KÍ og HB taka seg frá botninum

Tað er gott lag í HB húsinum, og tað er gott lag millum nógvu trúføstu KÍ viðhaldsfólkini, sum nú gera seg til at fara úr Fuglafirði og inn aftur til Klaksvíkar.

Orsøkin til fagnaðin í sigursvandu legunum er, at bæði HB og KÍ í dag hava tryggjað sær trý stig. Sigrarnir bera við sær, at hesi bæði liðini, sum so ofta hesa ársins tíðina hava kappast um at vinna FM, nú hava tikið seg longri frá hóttanini av niðurflyting.

Hjá HB var einki at rafla um. Símun Samuelsen, sum seinastu vikurnar hevur havt tað eitt sindur torført, var tann lítla tíman, hann var á vøllinum, sera eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál og legði upp til okkurt av hinum.

Trivaligi sigurin ber við sær, at málmunurin hjá HB betrast, so hann nú er -1. Tað kann fara at vísa seg at vera rættuliga týdningarmikið.

Sandoyingar løgdu rygg til stórtap, og nú ber illa til at ímynda sær annað, enn at B71 er stórfavorittur at flyta niður.

Í Fuglafirði er lagið ikki gott. Tepra tapið í vánaligum líkindum ímóti KÍ ber við sær, at ÍF nú er illa spert í botnstríðnum. Hetta var triðja ferðin í ár, at ÍF tapti ímóti KÍ, og tað vera ikki minst innanhýsis dystirnir millum hesi bæði liðini, sum kunnu fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, hvør tað verður, sum endar við at flyta niður. Hetta var fyrsti KÍ sigurin, síðani klaksvíkingar í 10. umfari vunnu á ÍF í Klaksvík. Tað var 27. mai! Í 3. umfari var úrslitið eisini 1-0, tá ið KÍ vann í Fuglafirði.

Tað eydnaðist EB/Streymi at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti 07 Vestur, men tað var ikki meiri enn akkurát. EB/Streymur vann 2-1, og sigursmálið skoraði toppskjúttin Arnbjørn Hansen fram ímóti dystarenda.

Stóri maðurin hjá 07 Vestur var Kristian Joensen, sum var ein sannur brandur í málinum.

Úrslitið ber við sær, at vágamenn eru trý stig frá 9. plássi. Í næsta umfari, sum verður um tvær vikur, fær 07 Vestur vitjan av KÍ.

 

ÍF-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Høgni Madsen 76.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím Gregersen Hansen - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Kaj Ennigarð, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen (Hanus Eliasen, 63.), Alaxandar Jovevic, Bogi Løkin, Nenad Saric - Bartal Eliasen

Gult kort: Frank Poulsen og Kaj Ennigarð

KÍ: Gunnar á Steig – Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen (Jógvan Isaksen, 90.), Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Philip Djordjevic (Steffan Kalsø, 59.), Kristoffur Jakobsen - Hjalgrím Elttør

Gult kort: eingin

 

 

HB-B71 5-0 (4-0)

1-0: Símun Samuelsen 6.

2-0: Fróði Benjaminsen br 21.

3-0: Tróndur Jensen 23.

4-0: Símun Samuelsen 28.

5-0: Rógvi Holm 73.

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen (Bogi Reinert Petersen, 50.), Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen - Andrew av Fløtum (Jón Krosslá Poulsen, 65.), Símun Samuelsen (Kristin R. Mouritsen, 60.)

Gult kort: Vagnur Mohr Mortensen, Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen (René Clementsen, 24.), Bojan Sivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal T. Hentze, Anderzej Kazimierz Bednarz (Marcus Klementsen, 76.), Høgni Midjord (Rúni Joensen, 76.), Bakari Bojang - Tijani Mohammed

Gult kort: Thomas Hans Rubeksen, Mikkjal T. Hentze, Tijani Mohammed, Allan Tungá, Andrezej Kazimierz Bednarz

 

EB/Streymur-07 Vestur 2-1 (1-1)

0-1: Clayton Soares 28.

1-1: sjálvmál 30.

2-1: Arnbjørn Hansen 82.

Dómari: Benjamin Svendborg

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Levi Hanssen (Alex José dos Santos, 73.) - Pætur Dam Jacobsen,, Sorin Anghel (Pauli G. Hansen, 65.), Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Arnar Dam, 85.), Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Sorin Anghel

07 Vestur: Kristian Joensen – Tórstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Ragnar S. Nattestad – Holgar Durhuus, Badara Diedhiou, Joseph Bassene, Jovan Panic, Eli F. Nielsen (Dánjal Rói Olsen, 90.) – Clayton Soares

Gult kort: Joseph Bassene og Holgar Durhuus

 

hagtølini eru staðfest umvegis faroesoccer.com

 

Støðan

B36 46

Víkingur 42

EB/Streymur 38

NSÍ 26

HB 22

KÍ 21

B68 20

07 Vestur 19

ÍF 16

B71 10

EB/Streymur, ÍF, NSÍ og B68 hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir.

 

Skráin

Í morgin

NSÍ-B68

 

Leygardagin 10. september

EB/Streymur-NSÍ

 

Sunnudagin 11. september

B71-Víkingur

07 Vestur-KÍ

B36-ÍF

B68-HB

 

 

 

 

 

 

---

 

Liðugt!

2-1

 

3 minuttir lagdir aftrat

 

90 min.

2-1

 

85 min.

2-1

Arnbjørn Hansen hevur lagt heimaliðið framum aftur. Hann fekk bóltin dygst frammanfyri brotsteigin, og eftir eitt sindur av aftur og fram fekk toppskjúttin bóltin aftur innanfyri verjuna og setti hann framvið Kristiani Joensen í 07 Vestur málinum. 07 Vestur málverjin hevur verið sera eyðsýndur.

 

75 min.

1-1

Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað heimaliðið, sum trýsti rættuliga nógv. Tað eydnaðist ikki at fáa úrtøku burtur úr, og nú hevur tað javnað seg soleiðis, at 07 Vestur er eins væl við og heimaliðið.

 

 

60 min.

1-1

Undan vindinum hevur EB/Streymur verið í støðugari atsókn, og fimm hornasparksstøður hava borið vandamiklar støður við sær, men Kristian Joensen, sum aftur er í 07 Vestur málinum, heldur framvegis tætt.

 

Hálvleikur

1-1

Síðstu lítlu løtuna undan steðginum hevur heimaliðið verið omaná.

 

40 min.

1-1

Heimaliðið tykist bíða eftir undanvindinum, sum teir fáa eftir hvíldina.

 

33 min.

1-1

Bara ein minutt eftir, at 07 Vestur hevði sett hol á, svaraði EB/Streymur aftur. Hans Pauli Samuelsen skoraði úr spískum í vinstru eftir diagonalsending frá Gert Hansen úr høgru og gjøgnumbrot fram við baklinjuni.

 

30 min.

0-1

Clayton Soares hevur skorað eftir langa framlegging. René Tórgarð royndi uttan fyri brotsteigar við stútara, og bólturin fór til Clayton Soares, sum úr 30 metrum setti bóltin í málið.

Tað eru ófantalig líkindi við Margáir. Vindurin kemur oman úr dalinum, og tað er EB/Streymur, sum hevur bæði vind og regn ímóti í 1. hálvleiki

 

25 min.

0-0

Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið.

 

15 min.

0-0

Tað hevur gingið javnt á, men higartil hava liðini ikki spælt seg til upplagdar málmøguleikar

 

 

EB/Streymur-07 Vestur kl. 15.00

Dómari: Benjamin Svendborg

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Levi Hanssen - Pætur Dam Jacobsen,, Sorin Anghel, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

07 Vestur: Kristian Joensen – Tórstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Ragnar S. Nattestad – Holgar Durhuus, Badara Diedhiou, Joseph Bassene, Jovan Panic, Eli F. Nielsen – Clayton Soares

 

07 Vestur vitjar EB/Streym við Margáir. Líkindini at spæla fótbólt í Streymnesi eru einki serlig.

EB/Streymur stríðist í dag fyri at styrkja sína støðu í kappingini um heiðursmerkini.

Øll hini fimm liðini, sum skulu í eldin í dag, berjast fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

 

---

 

Liðugt

5-0

 

90 min.

5-0

 

75 min.

5-0

Eftir hornaspark og fleiri ferðir aftur og fram endaði tað við, at ein av B71 verjuspælarunum sendi bóltin í høvdið á HB verjuspælaranum Rógva Holm, sum skoraði.

 

70 min.

4-0

 

60 min.

