Neyðugt at fáa trygd fyri íløguni í Skálafjarðartunnilin

Vinnumálaráðið og felagið, sum ætlar í holt við undirsjóvartunnil ímillum Eysturoy og Streymoy, eru nú farin undir samráðingar um treytirnar

Nú er aftur gongd í málinum um at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.

Málið hevur ligið í dvala í nakrar mánaðir ímeðan bíðað hevur verið eftir, at Vinnumálaráðið var til reiðar at taka upp samráðingar við tunnilsfelagið um treytirnar fyri at gera tunnilin.

Men í gjár var so fyrsti fundurin ímillum tunnilsfelagið og Vinnumálaráðið.

Og tað var avgjørt ein fundur, sum gevur tunnilsmonnunum góðar vónir um, at tað fer at eydnast at finna eina semju.

Fundurin í gjár var mest at samanbera við ein fyrireikandi fund, har báðir partar løgdu síni sjónarmið fram.

Síðani skulu fleiri fundir verða fyri at fáa avtalu um tær ítøkiligu treytirnar. Men fyrst skal summarfrítíðin fáast afturum, so teir fundirnir verða ikki fyrrenn í næsta mánaði.

Dávid Reinert Hansen í stjórnini fyri Skálafjarðartunnilin, sigur, at av tí, at talan var um eitt slag av fyrireikandi fundi, er partarnir ikki komnir til nakað serligt av tí ítøkiliga í málinum.

Men hann væntar avgjørt, at tað fer at bera til at finna eina semju.

Tað, sum hevur størstan týdning fyri felagið, sum ætlar at gera tunnilin, eru sjálvandi tær fíggjarligu treytirnar

- Tað, sum vit leggja dent á, er at fáa eina avtalu, sum gevur felagnum tað neyðugu trygdina fyri íløguni so at tað ber til at fara undir verkætlanina, sigur hann.

Og í hesum sambandi hava loyvistreytirnar sjálvsagt avgerðandi týdning og sostatt hevur tað týdning at fáa greiði á, hvørjar treytir Vinnumálaráðið fer at seta til tann fíggjarliga partin

Í hesum sambandi verður tað avgerðandi fyri, hvussu stórt avkast, Vinnumálaráðið fer at loyva íleggjarunum at fáa, hvussu nógv Vinnumálaráðið fer at leggja seg út í, hvat tað skal kosta at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin og fyri, hvussu long loyvistíðin verður, til tað almenna skal yvirtaka tunnilin og hvørja ábyrgd, tunnilsfelagið skal hava av at halda tunnilin, og so framvegis.

- Alt hetta eru spurningar, sum vera avgerðandi fyri áhugan at gera íløgur í ætlanina og sostatt fer tað eisini avgerandi týdning fyri, um tað letur seg gera at fara undir verkætlanina, sigur hann.


Ætlanin kann halda

tìðarætlanin fyri tunnilin hevur verið, at farast skal undir sjálvt arbeiðið í seinnu helvt næsta ár og at tað skal vera koyrandi á heysti í 2012.

Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri tunnilin, segði fyri Sosialinum herfyri, at hann metti framvegis, at tað ber til at halda hesa tíðarætlanina.

- Er vilji til staðar er eigur tað at bera til at halda hesa tíðarætlanina, segði nevndarformaðurin.

Hann mett ikki, at samráðingarnar um loyvistreytirnar áttu at vera serliga torførar ella fløktar.

- Tosa báðir partar sama mál, eigur tað rættiliga skjótt at bera til at finna útav, um tað ber til at fáa semju um loyvistreytirnar, torførari enn so er tað ikki helt hann.

Hann metti sostatt eisini, at tað skuldi borið til hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at lagt verklagslóg fyri Løgtingið í heyst fyri at arbeiðið kann bjóðast miðskeiðis næsta ár og so kann arbeiðið so smátt byrjað seint næsta ár.

Hann helt eisini, at Skálafjarðartunnilin er eitt so stórt mál , at hann gekk útfrá, at tað verður raðfest rættiliga frammaliga

Frá vinstru eru tað Kristian Petersen stjóri í Skálafjarðartunlinum, Ingi Højgaard, nevndarformaður í Skálafjarðartunlinum, Dávid Reinert Hansen, stjóri í Skálafjarðartunlinum, Niels Winther frá Vinnumálaráðnum og Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki