at síggja á liðnum. Ein skaði í lærkrikanum hevur hildið honum úti higartil í ár, men tá hann kom á vøllin eftir steðgin var hann avgjørt viðvirkandi til at økja um tryggleikan í verjupartinum á liðnum. [...] Hetta var vorðið sum kjaftfiskur at fáa hjá NSÍ, men á vøllinum tóktist hetta als ikki at nerva. Um nakað, so var hetta startskotið til eitt laaaangt trýst á HB-verjuna, sum als ikki tóktist serliga sannførandi [...] møguleika at leggja seg á odda fyri steðgin, men ein liggjandi Bárður Johannesen hevði goymt sær bestu bjargingina til hetta høvið, tá hann liggjandi megnaði at toyggja armin upp, tá Sonni skuldi lyfta bóltin
síðani Magnus gjørdi sær hesa meting umborð á Kongshavn í Grønlandi. Men sannleikin í hesum er ikki minni nú, enn hann var, tá ið Magnus sat og grundaði umborð á Kongshavn í 1965, og tá ið hann gjørdi bókina [...] íður tað við lívi í Klaksvík. Næsta vikuskifti verður gerandishamurin smoygdur av, og á áhugaverdum framsýningum og á gøtum og strætum ? vónandi í góðum veðri ? fara klaksvíkingar og norðoyingar at fegnast [...] Bernardi Brim, at í Norðoya prúðastu bygd er nørandi gróður. Klaksvíkingurin, sum er granni á Norðasta horni, kvøður í sínum sangi um heimbygdina soleiðis, sum ivaleyst mangir klaksvíkingar ? burturi og
ferðir stóð eisini á framman fyri málini bæði. Tað kom tó bert eitt mál afturat. Undir einum GÍ álopi verður bólturin stútaður inn móti NSÍ brotsteiginum, og har var hondin hjá Messias á, og so var einki [...] tað hesa løtuna bara kennast sum ein spurningur um tíð, áðrenn eitt mál skuldi koma. Serstakliga Sonni L. Petersen var nakrar ferðir nær við, men tað var tað úr verjuni, at málið kom, tá fyrsta korterið [...] aftur Kanska var tað ótilvitað, men eftir leiðslumálið tóku runavíkingarnir seg nakað væl longur aftur á vølin, og hetta gav sjálvandi gøtumonnum væl betri sømdir at spæla. Og tó at tað ikki komu fleiri mál
NSÍ?VB NSÍ lyfti seg sunnudagin upp millum oddaliðini, og teir eru ovast á støðutalvuni, eftir at teir á heimavølli vunnu størsta sigurin í teimum tjúgu dystunum, sum higartil eru spældir. VB varð sent [...] úr vinstru. Tveir minuttir seinni skoraði Jústines R. Hansen fyri fyrstu ferð á besta NSÍ liðnum. Hann hevur vikarierað á miðvallarplássinum í høgru, sum Gert Langgaard hevur verið burtur frá. Ungi maðurin [...] vórðu bæði Milan Kuljic og Predrag Zivkovic skiftir út. Poul Poulsen, sum á yngru landsliðunum hevur víst, hvør dugur er í honum, kom á vøllin saman við Halli D. Joensen, sum áður hevur spælt við Sumba. Tá
betri olja er fingin á maskinuna ella ikki. Dysturin í tølum Skála-B36 0-1 (0-0) 0-1: Heðin á Lakjuni Dómari: Suni Johansen: Hevði ikki stórvegis trupulleikar at hava tamarhald á teimum fáu illstøðum, [...] FM-favoritturin hevur als ikki havt nakað glið á spælinum enn. Úrtøkan hevur eisini verið hareftir, og tí var talan um sanna botnuppgerð, tá B36 mánakvøldið fór inn á Skála at spæla. Sannur botndystur Botnuppgerðir [...] teljast á einari hond, og talan var eisini um meira ella minni tilvildarliga roynd, tá forloysandi málið hjá B36 kom. Ein langur bóltur varð sendur úr høgru niðan í brotsteigin, og har var Heðin á Lakjuni
mai Jóhanna Katrina í Horni, Hanna í Horni, Sandavági, 88 ár 1. juni Hilma Petersen, fødd Danielsen, Stykki, bús. í Lohals. Hallbjørg Poulsen, fødd Jensen, Skúgvi, 83 ár Rikka á Líðarenda, Nesi, 91 ár
Jacobsen úr Fuglafirði og Jógvan Petersen úr Fuglafirði (Jógvan á SEV). Allir høvdu teir lært til elektrikara í Føroyum. Í Danmark gingu teir á el-innleggjaraskúla og tóku sveinaroyndina, sum teir ikki kundu [...] børn, tey eru: Sonni, Torkil, Allan, Solveig og Jóhan. Øll børnini búgva í Sandavági uttan dóttirin, Solveig, sum býr í Sørvági. Næsti sonurin, Torkil, tað var hann sum setti Føroyar á heimskortið, tá [...] tá hann í 1990 spældi á føroyska fótbóltslandsliðinum og setti bóltin í eysturríkska málið.
sum tók í økslina á Øssuri Hansen og í høvdið á Messiasi, áðrenn bólturin sigldi inn í málhornið. Málið sá vakurt út, men tað var rættuliga tilvildarligt. Messias, sum hevur verið á Toftum í trý ár, men [...] Hansen og Fróði Benjaminsen løgdu trýst á. Eitt stórt korter var farið, tá ið hetta hornasparksinnleggið, eftir at hava ferðast á fleiri høvdum, datt fyri føturnar á Súna Fríða Johannesen, sum úr tveimum [...] skjótari og sterkari í nærdystunum, og tað gekk meiri fyri seg á B68 válinum enn hinumegin. Í 2. hálvleiki royndi NSÍ ? teir saknaðu skadda Kára Hansen á miðvøllinum og góvu eftir steðgin Rúna Rasmussen møguleikan
spurningar eru tutan iva bryggjaðir í felagsáhuga yvirav Kondittarínum, á trappusteininum á Káta Horni, har útsýnið kann skoðast á rótfastu aldargomlu eikina, sum so støðuføst og stinn stendur sum eitt [...] Á skerdum flogi sum snikrunnin, oljudálkaður, lamskotin, setursnáti skramblaði hann aftur á bøkkin handan heimarókina. Eg meini, hann er blivin ikki sørt mentaður. Tosar um fín orð sum formalitet, støðutakan
sjóleysir, blunda, verða burtur í tamdari bergtøku, riptir úr tíð og stað: Onkuntíð á Blálondum tá leikti betur í horni. Listin er bærilig, strong, stílførd. Men eystanfyri verður talað um yin og yang. Eisini [...] ?? Janus Kamban listamaður myndahøggari og grafikari Føddur í Tórshavn 10. september 1913 Útbúgvin á listaakademiinum í Keypmannahavn 1932-35 og 1938-40, sum næmingur hjá Einari Utzon-Frank, professara [...] sætar sær og sær seg sjálvan. Men Janus, sum býr í einingi, lurtar, vísir áhuga, gongur sínum næsta á møti uttan fordómar og fær tí vinir víða hvar og langt frá síni starvsgrein. Eisini sínum starvsfeløgum