- Krøvini frá Brunaumsjónini eru bæði stór og ógreið.
Trygvi Midjord, formaður í teknisku nevnd í Hvalbiar Kommunu, sigur, at upp á standandi fót er ongin møguleiki hjá bygdaráðnum at ganga undir krøvini, sum brunaumsjónin hevur sett til sambýli.
Hann er heldur ikki heilt nøgdur við framferðina hjá brunaumsjónini.
- Fyri tað fyrsta fingu vit ikki fráboðan um at brunaumsjónin skuldi sýna sambýlið, fyrrenn sama dag, sum sýnið skuldi vera og tað er stutt skotbrá at leggja alt annað til síðis fyri at vísa sambýlið fram.
Men í øðrum lagi eru krøvini til sambýlið ikki serliga nágreiniliga orðað og tí er vónleyst hjá kommununi at gera nakað við málið, sum støðan er nú.
Mugu fáa nágreinilig krøv
Trygvi Midjord sigur, at tí er neyðugt, at Brunaumsjónin kemur á staðið einaferð afturat og gjøgnumgongur sambýlið saman við kommununi og sigur nágreiniliga, hvat skal gerast og, hvussu tað skal gerast.
- Fyrrenn brunaumsjónin hevur verið á staðnum og sagt akkurát, hvat skal gerast, og hvussu er tað heldur ongin møguleiki fyri at gera eina kostnaðarmeting.
- Í øllum førum er greitt, at talan er um krøv, sum vera dýr fyri kommununa at ganga á møti, tí talan er um rættiliga víðfevndar ábøtur og broytingar.
Men tí er tað eisini ómøguligt at ganga krøvini á møti upp á ein mánað, ella hálva annan.
Hvalbiar Kommuna vil sostatt ikki koma í ta støðu, at gera broytingar og ábøtur á sambýlið, men tað kortini ikki verður góðkent, tí at tey ikki eru nóg útgreinað.
Trygvi Midjord ásannar, at Brunaumsjónin hevur helst grein í sínum máli, tí uttan iva eru tað ávís viðurskifti, sum ikki eru ílagi.
- Sjálvandi skulu øll viðurskifti vera ílagi, men vit sakna, at fáa nágreiniliga at vita, hvat skal gerast og, hvussu.
Hann vísir eisini á, at tá ið sambýlið varð tikið í nýtslu, var tað góðkent.
- Men nú sær út til, at støðan er broytt, tí búfólkini eru meiri óhjálpin, enn ætlanin var við einum sambýli, sigur formaðurin í teknisku nevnd hjá Hvalbiar Kommunu.
Annars vísir hann á, at um náttina er bara eitt fólk á vakt í sambýlin um og tað heldur hann er ov lítið.
- Tekur nakað seg upp, er tað undir øllum umstøðum ógvuliga avmarkað, hvat eitt einsamalt fólk kann gera og at ringja eftir hjálp, kann taka langa tíð. Sostatt hevði tað avgjørt verið ein bati, vóru tað tvey fólk á vakt um náttina, sigur Trygvi Midjord.