4-0

HB hevur ikki lagt so nógv fyri fyrsta korterið, sum heimaliðið gjørdi fyrstu løtuna í 1. hálvleiki.

Símun Samuelsen, sum man vera dagsins maður, er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Kristin R. Mouritsen. Bogi R. Petersen er komin inn á HB miðvøllin í staðin fyri Tróndur Jensen, sum skoraði eitt av málunum í 1. hálvleiki.

 

45 min.

4-0

Eingin ivi er um, at HB í dag fer at ogna sær trý sera týdningarmikil stig, og at sandoyingar harvið fara at vera uppaftur verri fyri í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

Síðstu løtuna undan steðginum hevur heimaliðið tikið eitt sindur lætt upp á tingini.

 

 

30 min

4-0

Símun Samuelsen hevur økt um leiðsluna eftir skotroynd og tvær ferðir kontra. Sandoyingar hava einki havt at bjóða uppá.

Símun Rógvi Hansen í B71 málinum hevur nógv at gera.

 

 

25 min.

3-0

HB er sannførandi, og serliga Símun Samuelsen, sum ikki hevur verið serliga væl upplagdur seinastu umførini, er eyðsýndur.

Fróði Benjaminsen umsetti brotsspark til mál, eftir at Símun Samuelsen varð feldur í gjøgnumbroti eitt sindur til vinstru. Hetta var í 20. minutti, og lítla løtu seinni skoraði Tróndur Jensen eftir gjøgnumbrot og innlegg úr vinstru frá Símuni Samuelsen.

 

 

15 min.

1-0: Símun Samuelsen 6.

Eftir langt innkast datt bólturin fyri føturnar á Símuni Samuelsen, sum sendi bóltn í málið.

 

HB-B71 kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen - Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Sivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal T. Hentze, Andrzej Bednarz, Høgni Midjord, Bakari Bojang - Tijani Mohammed

 

Í Gundadali, har B71 vitjar HB, eru líkindini hampuliga góð at spæla fótbólt. Eitt lot er oman eftir vøllinum, men tað fer ikki at órógva fótbóltsspælið.

 

---

Liðugt

0-1

 

 

90 min.

0-1

 

85 min.

0-1

ÍF hevur verið tætt við at svara aftur. Fyrst royndi Bogi Løkin seg við beinleiðis frísparki. Bólturin tók í manngarðin og fór út til horna. Tá ið tað varð lagt innfyri, setti Kaj Ennigarð høvdið undir bóltin, sum fór við síðuna av.

ÍF spennir álopsbogan, men klaksvíkingar stríðast øgiligt fyri at varðveita leiðsluna.

Eftir horna og út frá hevur Kristoffur Jakobsen hjá KÍ av brotsteigarmarkinum sent bóltin við síðuna av málinum.

Dánjal á Lakjuni hevur havt bestu ÍF royndina, men KÍ blokeraði bóltin til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

 

80 min.

0-1

Høgni Madsen hevur lagt KÍ á odda 1-0 við rimmar langskoti. Bólturin brast í stólpan, áðrenn hann legði seg í málið aftanfyri ÍF málverjan.

Málið kom eftir KÍ innkast og innlegg frá Kristoffuri Jakobsen. ÍF verjan beindi bóltin út frá, og so smekkaði miðvallarin til.

 

75 min.

0-0

Bogi Løkin hevur havt góða skotroynd úr 30 metrum, men Gunnar á Steig bjargaði.

Monrad Holm Jacobsen hjá KÍ hevur sæð gult fyri at steðga Boga Løkin.

Hjalgrím Elttør hjá KÍ hevur havt góða skotroynd, men Hallgrímur Gregersen Hansen bjargaði væl.

 

70 min.

0-0

Gongdin er tann sama. Síðstu løtuna hava eingir málmøguleikar verið. ÍF er kanska meiri verjukent enn í 1. hálvleiki. Ofta royna fuglfirðingar seg við longum sendingum til Bartal Eliasen.

Frank Poulsen er farin av ÍF miðvøllinum, og í hansara stað er komin Hanus Eliasen.

 

65 min.

0-0

Steffan Kalsø er komin inn í KÍ álopið, og Hjalgrím Elttør er farin aftur á fremsta miðvallarplássið. Philip Djordjovic er farin av vøllinum.

 

55 min.

