hvussu vit betri hoyra, hvat makin í veruleikanum sigur. Fyrilesturin snýr seg um gott samskifti millum pør og gevur íblástur til eitt sunnari samskifti og tips um, hvussu vit kunnu tosa saman á ein positivan [...] positivan hátt, og hvussu vit betri hoyra, hvat makin í veruleikanum sigur. Tær í Synergi siga: - Kom til eitt hugnakvøld í Miðlahúsinum við fyrilestri og einum kaffimunni - nú mánakvøld 21. apríl kl. 20 [...] onkran heilt annan. Kostnaður fyri tiltakið er 100 krónur, og tekning fer fram á www.synergi.fo. Og sum altíð, tá tiltøk eru í Miðlahúsinum, mást tú skunda sær, tí plássið er avmarkað.
Joensen, vísir á, at endamálið við átakinum var serliga at fáa ferðandi í bili at brúka trygdarbelti, at ansa eftir, at bilar ikki koyra við píkum, nú tað ikki er loyvt, at førarar ikki eru ávirkaðir av [...] av rúsdrekka, og at bilførarar hava koyrikortið uppi á sær. ? Vit gjørdu eisini ferðmátingar, og vit kannaðu eftir, um akførini vóru í lógligum standi, sigur Kristjan M. Joensen. Sýslumaðurin sigur, at tilsamans [...] tilsamans 442 akfør vórðu kannaði í tíðarskeiðinum, 6? 19. mai. ? Av 442 kannaðum bilum, skrivaðu vit 165 frágreiðingar fyri ymisk lógarbrot, sigur Kristjan M. Joensen.
hevur gingið hampuliga væl hjá okkum nú. Vit taptu sjálvandi stórt í Vestmanna, men tann dysturin var kanska nakað serligt. Teir høvdu meira at spæla fyri enn vit. FM er í øllum førum fokið fyri okkara [...] hevur hon verið eitt lítið sindur lættari enn vanligt. Vit royna ikki at gera ov nógv burturúr, tí tað kann bara merkja, at vónbrotið verður størri, um vit ikki vinna. Allir tøkir Annars tykist liðskiparin [...] hava góðar vónir til dystin leygardagin. - Allir mans eru tøkir. Costin hevur sjálvandi havt ein skaða í fingrinum, men hann verður so við. So fáa vit at síggja, hvussu væl hann er fyri, heldur Jón, sum
og vit síggja okkum sjálvi í Carl Johan gøtuni.... Áarvegnum... "Stroynum"... ella bara á Toftagøtuni í Fuglafirði, gyrd í brókum av ræðslu. Vit eru kanska ongantíð so einlig sum júst nú. Tora vit illa [...] Hetta eru tey, sum sita ovast uppi á rókini og verja um siðvenju, lóg og rætt, men eru fallkomin í síni trongu lívssjón, tí tey kunnu loyva sær alt, uttan nakar lyftir hond frá síðu og peikar á teirra [...] Fólkini á Carl Johan eru teirra longdi armur. Hetta er herurin, sum er ímyndin av tí borgarliga andanum, kálkaðar gravir - tapetsálir, sum blikna á teimum víðopnu eygunum eina kvøldarstund á Carl Johan
Yrkingasavnið Keldufar var givið út í 1946 og nú vit skriva 2013 eru yrkingar hansara aftur givnar út - tónleikaliga. Ein fløga við yrkingum sum Lív Næs og eitt nú Tróndur Enni hava sett løg til. Konsertin [...] dulnevnið Flóvin Flekk. Nú fer Lív at bjóða til útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, og verður hendan konsertin 16. februar klokkan 20.00 Yrkingarnar eru úr yrkingasavninum Keldufar, og eru úr ymsum tíðarskeiðum [...] tíðarskeiðum. Tær eru merktar av bæði einum ungum og ábyrgdarfullum sinni, heimlongsli til Suðuroynna, kærleika og virðing fyri sínum kæru. Sjálvur sigur yrkjarin, at yrkingarnar eru nøkur minni, nakrar hugsanir
