...] góðum hondum. Vónin brast Tey vórðu koyrd suður á Landssjúkrahúsið í hvør sínum sjúkrabili. Har var nógv fólk allastaðni. Leif visti ikki, hvussu støðan var hjá Hjørdis. - Tað var, sum mann sá á starvsfólkunum [...] nemandi framførslur, millum aðrar ’Tað er gott at elska,’ hjá Signari í Homrum, sum Hjørdis ætlaði skuldi verða spælt til okkara brúðarvígslu. Gravtalan hjá Teodor Eli Dam Olsen var tíbetur eisini lívsjáttandi
fyri at kunnu koma røttu megin niðurflytingarstrikuna, sigur Gunnar Haraldsen at enda. Nú er summarferia í Vodafonedeildini. Fyrsti dystur hjá AB eftir summarferiuna er ímóti EB/Streymi á útivølli, [...] tíðliga í dystinum, at vit vita at vit koma at renna eyka nógv hendan dystin og at vit mugu kempa, sigur Gunnar Haraldsen, sum spældi allan dystin í miðverjuni. Eftir reyða kortið kom lív í AB. Fyrst javnaði [...] kundi gott fingið reytt kort, men eg haldi at Poul Ennigarð kann sjálvur sleppa at svara uppá tað, sigur Gunnar Haraldsen við einum smíli og hyggur uppá Poul Ennigarð, sum stendur viðsíðuna av. ÍF byrjaði
støðuna hjá øðrum menniskjum. Eg segði alt bart út við fólk, uttan at hugsa um, at tað kundi fáa avleiðingar. Hetta gav mær sjálvandi nakrar trupulleikar í mun til vinfólk og onnur børn, sigur Niels Heðin [...] Niels Heðin Gaard Joensen var fyrsti føroyingurin, sum fekk diagnosuna Asperger-syndrom. Tá var hann 12 ára gamal. Fyrstu fýra árini av lívinum búði hann í Skopun, inntil hann flutti til Havnar við foreldrunum [...] havi ein skipaðan gerandisdag saman við javnlíkum og øðrum fólkum, sum ikki hava Asperger syndrom, sigur Niels Heðin Gaard Joensen. - Pleyga og røkt og reingerð og viðlíkahald orni eg sjálvur. Men starvsfólkini
til lønarhækkingina uppá 60%, sum løgtingslimir góvur sær sjálvum. Og hon vísir til, at keypiorkan hjá arbeiðarunum er fallin eini 23% seinastu árini. Tí heldur hon, at ein lønarhækking uppá 10% verður [...] 5% Men hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm m. Johannesen als ikki samdur um. Fyrsti fundurin ímillum Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinunfelag [...] 1,5% um árið. ? Men tað allarmesta av lønarvøkstrinum er farið til eftirlønir, ikki til forbrúk, sigur Vilhelm M. Johannesen Seinasti sáttmálin í røðini varð gjørdur mikudagin við maskinmeistarar við
ikki levera vøran tann dagin, sigur landsliðsvenjarin. Stríðsviljin Jógvan Martin Olsen heldur, at hóast nógv verður tosað um spælistíl og spælarar, so má stríðsviljan hjá spælarunum verða í miðdeplinum [...] sleikir framvegis sárini eftir stórtapið ímóti Georgia á Svangaskarði fyri góðum tveimum vikum síðani. Fyrsti dysturin í nýggju EM-undankappingini gekk alt annað enn eftir vild, og vónbrotið eftir 6-0 tapið [...] Fyrireikingarnar til dystin ímóti Georgia vóru góðar, men avrikið til dystin var ikki nøktandi, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sum ásannar, at nú skulu hann og spælararnir fóta sær í einum
favorittunum at vera við í kappingini um FM heitið. Soleiðis er tað hjá EB/Streymi, og soleiðis er tað hjá HB, sum er ársins fyrsti gestur við Margáir. Tað eru fýra ár síðani, at meistararnir í HB síðst [...] skal ganga verri. Í so máta fer tað at raka meinari hjá heimaliðnum, um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Símun Samuelsen og Jógvan Rói Davidsen hjá HB eru langtíðarskaddir. Orsaka av skaða í lærkrikanum [...] stýra dystunum, men umstillingarnar og skjótu mótálopini eru avgjørt ein partur av okkara spælistíli, sigur Rúni Nolsøe, venjari í EB/Streymi. Sjálvandi er tað dyggur smeitur, um Arnbjørn Hansen ikki verður
eru búsitandi uttanlanda. Forkvinnan í felagnum Føroysk Myndlistafólk, Astri Luihn, sigur við Sosialin, at áhugin hjá ungfólki fyri list er so avgjørt ikki minkandi, og tey frøðast um at síggja so nógv [...] verkum, eru helst verkini hjá navnframa Ova eitt tað besta dømi um. Á framsýningini hevur Ova eina røð av seks myndum, ið á ein skemtiligan hátt eru knýttar at próvtøkuni hjá honum. Teknikkurin, sum Ova [...] tann tíggjunda í røðini, letur upp í Listarskálanum í morgin. 34 listarfólk taka lut Sensurnevndin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk ger av, hvørji verk sleppa við á framsýningina, og hvørji ikki sleppa