Einskiljing av Atlantic Airways – ein vanlukka!

Føroysku motorvegirnir til onnur lond hava seinastu árini tikið skap sum flogrutur til Íslands, Bretlands, Danmarkar og Noreg.

Fyri okkum eru flogruturnar at samanbera við brúnna um Oyrasund ella motorvegin til Týsklands fyri danir, ella undirsjóvartunnilin undir Ermasund fyri bretar. Men í Føroyum er politiska prioriteringin av hesum alneyðugu “motorvegum” til útheimin, alt ov lág. Ávísir politikkarar vilja einskilja eitt felag, sum longu hevur monopol á einasta góða ferðamøguleika hjá útisetum og føroyingum her heima.

Í Sosialinum 31. mars verður Magni Arge siteraður fyri at siga, at “ferðasambandið og førleikin at ferðast er fyritreytin fyri trivnaði í framkomnu Føroyum.” Men er prísurin á flogferðaseðlum ikki tengt at ferðasambandinum og førleikanum at ferðast? Eg eftirlýsi eina frágreiðing um, hvussu einskiljing ger fyritreytirnar fyri at ferðast betri, tá ið vit vita, at privat monopol er besta fyritreyt fyri hækkandi prísum.

Mangan havi eg tosað við útisetar í Danmark og í Bretlandi, sum siga seg ikki hava verið heima í fleiri ár av tí einfaldu orsøk, at tað er ov dýrt at ferðast til Føroya. Eisini havi eg møtt útlendingum, sum hava havt áhuga at ferðast hendavegin, men sum hava sett seg aftur orsakað av høga prísinum. Einskiljingin fer óivað at hava við sær, at prísir, sum longu eru alt ov høgir orsakað av ferðaavgjaldinum, fara at hækka enn meira. Hvat er politiskt hugsjónarliga grundgevingin fyri at leggja eitt eykagjald omaná longu dýru ferðaseðlarnar? Vilja vit tálma ferðing til og úr Føroyum? Ynskja vit at isolera okkum sjálvi frá umheiminum, bara so vit kunnu fáa nøkur skjót oyru afturat í landskassan? Eru vit veruliga so stuttskygd?

Seinastu árini hava vit megnað at betra um ferðasambandið við okkara egnu útoyggjar, men nær fer politiski myndugleikin at rakna við og viðganga, at vit eru ein útoyggj í altjóða høpi, og at besti møguleiki at hála okkum nærri hinum londunum í Evropa er at lækka prísin fyri at ferðast til og úr Føroyum?

Fyri nøkrum mánaðum síðani valdi National Geographic Føroyar til besta vistferðamannaland í heiminum. Eftir hetta varð nógv tos her heima um, hvussu vit skuldu fáa sum mest burturúr ferðavinnuni. Men tað potentiali, sum Føroyar hava á ferðavinnuøkinum, verður ikki rokkið, um prísurin at flúgva til Føroya er so høgur sum nú.

Eisini hevur nógv tos verið um, at vit skulu hava eitt altjóða universitet sett á stovn. Men sum øll vita, so er eitt universitet lítið vert uttan væl útbúgvið fólk, og hvussu ætla vit at fáa útlendskar akademikarar og lesandi hendan vegin, tá ið tey skulu gjalda so nógv fyri at ferðast?

Vit vita eisini, at nógvir føroyingar, sum leita sær uttanlands at lesa, koma ongantíð heim aftur at búseta seg. Eg skal ikki fara at gita, hvørjar orsøkirnar eru, men einskiljingin av Atlantic Airways (og harvið hækkaðir flogferðaseðlaprísir) fer ikki at hjálpa uppá henda trupulleika.

Marknaðarkreftir eru sjálvandi góðar í nógvum førum. Men í summum førum er tað meira búskaparliga skynsamt ikki at einskilja. Tak til dømis heilsuskipanina í USA og ta í Bretlandi. Sambært búskaparfrøðinginum Tim Harford hjá Financial Times er heilsuskipanin hjá USA væl dýrari og minni effektiv, hóast bretska skipanin er í almennum hondum og amerikanska skipanin er í privatum hondum.

Tað sum eg vil við døminum omanfyri, er at vísa á, at marknaðarkreftir ikki altíð eru góðar. Hví hava vit enn politikkarar í Føroyum, sum hava eina so ósvikaliga trúgv á marknaðarkreftir, og at einskiljingar altíð eru skilagóðar, óansæð hvørjum sambandi tað er í? Er tað ikki nokkso greitt, at fyri at fáa eitt meira dynamiskt samfelag, bæði sosialt og vinnuligt, so er tað skilabetri, at tað almenna roynir at halda ferðakostnaðinum hjá tí einstaka borgaranum niðri á einum støði, sum vit kunnu liva við?

Um vit ikki ynskja at vera við í altjóða samfelagnum, so er at halda fram við einskiljingini av Atlantic Airways. Men um vit ynskja dynamikk, og harvið búskaparligan framburð og sosiala menning, so má gongdin steðgast.