sum man vera dagsins maður, er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Kristin R. Mouritsen. Bogi R. Petersen er komin inn á HB miðvøllin í staðin fyri Tróndur Jensen, sum skoraði eitt av málunum [...] farin av ÍF miðvøllinum, og í hansara stað er komin Hanus Eliasen. 65 min. 0-0 Steffan Kalsø er komin inn í KÍ álopið, og Hjalgrím Elttør er farin aftur á fremsta miðvallarplássið. Philip Djordjovic er [...] KÍ betri við í álopspartinum, og serliga Hjalgrím Elttør, sum er einsamallur á toppinum, hevur sett trýst á ÍF verjuna. Tað eru ikki góð líkindi at spæla bólt í fuglafirði. Tað regnar illa, og vindurin darvar
havi kynt upp, 17 kuldastig eru í luftini nú meðan vetrarfrítíðin er um at halla. Veðrið er gott og fólk í hópatali leita niðan á Lifjell at aka á sleðu og standa á skíð. Á sýnini í góðveðrinum hugsi eg [...] meina, at vit skulu sigla sjálv. Haraftur ímóti eru tað nøkur umborð, sum meina, at í longdini er best at gera sum skiparin sigur... ? Um tú í hesi løtu ert umborð á skipinum, ella umborð á báturin, er [...] staðið til, um vit skuldu klára okkum sjálv. Tó eru nøkur sinnað at samráðast um leiklutin hjá skipara og bátsformanni. Tað verða ikki vit, sum kvetta sambandið okkara millum, sigur skiparin. Vit vilja kvetta
úr Føroyum? Ynskja vit at isolera okkum sjálvi frá umheiminum, bara so vit kunnu fáa nøkur skjót oyru afturat í landskassan? Eru vit veruliga so stuttskygd? Seinastu árini hava vit megnað at betra um [...] omanfyri, er at vísa á, at marknaðarkreftir ikki altíð eru góðar. Hví hava vit enn politikkarar í Føroyum, sum hava eina so ósvikaliga trúgv á marknaðarkreftir, og at einskiljingar altíð eru skilagóðar, óansæð [...] einstaka borgaranum niðri á einum støði, sum vit kunnu liva við? Um vit ikki ynskja at vera við í altjóða samfelagnum, so er at halda fram við einskiljingini av Atlantic Airways. Men um vit ynskja dynamikk, og
meira skal til enn tað. Um ikki, so skulu vit venja okkum við at liva við einum lægri vælferðarstøði, enn vit ynskja. Vit vilja loysa avbjóðingarnar, sum eru á okkara vælferðarøkið øllum føroyum og føroya [...] Vit hoyra dag og dagliga, at vit eru eitt av heimsins ríkastu londum. Samstundis hoyra vit eisin dag og dagliga, at okkara vælferðarsamfelag er undir sera hørðum trýstið. Tað er helst ikki bara eg, sum [...] er næstan tað sama sum vit fáa í blokk í 3 ár. Og tá vóru bankanir ikki við í tí uppgerðini. Vit skulu sjálvandi vera sera varin, tá vit fara til vinnuna eftir fleiri pengum. Vit mugu fyri alt í verðini
sum vera dýr fyri kommununa at ganga á møti, tí talan er um rættiliga víðfevndar ábøtur og broytingar. Men tí er tað eisini ómøguligt at ganga krøvini á møti upp á ein mánað, ella hálva annan. Hvalbiar [...] broytingar og ábøtur á sambýlið, men tað kortini ikki verður góðkent, tí at tey ikki eru nóg útgreinað. Trygvi Midjord ásannar, at Brunaumsjónin hevur helst grein í sínum máli, tí uttan iva eru tað ávís viðurskifti [...] viðurskifti, sum ikki eru ílagi. - Sjálvandi skulu øll viðurskifti vera ílagi, men vit sakna, at fáa nágreiniliga at vita, hvat skal gerast og, hvussu. Hann vísir eisini á, at tá ið sambýlið varð tikið í nýtslu