Hyggur ein út gjøgnum vindeyga, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at várið stendur fyri durðum. Hóast veðrið ikki er okkum til vildar, so eru tað tó onnur tekin um, at vit nærkast várinum. Eitt av hesum er, at árliga várframsýningin, sum er tann tíggjunda í røðini, letur upp í Listarskálanum í morgin.
34 listarfólk taka lut
Sensurnevndin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk ger av, hvørji verk sleppa við á framsýningina, og hvørji ikki sleppa við. Í sensurnevndini fyri ársins várframsýning sita Astrid Andreasen, Zacharias Heinesen og Tita Vinther. Hesir tríggir limirnir sita í nevndini í eitt trý áraskeið, og verða tey vald av aðalfundinum hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk. Tey fingu verk frá ikki færri enn 47 listarfólkum, og av teimum sluppu 34 gjøgnum nálareygað og fingu eitt ella fleiri verk við á framsýningina, meðan 13 listarfólk ikki sluppu við á framsýningina.
Av teimum 34 listarfólkunum, sum eru við á framsýningini, eru tað trý, sum ikki hava verið við áður. Tey eru Solmundur Joensen, ið hevur ein málning við, Sólrun V. Nattestad, ið hevur nakrar brotamyndir við og so Guðrun Ludvig, ið hevur eina installatión við á framsýningini, sum tann fyrsti nakrantíð.
Fjølbroytt framsýning
Framsýningin í ár er helst ein tann mest fjølbroytta nakrantíð. Nógv ung føroysk listarfólk eru á veg fram, og saman við hesum ungu fólkunum koma eisini nógv verk, har ymisk tøkni, ið ikki er so kend á okkara leiðum, verður nýtt. Fyrireikararnir av framsýningini siga, at fleiri av teimum ungu føroysku listarfólkunum hava gingið ella ganga á listaskúlum uttanlanda, og hetta sæst týðuligani aftur í verkum teirra, sum eru spennandi og fjølbroytt. Eini seks ella sjey av teimum listarfólkunum, sum eru við á árligu várframsýningini, eru búsitandi uttanlanda.
Forkvinnan í felagnum Føroysk Myndlistafólk, Astri Luihn, sigur við Sosialin, at áhugin hjá ungfólki fyri list er so avgjørt ikki minkandi, og tey frøðast um at síggja so nógv verk frá ungfólki koma til framsýningina. At hesi ungfólkini koma við nøkrum forvitnisligum og kanska slóðbrótandi verkum, eru helst verkini hjá navnframa Ova eitt tað besta dømi um. Á framsýningini hevur Ova eina røð av seks myndum, ið á ein skemtiligan hátt eru knýttar at próvtøkuni hjá honum. Teknikkurin, sum Ova nýtir, er, at hann hevur fotomyndir, sum hann síðani málar út yvir.
Tónleikurin eisini við
Tað verður ikki bert myndlist, sum verður við á framsýningini í Listarskálanum. Tá ið framsýningin letur upp leygardagin, fara seks føroysk tónaskøld eisini at spæla nøkur av sínum verkum við hjálp frá øðrum tónleikarum.
Tónaleikaframførslan verður skipað á tann hátt, at gestirnir fyrst kunnu lurta eftir verkum hjá Tróndi Bogasyni og Kristiani Blak, áðrenn tey leita sær víðari til teir næstu, sum skulu spæla, og tað vera Pauli í Sandagerði og Hanus Johansen. Teir báðir seinastu tónasmiðirnir, ið gestirnir í Listarskálanum leygardagin sleppa at hoyra, eru Stamen Stantchev og Edvard Nyholm Debes. At enda fara tey seks tónasmiðirnir at hava eina framførslu í felag.
Árliga várframsýningin letur, sum áðurnevnt, upp í morgin klokkan fýra seinnapartin, og seinasti dagur, at møguleiki verður at síggja tey umleið 80 - 90 verkini, er sunnudagin tann 21 í hesum mánaðinum.