22r er fyrsti flokkur, sum í summar fær prógv á skapandi fyrireikingarbreytini á Glasi. Breytin sameinar tað bókliga og handaliga.

Nógvar spennandi útbúgvingar at velja ímillum á Glasi

Glasir bjóðar eina røð av útbúgvingum - bæði gymnasialar útbúgvingar, yrkisútbúgvingar, hægri útbúgvingar og serbreyt.

22r er fyrsti flokkur, sum í summar fær prógv á skapandi fyrireikingarbreytini á Glasi. Breytin sameinar tað bókliga og handaliga.

Lærdómur er hornasteinur í menning og framburði, og á Glasi er aðalendamálið at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning. Hetta gera vit m.a. við at hava fleiri útbúgvingartilboð at velja í, so til ber at velja sær eina útbúgving, sum passar júst einstaka næminginum

 

SAMEINA TAÐ BÓKLIGA OG HANDALIGA

 

Í 2022 byrjaði Glasir slóðbrótandi 3-ára skapandi fyrireikingarbreyt. Fyrstu næmingarnir á hesi breytini fáa prógv í summar.

 

Skapandi fyrireikingarbreyt er ein breyt, sum sameinir tað bókliga og tað handaliga. Talan er um eitt fyrireikingarprógv á gymnasiala økinum, har yrkislærugreinar frá klædna- og tilvirkisatstøði eru lagdar aftrat.

 

"Hetta er ein spennandi breyt, sum byggir brýr millum gymnasialt miðnám og yrkisnám. Við teimum góðu umstøðunum vit hava á Glasi, eru møguleikarnir at bjóða slíkar útbúgvingar sera góðir," sigur Una Joensen, rektari á Glasi.

 

Tí er eisini ætlanin at byggja víðari á tær royndir, sum skapandi fyrireikingarbreytin hevur givið, og í framtíðini at bjóða aðrar breytir, sum seta bókligar og yrkislærugreinar saman.

 

"Onkursvegna hava vit verið slóðbrótandi við skapandi fyrireikingarbreytini, tí í grannalondum okkara síggja vit í hesum tíðum eitt rák at sameina tað bókliga og handaliga. Okkara royndir eru, at tað gevur næmingunum á breytini nakað at hava tað handaliga at leggja aftrat tí bókliga í dagligu skúlagongdini," sigur Una Joensen.

 

##med2##

 

Hesum er Hans Mikkelsen, sum er lestrarvegleiðari hjá skapandi fyrireikingarbreytini, samdur í.

 

"Á breytini hava vit dømi um fólk, sum hava havt tað torført við skúlagongd, og sum blomstra á skapandi fyrireikingarbreytini. Tað, at næmingarnir sleppa at úttrykkja seg skapandi, smittar jaligt á hini fakini," sigur Hans Mikkelsen.

 

Sarah Sighvatsson Hansen gongur í 22r, sum er fyrsti flokkurin á skapandi fyrireikingarbreytini.

 

"Tað serstaka við skapandi fyrireikingarbreytini er, at tað er 3-ára skúlagongd við almennum lærugreinum, har stórur dentur eisini verður lagdur á handaligu fakini tilvirkis- og klædnaatstøði. Mær dámar sera væl, at breytin sameinar bókligar og kreativar lærugreinar. Tað ger skúladagin stuttligari," heldur hon.

 

##med3##

 

LES VÍÐARI Á GLASI

 

Á Glasi ber eisini til at lesa víðari eftir miðnám og yrkisnám. Í løtuni eru hesar útbúgvingar á hægri námi: Byggifrøði, marknaðarførslubúskapur, altjóða handil og marknaðarførsla, HD og diplomútbúgving í leiðslu.

 

Upptøka til útbúgvingar á hægri námi verða kunngjørdar á hvørjum ári. Komandi útbúgvingarnar verða hesar:

 

  • August 2025: Fíggjarbúskapur
  • Januar 2026: Byggifrøði
  • August 2026: Marknaðarførslubúskapur
  • August 2026: Altjóða handil og marknaðarførsla
  • August 2026: HD1

 

EITT LIVANDI UMHVØRVI

 

Glasir er meira enn læring. Vit mennast eisini av einum livandi umhvørvi. Á Glasi eru javnan tiltøk og átøk, sum eru við til at gera tíðina á Glasi spennandi og mennandi.

 

Skúlaárið 2024-2025 hevur verið á tremur við tiltøkum. M.a. høvdu vit vitjan av danska rúmdarfaranum Andreas Mogensen. 2024 var kommunuvalár í Føroyum. Eisini var amerikanska forsetavalið. Bæði hesi val settu stóran dám á Glasir. Sjónleikurin Romeo og Julia varð framførdur á Glasi. Á Glasi er eisini  norðurlendskt samstarv við aðrar skúlar, sum næmingar kunnu luttaka í.

 

Á heimasíðu okkara glasir.fo liggur neyvari kunning um allar lestrar- og lærumøguleikarnar á gymnasialum miðnámi, yrkisnámi, hægri námi og serbreytini. Her kunna vit eisini javnan um tiltøk og virksemi. Á glasir.fo/innskriving ber til at søkja inn á Glasir. Freistin at søkja er 15. mars.

 

Les meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo

 

Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f

 

22r er fyrsti flokkur, sum í summar fær prógv á skapandi fyrireikingarbreytini á Glasi. Breytin sameinar tað bókliga og handaliga.