Fyrilestur um parprát í Miðlahúsinum

Hvat sigur makin hjá tær í veruleikanum? Soleiðis verður spurt í fyrilestrinum, sum verður í Miðlahúsinum mánakvøldið Tað er Synergi sum bjóðar til fyrilestur um, hvussu vit betri hoyra, hvat makin í veruleikanum sigur.

Fyrilesturin snýr seg um gott samskifti millum pør og gevur íblástur til eitt sunnari samskifti og tips um, hvussu vit kunnu tosa saman á ein positivan hátt, og hvussu vit betri hoyra, hvat makin í veruleikanum sigur.

Tær í Synergi siga:

- Kom til eitt hugnakvøld í Miðlahúsinum við fyrilestri og einum kaffimunni - nú mánakvøld 21. apríl kl. 20.00 - og tak endiliga onkran við......makan, vinfólk, starvsfelagar, bindiklubban ella onkran heilt annan. Kostnaður fyri tiltakið er 100 krónur, og tekning fer fram á www.synergi.fo.

Og sum altíð, tá tiltøk eru í Miðlahúsinum, mást tú skunda sær, tí plássið er avmarkað.