Stríðsviljin skal vera vørumerkið

Føroyski landsliðsvenjarin heldur, at føroyska landsliðið gav seg ikki fult út í stórtapinum ímóti Georgia, men ímóti Skotlandi leygardagin skal stríðsviljin aftur í hásætið

(Glasgow): Føroyska landsliðið sleikir framvegis sárini eftir stórtapið ímóti Georgia á Svangaskarði fyri góðum tveimum vikum síðani. Fyrsti dysturin í nýggju EM-undankappingini gekk alt annað enn eftir vild, og vónbrotið eftir 6-0 tapið var sera stórt  bæði millum spælarar, venjarar og áskoðarar.
Leygardagin kann landsliðið reisa seg, tá ið næsti EM-dysturin er á skránni í Glasgow.
- Vit hava havt nógv at tosa um aftan á úrslitið ímóti Georgia. Fyrireikingarnar til dystin ímóti Georgia vóru góðar, men avrikið til dystin var ikki nøktandi, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sum ásannar, at nú skulu hann og spælararnir fóta sær í einum dysti, sum er truplari enn heimadysturin ímóti Georgia.
 
Spælararnir mugu geva alt
Í dystinum ímóti Georgia vóru tað fleiri spælarar, sum ikki spældu upp til sítt besta, og tá hevur føroyska landsliðið ein trupulleika og kann tapa stórt.
- Eg havi tað soleiðis, at líkamikið hvørjum vit spæla ímóti, so eru vit sjálvir størsti móstandarin. Tá vit spæla móti londum sum Fraklandi, Týsklandi ella Írland, er tað næstan óneyðugt at siga nakað við spælararnar. Motivatiónin er í topp, og allir spælararnir geva ein hundrað prosent innsats. Rakar mótstøðuliðið ikki dagin, so hava vit kanska ein kjans.
- Móti Georgia komu vit kanska upp á 60 ella 70 prosent, men tað, sum er sjáldsamt, er, at vit blíva jagstraðir av Georgia í allar 90 minuttirnar. Teir vóru bólttryggir, men vit lótu teir eisini hava bóltin, og vit manglað allatíðina tvey ella trý fet í at koma til teir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at Georgia hevði í so lætt spæl.
- Vit tapa 6-0. Jákup hevur næstan ikki ein skitna troyggja, og teir hava einki hornaspark í øllum dystum. Aðrar dystir, tá ið vit hava tapt nógv, hava vit upplivað, at mótstøðuliðið hevur havt nógv hornspark, og at Jákup kanska hevur havt eina seks ella átta bjargingar. Georgia vóru effektivir, men tað er kanska líka nógv, at vit ikki levera vøran tann dagin, sigur landsliðsvenjarin.
 
Stríðsviljin
Jógvan Martin Olsen heldur, at hóast nógv verður tosað um spælistíl og spælarar, so má stríðsviljan hjá spælarunum verða í miðdeplinum.
- Tá føroyska landsliðið hevur spælt, hava vit havt sum vørumerki, at innsatsurin hevur altíð verið góður. Vit vita væl, at føroyska landsliðið er ikki millum tey bestu í heiminum, men tá ið tað snýr seg um innsatsin, so flyta vit upp eftir listanum.
- Og eg havi eisini sagt, at tá ið so nógvir nýggir spælarar fáa kjansin, so er tað eitt vónbrot, at so nógvir spælarar ikki raka dagin ímóti Georgia.  Hinvegin veit eg væl, at stórt potentiali er í spælarunum. Eitt er at hava talent, nakað annað er at spæla fyri føroyska landsliðið, tí tá ert tú noyddur at levera ein stóran arbeiðsinnsats hvørjaferð.
 
Gott skotskt landslið
Hóasta tað vóru fleiri spælarar, sum høvdu ein ivasaman innsats ímóti Georgia, valdi Jógvan Martin Olsen at senda boð eftir øllum teimum somu spælarunum til dystin ímóti Skotlandi.
- Tá ið tú tekur ein hóp út til landsliðið, hevur tú gjørt tær nakrar vurderingar. Tú vigar fyri og ímóti og kemur til eina niðurstøðu, sum er væl gjøgnumhugsað. Ein dag aftaná, at tú hevur tikið ein hóp út, kemur tú ikki til eina heilt aðra niðurstøðu. So nógvar spælarar hava vit hóast alt ikki at velja ímillum í Føroyum, sigur landsliðsvenjarin.
Hann roknar við einum truplum dysti leygardagin.
- Vit møta einum skotskum liði, sum ikki spælir so skotskt sum undanfarin landslið, vit hava spælt ímóti, og eg haldi, at hetta er tað besta skotska landsliðið, sum vit nakrantíð hava spælt ímóti. Teir eru farnir at spæla meira europeiskt, teir spæla skjótt og ikki við so nógvum langum bóltum longur, sigur Jógvan Martin Olsen.