0-0

KÍ hevur eftir steðgin lagt fyri í sama stíli, sum klaksvíkingar endaðu 1. hálvleik. Tað hevur borið góðar støður við sær, men síðsta sendingin hevur ikki verið nóg neyv ella hevur spælarin verið rangstaddur.

 

 

50 min.

0-0

Báðir partar hugsa framvegis meiri um verjuna enn um at leypa á. Fyrstu royndina í 2. hálvleiki hevði Bartal Eliasen eftir innlegg úr vinstru frá Nenad Saric, men bólturin fór við síðuna av.

Lítla løtu seinni svaraði KÍ aftur, men Álvur F. Christiansen var akkurát ov stuttur.

 

ÍF var leingi omaná, og fuglfirðingar høvdu møguleikar. Síðstu løtuna undan steðginum var KÍ betri við í álopspartinum, og serliga Hjalgrím Elttør, sum er einsamallur á toppinum, hevur sett trýst á ÍF verjuna.

Tað eru ikki góð líkindi at spæla bólt í fuglafirði. Tað regnar illa, og vindurin darvar ikki frítt. Í 1. hálvleiki hevur KÍ havt vindin meiri undan, og hjá ÍF hevur tað verið meiri ímóti.

 

Hálvleikur

0-0

 

45 min.

0-0

Hjalgrím Elttør hjá KÍ hevur tvær ferðir havt bóltin í ÍF málinum, men í báðum førum hevur linjuverjin veittrað fyri rangstøðu.

Kaj Ennigarð hjá ÍF hevur sæð gult fyri at steðga Hjalgrími Elttør í gjøgnumbroti. Klaksvíkingar vóru ikki blíðir. Teir vóru yvirmannaðir og vildu hava dómaran at brúka fyrimunin.

KÍ hevur síðstu løtuna verið betri við.

 

 

40 min.

0-0

Tað er væl størri tyngd og breidd í álopspartinum hjá heimaliðnum. Klaksvíkingar hava lagt seg aftarlaga á vøllin, og teir dúva fyrst og fremst upp á skipað verjuspæl og langar sendingar fram til Hjalgrím Elttør, sum roynir einsamallur og er vandamikil, men fyritreytirnar eru ikki góðar hjá honum.

 

35 min.

0-0

ÍF hevur framvegis betri tak á álopspartinum, og fuglfirðingar hava havt royndir, uttan at tað hevur eydnast at skjóta mál.

KÍ hevur bara eina ferð verið vandamikið, men temjingin hjá Álvuri F. Christiansen var ikki nóg neyv.

 

30 min.

0-0

Tað er framvegis ÍF, sum hevur meiri tyngd í álopspartinum. Besta royndin síðstu løtuna var, tá ið Nenad Saric royndi seg við skoti, men bólturin fór dygst framvið málinum.

KÍ hevur sera torført við at fáa álopsspæl í lag.

 

 

25 min.

0-0

ÍF tykist vera meiri ágangandi, og nú hava teir havt góða frísparksroynd, men eftir skot frá Jan Ó. Ellingsgaard fór bólturin dygst framvið málinum.

 

 

20 min.

0-0

Eftir bragdliga byrjan, har báðir partar tóktust hugaðir at bjóða av og søkja málmøguleikar, so er álopsspælið dovnað. Besta møguleikan hevur ÍF havt fyri lítlari løtu síðani, tá ið Bartal Eliasen stútaði við síðuna av málinum eftir hornasparksinnlegg.

 

15 min.

0-0

 

ÍF-KÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím Gregersen Hansen - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Kaj Ennigarð, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Alaxandar Jovevic, Bogi Løkin, Nenad Saric - Bartal Eliasen

KÍ: Gunnar á Steig – Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Pilip Djordjevic, Kristoffur Jakobsen - Hjalgrím Elttør

 

KÍ, sum ikki hevur vunnið síðani í 10. umfari, tá ið ÍF var í Klaksvík, vitjar í Fuglafirði. Líkindini at spæla fótbólt eru brúkilig, hóast tað regnar og lotið er frískt.

Hjá ÍF kemur tað illa við, at Jákup Mikkelsen ikki er førur fyri at verja málið, og at Høgni Zachariassen ikki er førur fyri at spæla. Karl Løkin er leikbannaður.

 

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í trimum dystum í bestu fótbóltsdeildini.